Eftirløn
Á løgtingsfundi í dag kemur uppskot til samtyktar um samhaldsfastar eftirlønargrunnar hjá fakfeløgunum til fyrstu viðgerð. Løgtingsmenn úr bæði andstøðu og samgongu standa aftanfyri. Tó kann tað ávirka, at samgongan eisini arbeiðir við eftirlønum, sigur formðaur Tjóðveldisfloksins á tingi.
Hóast Sámal Petur í Grund, landstýrismaður við almannamálum, í løtuni arbeiðir við eftirlønarskipanum, hevur Finnur Helmsdal, løgtingsmaður Tjóðveldisfloksins, verið við til at leggja uppskotið til samtyktar fyri tingið.
Finnur Helmsdal er burturstaddur í løtuni, og eydnaðist tí ikki at fáa viðmerking frá honum um málið.
Men Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins á tingi, sigur, at Tjóðveldisflokkurin í prinsippinum tekur undir við samhaldsføstu hugsanini, og at hann einki sær til hindurs fyri, at hetta uppskotið kann samtykkjast.
Hinvegin vísir hann á, at Tjóðveldisflokkurin er í samgongu, og at ein landsstýrismaður í samgonguni arbeiðir við málum á júst sama øki, sum tí, uppskotið fevnir um.
Fakfelagsgrunnar
Grundin til, at uppskotið er lagt fyri tingið, sigur Hans Pauli Strøm, tingmaður Javnaðarfloksins, sum er ein av uppskotsstillarunum, er tann, at fakfeløgini fingu ikki loyvi at skipa sínar eftirlønargrunar, sum tey vildu sjálv.
Forðingin liggur í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, sum ikki loyvir slíkum feløgum at skipa eftirlønargrunnar fyri limir sínar, sigur hann. Hesum hava fakfeløgini mótmælt.
Í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar, sum í dag verður viðgjørt fyrstu ferð í tinginum, siga uppskotsstillararnir, at tað er ein trupulleiki fyri fleiri fakfeløg, at tey iki fáa loyvi at skipa eftirlønargrunnar á einum samhaldaføstum grundarlagi.
Serliga eru tað feløgini hjá teimum tímaløntu, sum koma tvørt fyri av hesum, verður sagt. Men feløgini vilja hava slíka skipan, tí hon gagnar limum teirra best, siga tey.
Tað, sum forðar fakfeløgunum í at hava slíkar eftirlønargrunnar, er lógin um tryggingavirksemi. Hendan lóg ásetir heimildina at reka eftirlønargrunnar. Men samstundis veðrur sagt, at tey feløg ella stovnar, sum reka slíkar grunnar, eisini skulu lúka tær tryggingartretir, sum hendan lóg ásetir, fyri at verða góðkendir.
Og her kemur so tann veruligi trupulleikin hjá fakfeløgunum, nevniliga, at tryggingarlógin bara góðkennir eftirlønarskipanir á privatrættarligum grundarlagi, meðan fakfeløgini vilja hava samhaldsfastar eftirlønir.
Musketerar
Tá lógarheilild ikki er fyri at gera samhaldsfastar eftirlønargrunnar - ein fyri allar, og allir fyri ein - har alt inngjaldið fer í eina pulju, sum so verður goldið javnstórt útaftur, so er bara at broyta lógina, halda tingmenninir Hans Pauli Strøm, Jenis av Rana, Finnur Helmsdal og Marjus Dam.
At ein stjóðveldistingmaður stendur aftan fyri eitt slíkt uppskot, samstundis sum samgingan arbeiðir við pensiónsmálum, órógvar ikki formann Tjóðveldisfloksins á tingi.
Heini O. Heinesen sigur, at bæði hann sjálvur og Tjóðveldisflokkurin sum so tekur undir við samhaldsføstu hugsjónini. Hann metir eisini, at tað man vera tann heilt stóri parturin av tinginum, sum ger tað, tá vit nú síggja, at eisini Sambandsflokkurin er farin at leggja uppskot fyri tingið um pengar í skipanina.
Sjálvur sigur Heini O. Heinsesen, at tann samhaldsfasta skipanin er tann pensiónsskipan, sum skjótast fer at virka og merkjast hjá tí, sum skal hava útgjald.
Heini O. Heinesen lovar at geva uppskotinum positiva viðgerð, um tað kemur í Vinnunevndina, har hann er formaður.
Hann dugir ikki at síggja, at Tjóðveldisflokkurin ikki kann taka undir við uppskotinum. Tað er bara tað, at flokkurin situr í samgongu, sum bindur, sigur formaður Tjóðveldisfloksins á tingi.










