Um tú hevur illgruna, skalt tú fráboða

Sjálvt um tað greitt stendur skrivað í lógini, at øll, sum hava hin minsta illgruna um insest, skulu boða barnaverndini frá, so sær veruleikin øðrvísi út. Tað eru nógv, ið ikki kenna lógina

Illgrunin um misnýtslu av einum barni er orsøk til nógvar ósvaraðar spurningar. Fleiri fyrivarni eru at hugsa um, og torført kann vera at taka støðu til tað, sum fer fram. Men tað er ein rættur háttur at reagera uppá; tað er at fylgja barnaverdnarlógini, sum ikki kann tulkast skeivt.

”Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari t.d. misrøkir, meinslar, misnýtir ella handfer barn soleiðis, at álvarsamur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, hevur skyldu at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin.”

- Tað eru nógv, sum ikki vita, at lógin krevur, at tey fráboða eitt nú insest. Og tí havi eg varhugan av, at fleiri mál ikki koma fram í ljósið, sigur Sigrun Samuelsen, sálarfrøðingur á Sosialu Deild í Tórshavnar Kommunu.

 

Óvitandi borgarar

Fyri góðum ári síðani fekk ein omma eini skelkandi boð. Eitt av ommubørnum hennara var blivið krenkað av pápa sínum. Hon hevði ilt við at skilja, hvat ið hent var, og í heiminum tosaðu tey ikki um tað, ið farið var fram.

- Eg og maður mín skiltu ikki álvarsemið beinanvegin, og vit vistu ikki, hvat vit skuldu gera, minnist omman.

Øll familjan varð skelkað, men eingin framdi nakað í gerð. Fleiri vikur gingu, áðrenn nakað varð gjørt við málið. Og alla ta tíðina búði familjan undir sama taki og royndi sum frægast at liva eitt vanligt lív.

- Eg hugsaði ongantíð, at eg hevði skyldu at boða barnaverndini frá. Um eg visti, at lógin áleggur einum at fráboða, so hevði eg sjálvandi gjørt tað. Tað eri eg vís í, greiðir omman frá.

Tað var ikki bert omman, sum ikki boðaði frá. Eisini ein góður familjuvinur visti, hvat hent var, men heldur ikki hon gjørdi nakað við málið.

- Mamman, sum er mín góða vinkona, bað meg endiliga ikki siga tað fyri nøkrum, og tí roknaði eg við, at hon sjálv tók sær av málinum, fortelur vinkonan og heldur fram:

- Men eg var í einari ræðuligari tvístøðu. Eg visti, at eg átti at tosa við barnaverndina, men gjørdi tað ikki. Eg ánaði ikki, at eg kundi blivið revsað fyri ikki at boða barnaverndini frá málinum.

Tað var ikki fyrr enn fleiri vikur seinni, at málið kom fram, tá mamman sjálv fór til myndugleikarnar.

 

Fráboðanarskyldan er neyðug

- Fleiri fyrivarni eru at taka, tá tú umhugsar at fráboða. Kanska følir mann, at mann svíkur familjuna. Men barnið er ikki sjálvt ført fyri at siga frá, og tí er barnsins tørvur og trivnaður altíð tað týdningarmesta, staðfestir sálarfrøðingurin, Sigrun Samuelsen, sum í Tórshavnar Kommunu einamest fæst við mál, ið hava við børn at gera.

Flestu málini, sum hava við børn at gera eru torfør at handfara. Men summi eru verri enn onnur; eitt nú nevnir Sigrun Samulesen insest, sum í allar mátar er sera viðkvæmið.

- Tað er eitt serstakliga viðkvæmt evni. Og at fráboða insest er ein álvarsom ákæra ímóti foreldrunum, tí eru fólk ofta meira varin við at gera nakað, tá tey hava illgruna um insest, greiðir sálarfrøðingurin frá.

Men hon leggur dent á, at tað er alneyðugt, at siga myndugleikunum frá, um mann hevur illgruna um insest, og so er uppgávan hjá teimum at finna útav, um nakað skal gerast í málinum.

Í 2005 vóru 25 mál um barnamisnýtslu í Føroyum, men her verður ikki skilt ímillum insest og annan kynsligan ágang ímóti børnum.

Sigrun Samuelsen óttast, at talið ikki sigur allan sannleikan um, hvussu nógvir tilburðir av insest í veruleikanum eru.

- Eg havi varhugan av, at fleiri hava illgruna um eitt nú insest, men tey fara ikki víðari við tí. Myndugleikarnir kunnu ikki ganga út frá, at borgararnir seta seg inn í lógarinnar tekstir, sigur hon.

Í Tórshavnar Kommunu hendir tað oftast, at pedagogar, læknar, lærarar og onnur, sum arbeiða við børnum, gera vart við trupulleikar viðvíkjandi barnamisnýtslu. Tað hendir tó eisini, at mammur og aðrir familjulimir boða frá. Sjáldsamari er, at grannar og aðrir privatpersónar gera vart við illgrunan.

