kreppurnar heldur ikki við sær, at skipanir verða mentar at stýra landinum á nøktandi hátt, so borgararnir kunnu sleppa undan, at ókendir slipsamenn koma higar at hótta við at broyta karakter. Eftir 1992 tryggjaðu [...] Banki sluppu at blæsa seg so nógv upp í 80'unum, at teir at enda koppaðu. At bankamálið ta ferðina menti seg til eina velduga uppgerð millum Føroyar og Danmark, var júst ein avleiðing av, at ábyrgdin var [...] virðiliga á, at TAKS tekur akkurát so nógvan skatt, sum loyvt er at taka av okkara lønum. Vit líta eisini á, at okkara apoteksverk framleiðir heilivág, sum er forsvarligur at taka, og at føroyska eftirlitið
fullkomnar Hildur Patursson sigur, at fólk, sum ikki tora at taka orðið, eru bangin fyri at gera seg fyri skommum, og at hini kanska fara at flenna. – Veruleikin er tann, at fólk lurta, tá ið onkur hevur okkurt [...] avbjóðing hjá teimum at taka orðið, sigur hon. Og hon heldur, at vit føroyingar hava lyndi til at ræðast ósemjurnar í staðin fyri at fegnast um, at øll koma fram við sínum sjónarmiðum, og at taka tað sum eina [...] eisini okkum sjálvum fyri at takka. Tí tá ið vit tiga, so kunnu vit ikki rokna við, at nakar annar talar søk okkara, sigur Hildur Patursson, sum heldur, at um kvinnurnar halda, at tær mugu bíða til tær eru
undir sama taki og royndi sum frægast at liva eitt vanligt lív. - Eg hugsaði ongantíð, at eg hevði skyldu at boða barnaverndini frá. Um eg visti, at lógin áleggur einum at fráboða, so hevði eg sjálvandi gjørt [...] ósvaraðar spurningar. Fleiri fyrivarni eru at hugsa um, og torført kann vera at taka støðu til tað, sum fer fram. Men tað er ein rættur háttur at reagera uppá; tað er at fylgja barnaverdnarlógini, sum ikki kann [...] kyldan er neyðug - Fleiri fyrivarni eru at taka, tá tú umhugsar at fráboða. Kanska følir mann, at mann svíkur familjuna. Men barnið er ikki sjálvt ført fyri at siga frá, og tí er barnsins tørvur og trivnaður
Vágadal. At vit hava sett hann niðast í hesum yvirlitinum merkir tó ikki, at vit á nakran hátt rokna við, at hann fer at enda aftastur av luttakarunum. Tvørturímóti er vónin sjálvsagt, at Regin fer at standa [...] Regin, at hann framvegis er har, men at hetta tó ikki sær út til at bila: - Eg vandi nakað í gjár (fyrradagin blðm.), og tá sá tað út til, at skaðin ikki fór at gera um seg, so eg rokni við, at tað fer [...] hóskar kappingin um at gerast Atlantsrisin rættuliga væl til Regin. Um hetta er nóg mikið til at tryggja honum fremsta plássið fæst so at vita leygardagin, men einki er at ivast í, at stuðulin frá áskoðarunum
útreiðslunum, kann hava við sær, at ein kann fara meira miðvíst til verka. Víst verður eisini á, at fyri at hetta skal hava nakra ávirkan, so eigur tað at verða hægri prioriterað at minka um skuldina heldur enn [...] ikki, at krøvini um útboð og landing av føroyskum fiski í Føroyum fara at loysa grundleggjandi kappingartrupulleikan hjá fiskiídnaðinum. Tó má roknast við, at eitt slíkt stig fer at hava við sær, at fiskimenn [...] hetta er tann, at álitið til tann búskaparliga útviklingin í løtuni ikki er nokk til, at útlendingar tora at gera íløgur í Føroyum í stóran mun. Fyri at fáa fleiri útlendskar íløgur er neyðugt at konsolidera
