Mentanarhúsið sindrast av klandri

- Tað er ógvuliga harmiligt, at gamalt agg og øvundsjúka skuldi gera enda á tí virksemi, sum leiðarin og hansara fólk skaptu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Nógv fólk vitjaðu húsið, og har var altíð gott skil í. Tað verður tungt at lyfta arvin eftir leiðaran og hansara fólk, sigur Eyðun Hansen, fráfarni formaðurin í Fuglafjarða Sjónleikarfelag

Mentanarhúsið

Eyðun Hansen, sum hevur verið formaður í Fuglafjarða Sjónleikarfelag seinastu 12 árini, er ikki formaður í felagnum longur. Saman við næstformanninum, Peturi Abrahamsen og eykaliminum, Alexandru Georgdóttir, hevur hann tikið seg úr nevndini.
Tað er Fuglafjarða Sjónleikarfelag, sum eigur og rekur Mentanarhúsið í Fuglafirði.
Dagligi leiðarin í Mentanarhúsinum, Jonhard Hammer, hjálparmaður hansara og kokkurin, eru eisini givnir.

Agg og øvundsjúka

Eyðun Hansen sigur, at hann trekti seg sum formaður, tí gamalt agg og øvundsjúka gjørdi, at ávísir limir í nevndini alla tíðina vóru til reiðar at søkja at leiðaranum. Sum tíðin leið, vórðu hesar kreftir við meiriluta í nevndini, sum taldi 5 nevndarlimir og tveir eykalimir.
- Hetta kundi eg sum formaður ikki hava sitandi á mær. Eg haldi, at Jonhard og hansara fólk hava gjørt eitt stórt og gott arbeiði fyri Mentanarhúsið, síðan húsið læt upp í juni mánaði í fjør. Eg haldi ikki, at nøkur orsøk var at reisa slíka ónøgd um leiðsluna. Tí valdi eg at trekkja meg.
Fyrrverandi formaðurin sigur, at hópur av tiltøkum hava verið í Mentanarhúsinum, og nógv lá fyri framman, nú veturin og jólini stunda til. Men nú fara mong tiltøk fyri bakka.
- Eg haldi, at tey, sum íbyrtu hesa ónøgd og seinni fingu undirtøku fyri henni, í dag standa sum spurnartekin.
Eyðun sigur, at síðan ein partur av nevndini vendi sær ímóti dagligu leiðsluni, hevur hann umhugsað at taka seg aftur sum formaður, og tað er hetta, hann hevur gjørt.

Eykaaðalfundur

Fyrrverandi formaðurin harmast um tað, sum er hent, tí nógv tíð og orka liggur aftanfyri Mentanarhúsið.
- Tað er stórt spell, at fólk, tú næstan ikki hevur sæð í húsinum, soleiðis koma og oyðileggja tað arbeiði, sum her er gjørt. Ja, eg má siga, at hetta er ógvuliga harmiligt ? og næstan grátuligt.
Limir í Fuglafjarða Sjónleikarfelag hava biðið um ein eykaaðalfund, sum verður 24. oktober.
Spurdur, um hann kundi hugsað sær at tikið við leiðsluni aftur, um undirtøka er fyri hesum, sigur Eyðun:
- Nei, eg taki ikki við aftur formanssessinum í felagnum. Tað, sum er farið, er farið. Eg havi brúkt nógva tíð í Mentanarhúsinum, og nú fari eg at taka mær meira av familjuni.
Eyðun sigur, at hann ætlar sær kortini at møta upp á eykaaðalfundinum.

Tungur arvur

Hann vísir á, at tað gekk væl í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og sum formaður í felagnum, var hann ógvuliga væl nøgdur við leiðsluna.
- Hóast nógv fólk vóru til ymisku tiltøkini í húsinum, var altíð gott skil í ? ja, sjálvt løgreglan í Runavík hevur róst okkum fyri, hvussu gott skil hevur verið í, tá ið teir hava verið á vitjan.
Eyðun sigur, at øll viðurskiftini við húsinum vóru ikki komin uppá pláss, men ætlandi skuldi tað, sum restaði í, koma undir land nú í november, eitt nú viðurskiftini við Fuglafjarða kommunu.
- Eg eri spentur eftir at síggja, hvat nýggja leiðslan í Fuglafjarða Sjónleikarfelag og Mentanarhúsinum fer at megna at stilla upp ímóti tí, sum var. Jonhard var ein framúr góður leiðari, og tað verður tungt at lyfta arvin eftir hann og hansara fólkum í Mentanarhúsinum, sigur Eyðun Hansen.
Fuglafjarða Sjónleikarfelag hevur umleið 200 limir.