SKOTLAND
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein føroyskur fótbóltsspælari roynt seg í bestu skotsku deildini. Jákup Mikkelsen vardi málið, tá ið Partick Thistle leygardagin hevði vitjan av Livingston, og sambæt skotskum fjølmiðlum spældi tað bara væl av hjá Jákupi Mikkelsen.
Úrslitið var 1?1. Í Partick siga teir, at teir sjáldan fáa fulla úrtøku burturúr fyrsta umfarinum, men teir iðra seg um, at tað ikki gekk betri hesa ferð, enn tað gjørdi:
? Eftir at vit vóru komnir á odda eftir ein hálvan tíma, høvdu vit fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Men vit tóku ikki av, og soleiðis sum tað tørnaði út seinna partin av seinna umfarinum, kunnu vit einki siga til, at Livingston fekk eitt stig. Í veruleikanum vóru teir síðstu løtuna nærri sigrinum, enn vit vóru, tí fimm minuttir undan dystarenda stútaðu teir dygst omanfyri málið, staðfesti Partick venjarin, Gerry Collins. Hann er nýggjur venjari, eftir at hann frammanundan hevur verið hjálparvenjari.
Saman við Jákupi Mikkelsen vóru seks aðrir fyri fyrstu ferð á liðnum hjá Partick Thistle. Málverjin fær góða umrøðu. Eina staðni fær annar av álopsmonnunum, Grady, eitt átta tal, og saman við Jákupi fáa tríggir av liðfeløgunum eitt sjey tal.
Jákup verður ongan møguleika sagdur at hava havt, tá ið Livingston eitt lítið korter undan dystarenda javnaði til 1?1. Miðvallarin, McBride, fekk í skotsku miðlunum skyldina, tí hann ikki skuldi hava verið nóg avgjørdur, tá ið hann royndi at sparka burtur. Gerry Collins varð sagdur at vera rættuliga argur, tá ið miðvallarin klossaði í tí, og hann varð skjótt tikin av vøllinum, men eftir dystin royndi hann at bera í bøtuflaka fyri spælaran, sum hann annars rósti fyri at hava spælt væl.
Livingston málskjútti var argentinski Fernando Pasquinelli, sum smekkaði flatt og dygst inn fyri handaru stólparótini.
Partick Thistle seti hol á, tá ið ein hálvur tími var farin. Ken Milne, sum ongantíð áður hevur skorað fyri Partick, smekkaði bóltin upp í nettakið.
Fleiri bjargingar
Jákup Mikkelsen varð beinanvegin settur undir trýst. Longu í triðja minutti royndu mótstøðumenninir seg við langskoti, sum hannt ók sær væl av. Bestu bjargingina verður hann sagdur at hava havt, tá ið mótstøðumenninir royndu at lyfta upp um hann. Jákup metti rætt, toygdi seg og fekk fatur á bóltinum.
Næsta uppgávan hjá Partick Thistle verður á útivølli leygardagin. Tá skulu teir spæla á útivølli ímóti Kilmarnock. Hetta liðið hevði ógvusliga byrjan upp á nýggja kappingarárið. Teir vitjaðu á Ibrox í Glasgow, har Rangers legði lunnar undir Europa Cup avbjóðingina ímóti FCK í annaðkvøld. Rangers vann 4?0.
Tað er neyvan nakað at ivast í, at Jákup Mikkelsen aftur leygardagin verður í Partick Thistle málinum, og nummarið á troyggjuni kundi bent á, at venjarin hevur ætlanir um at brúka føroyska málverjan. Jákup hevur fingið troyggjuna við eitt talinum, meðan kappingarneytin hjá honum, Kenny Arthur, hevur fingið tólv talið. Men tað skal neyvan leggjast so nógv í hetta. Í Molde hevði Jákup eitt talið, meðan Eddie Gustafsson, hevði nummar tólv. Tað er ikki fyrrenn Jákup er farin úr Molde, at Eddie, sum skal spæla ímóti KÍ hóskvøldið, hevur fingið eitt talið á ryggin.