um, at borgarstjórin legði málið um at keypa Skeiva Pakkhúsið fyri býráðið aftur, eftir at býráðið stutt frammandunan hevði felt málið, og at Róðrarfelagið Knørrur so skuldi fáa 2 av 3 hæddum. At Sjúrður [...] in at senda málið til hoyringar hjá Føroya Fornminnissavnið, eftir at býarsavnsvørðurin hevði ávíst at neystið hevði søguligt virði. Í skrivi frá 22. okt. 2004 boðaði Føroya Fornminnissavn frá, at teir [...] sum kommunan hevur at geva frávik. Tí avgjørdi Byggi- og býarskipanarnevndin, at umsitingin skuldi arbeiða víðari við at finnað annað hóskandi øki. Samstundis játtaði kommunan, at veita Róðrarfelagnum
millum annað. Og hann greiddi frá, at tað nyttar onki bert at heita á fólk, um at minka um útlátið av CO2. - Tað ber heldur ikki til at heita á fólk um at rinda skatt ella at skikka sær pent í ferðsluni, segði [...] fiskaprísurin alt at siga, segði hann millum annað. Eisini helt hann, at fólk á landi eisini dálka og at húsarhaldini áttu at minka um útlátið, saman við privatbilismuni. Síðani skemtaði hann við, at vit kunnu [...] millum annað, at tað ræður um at broyta hugburð, so vit øll kenna okkum sum ein part av loysnini. - Land og kommunur eiga at ganga á odda. Eitt nú ber til at spara eini 30 prosent av orkuni, við at bjálva bygningar
avvarðandi, at frægasta loysnin hevði verið at funnið heilt onnur høli til sjúklingahotel, tí tað er so nógv at gerast við bygningin, sum hotellið nú er í, at tey ivast í, um tað nakrantíð fer at eydnast at fáa [...] Keypmannahavn, heldur enn at fara á hotellið, tí tey stúra fyri, at sjúkan fer at versna av at vera á hotellinum, tí har er bæði svampur og nú eisini, legionella. Tað er eisini komið fyri, at læknar á Ríkissjú [...] loystur. 6) Tað er í heilum, at lyftirnar ikki virka og at fólk sita føst ímillum tvær hæddir. Tað er ikki óvanligt, at fólk hveppa seg við at fara í lyftirnar, tí tey stúra fyri at sita føst. 7) Gáttin í úthurðini
líkasum at vita um alt er í lagi, er tað eyðsæð, at hóast Leivur er vanur við at standa á palli, er henda støðan ikki heilt vanlig fyri hann. Kanska er tað tí, at hann spyr, hvat tað er eg ætli at skriva [...] Hann flennir fyri seg sjálvan at spurninginum, hugsar seg um eina løtu og greiðir síðani frá, at hann er av teirri fatan, at tað ræður um at geva fólki eitt upplivilsi og at hann gerst serliga glaður, tá [...] hongur saman við, at hann tað seinasta árið á konservatoriinum gekk á solistklassanum? Hann heldur als ikki at hetta nýtist at verða ein mótsetningur og leggur afturat, at hann ikki hóvar at síggja seg sjálvan
maðurin beinleiðis skal kanna møguleikan at privatisera Kringvarpið. Serliga Miðflokkurin hevur verið talsmaður fyri, at Kringvarpið skal privatiserast. Fleiri í Fólkaflokkinum hava nevnt [...] isfloksins hevur sagt, at tað er nógv betur at vinnan sponsorerar sendingar í Kringvarpinum, heldur enn at stovnurin fær almennar pengar. Vit royndu í morgun at fáa orðið á Bjørn Kalsø, [...] spurningurin um at einskilja Kringvarpið fleiri ferðir verið fyri á landsstýrisfundi. – Eg havi alla tíðina ført fram, at Miðflokkurin hevur ta støðu, at Kringvarpið skal einskiljast, og at sendingarnar