Balling aftur á blettinum

Hvidovre er framvegis í stórum vanda at flyta niður, meðan Vejle, sum hesa ferð ikki hevði Christian Høgna Jacobsen í hópinum, lúrir eftir møguleikanum at flyta upp aftur í superliguna

DANMARK 1. DEILD

Eftir landsliðsferðina í Føroyum var Christian Høgni Jacobsen ikki partur av Vejle liðnum, sum sunnudagin hevði vitjan av B93. 1804 áskoðarar møttu í Nørreskóginum, og teir fóru til hús aftur í góðum hýri. Vejle vann 3?1, og teir eru framvegis á triðja plássinum, bara trý stig aftanfyri Frem, sum er á seinna uppflytingarplássinum.
Frem hevur seinnu árini fleiri ferðir kiksað, tá ið mest hevur umrátt at verja uppflytingarplássið, og í Vejle vóna teir, at hetta skal endurtaka seg í ár. Fyrsta treytin hjá Vejle er, at teir vinna sínar dystir. Tað hevur ikki verið nakar trupulleiki, síðani teir fyrr í vár skiftu venjara. Stóri spurningurin er nú, hvussu tað fer at roynast, tá ið Vejle komandi vikuskifti fer yvir á Sjælland at takast við oddaliðið í Herfølge.
Ulrik Balling, sum í fjør var í NSÍ, er flúgvandi í Vejle. Hann ger mál so at siga hvørja ferð, og aftur sunnudagin var hann á blettinum. Í 35. minutti sendi hann við høvdinum bóltin í B93 málið til 1?0. Gestirnir góvu seg ikki beinanvegin. Í 53. minutti javnaðu teir teir, og tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at Vejle skoraði tvær ferðir afturat. Lasse Hauth skoraði í 84. minutti, og Peter Degn umsetti brotsspark til mál í yvirtíðini.
Óli Johannesen og Hvidovre vóru í Odense og spældu ímóti næstan hundrað ára gamla B 1909. Arbeiðarafelagið í Odense hevur alt kappingarárið verið í tungum sjógvi. Í síðstu viku var kunngjørt, at Tommy Møller Nielsen skal vera nýggjur venjari. Hóast ætlanin ikki er, at hann skal taka við fyrrenn í summar, so vóru hesi boðini kanska íblásturin hjá B1909, sum vann 3?1, eftir at støðan í steðginum hevði verið 1?1.
Tommy Møller Nielsen var í 1992 venjari hjá MB. Síðani tá hevur hann vitjað í Føroyum sum hjálparvenjari hjá Glasgow Rangers. Tað starvið fór hann í, eftir at hann hevði verið venjari hjá B1909. Tommy Møller Nielsen hevur síðani verið hjálparvenjari hjá Aberdeen, og nú hevur hann verið talent eygleiðari í nøkur ár. Síðstu tíðina hevur hann verið á lønarlistanum hjá niðurflutta West Bromwich Albion.
Tapið í Odense hevur við sær, at Hvidovre framvegis er á niðurflytingarplássi. Umframt við B1909, so kappast teir eitt nú við HIK, B1913 og Horsens, sum hevur Johan Byrial Hansen á liðnum. Hesa ferð megnaði HIK málleysan javnleik á heimavølli ímóti næstan uppflutta Herfølge. Tað var eitt gott úrslit hjá trongda liðnum úr Hellerup.
B1913 tapti 4?0 í Ølstykke, og Horsens legði rygg til 2?0 tap í Valby ímóti Frem, sum harvið reisti seg eftir tapið í Herfølge.
Atli Gregersen sleppur ikki nógv framat í Randers. Tað hevur gingið illa hjá felagnum, og tað hevur verið roknað við, at fyrrverandi liðformaðurin á landsliðnum, Lars Olsen, fór at fáa sekkin sum venjari. Men nú glapp hjá Randers Freja, sum vann 6?2 á heimavølli ímóti Brønshøj. Við 4?1 tapi á heimavølli ímóti Fredericia mundi Skjold av Eysturbrúgv endaliga missa møguleikan fyri uppflyting. Hjá HFK Sønderjylland er uppflytingin eisini langt burtur, hóast teir hesa ferð vunnu 3?2 á heimavølli ímóti FC Aarhus.