Tey, ið ikki fylgja lógini og fráboðanarskylduni, kunnu vera revsað við bót ella hefti upp til tríggjar mánaðir.

Jógvan Páll Lassen, sakførari, sum hevur havt fleiri insestmál, viðurkennir, at tað er sjáldan, at fólk verða meldað fyri brot á fráboðanarskylduna.

Sigrun Samuelsen heldur tó ikki, at lógin er nyttuleys.

- Hjá teimum sum eru í iva, um tey skulu boða frá, kann lógin vera ein góð hjálp. Tað síðsta fetið á rætta leið, sigur hon og leggur afturat, at tað hóast alt eru nakrir privatpersónar, sum boða frá.

Jógvan Páll Lassen peikar eisini á týdningin av lógini. Hann heldur, at lógin virkar í tann mun, at fleiri yrkisfólk boða myndugleikunum frá.

Men hann er ikki kløkkur av at hoyra, at fólkið ikki kennir lógina.

- At tú ikki kennir lógina kann ikke nýtast sum ein umbering fyri ikki at hava fylgt henni, slær sakførarin fast.

- Vanliga seta fólk seg ikki inn í lógartekstir, fyrr enn tey hoyra um okkurt mál í fjølmiðlunum, leggur hann afturat.

Tað kennir Sigrun Samuelsen eisini alt til, men hon leggur afturat, at manglandi upplýsingararbeiði er ein av høvuðsorsøkunum til, at stórur partur av fólkinum ikki kennist við fráboðanarskylduna.

 

Vantandi upplýsing

1. januar í 2006 varð núverandi barnaverndarlóg sett í gildið ístaðin fyri gomlu barnaforsorgarlógina. Hetta hendi tá kommunurnar yvirtóku barnaverndarøkið. Endamálið við lógini er at tryggja vælferðina og trivnaðin hjá barninum.

Í tí sambandi varð felagskommunala Barnaverndarstovan veruleiki. Á Barnaverndarstovuni hava tey millum annað ábyrgd av upplýsingararbeiði við støði í lógartekstinum.

Anna Dam, leiðari á Barnaverndarstovuni, viðgongur, at upplýsingararbeiðið til privatpersónar ikki er nóg gott. Men hon leggur samstundis dent á, at upplýsing til privatpersónr ikki er raðfest ovast.

- Vit kundu gjørt stór átøk í bløðunum fyri at gjørt borgararnar varugaðar við fráboðanarskylduna, men vit meta ikki, at tørvurin á hesum er serliga stórur; tørvurin er størri aðrastaðni, sigur Anna Dam.

Barnaverndarstovan hevur valt at nýta alla orku uppá upplýsingararbeiði til yrkisfólk, sum í starvi sínum skulu vera serliga varug við atferð og tekin, sum børn senda.

- Vit skipa fyri tiltøkum fyri yrkisfólk. Tey eru gjøgnum starv sítt betri før fyri at meta um okkurt er galið við barninum, tí atburðurin er øðrvísi, heldur hon.

- Upplýsingararbeiðið kann altíð blíva betri, men í síðsta enda er tað tann einstaki, sum hevur ábyrgd av at kenna lógina.

Anna Dam er vís í, at ”barnavernd” er eitt gamalt orð og eitt vælkent hugtak millum fólkið. Og tí heldur hon, at borgararnir vita, hvat tey skulu gera, um tey hava illgruna um insest.

Hetta ivast Sigrun Samuelsen í.

- Sjálvt um borgararnir kenna uppgávurnar hjá barnaverndini, so trúgvi eg ikki, at tann einstaki kennir sína lógarskyldu um at fráboða.

 

Omman og vinkonan er dulnevnar, tí teirra nøvn kunnu vera við til at avdúka hetta ávísa málið. Redaktiónin kennir samleika teirra..

 

-------------------

 

Góð ráð um tú hevur illgruna um insest

 

Hesi ráð eru eisini galdandi um talan er um onnur viðurskifti enn insest, sum kunnu skaða barnsins trivnað.

 

Um tú óttast, at okkurt er hent, so er tín ótti nóg mikið til, at tú skalt seta teg í samband við myndugleikarnir.

 

Sjálvt um tú heldur, at tú veist ov lítið, so hevur tú skyldu at boða frá tínum illgruna.

 

Barnsins trivnaður eigur altíð at koma fram um onnur viðurskifti, sum tú heldur, at tú skalt vísa atlit til.

 

Tá tú boðar frá, hevur tú møguleika at vera ónavngivin.

 

Minst til, at tað eru yrkisfólk, sum skulu meta um, um nakað er at fara eftir í málinum. Verð tí partleys; tú skalt bert endurgeva tað, tú hevur sæð ella hoyrt.

 

Tá tú hevur boðað frá, er tað barnaverndin í tínari kommunu, sum yvirtekur málið, og tú hevur ikki meira við málið at gera.

 

Tú kanst lesa barnaverndarlógina á: HYPERLINK "http://www.logir.fo" www.logir.fo

 

 

 

Kelda: Sigrun Samuelsen og HYPERLINK "http://www.bvs.fo" www.bvs.fo