Sjúklingar og avvarðandi samd: Vit mugu fáa nýtt sjúklingahotel

Hotel Tórshavn er í so ringum standi, at tað er stór skomm, at føroyskir myndugleikar ikki hava okkurt frægari at bjóða teimum, sum gerast so sjúk, at tey noyðast av landinum, halda sjúklingar og avvarðandi

Hotel Tórshavn

Bygningurin, sum føroyska sjúklingahotellið í Keypmannaavn er í, skuldi ongantíð verið leigaður til sjúklingahotel.
Tað eru bæði sjúklingar, sum verða sendir til keypmannahavar at fáa viðgerð, og teirra avvarðandi, púra samd um.
Síðani umstøðurnar á føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn komu til almenna umrøðu í kjalarvørrinum á legionellabakteriunum í vatninum, hevur eitt ótal av sjúklingum, avvarðandi vent sær til blaðið at siga sína ónøgd um hotellið.
Tey, vit hava tosað við, eru yvirhøvur fólk, sum hava verið bæði mangar og langar ferðir á sjúkraferðum í Keypmannahavn, har tey hava gist á Hotel Tórshavn.
Og tey allarflestu, vit hava tosað við, hava eina og somu hugsan um Hotel Tórshavn.
Og tey eru púra samd um at tað var eitt stórt mistak at leiga hetta húsið til sjúklingahotell, tí tað er fullkomiliga óbrúkligt til endamáli.
Talan er bæði um, at hølini liggja illa fyri og at innrættingin ikki er nóg góð, og so tað, at bygningurin er í ringum standi.
Umstøðurnar á hotellinum eru so vánaligar, at tað kemur fyri, at sjúklingar sum hava umstøður til tess, heldur finna sær aðra gisting í Keypmannahavn, heldur enn at fara á hotellið, tí tey stúra fyri, at sjúkan fer at versna av at vera á hotellinum, tí har er bæði svampur og nú eisini, legionella.
Tað er eisini komið fyri, at læknar á Ríkissjúkrahúsinum beinleiðis hava mælt fólki, við veikari immunverju, frá at gista á hotellinum.
Vit vita eisini, at fólk hava vent sær til føroyskar myndugleikar og hava greitt frá støðuni, eisini skrivliga, so tey, sum vara av, vita fullvæl, hvussu statt er.
Sjúklingar og avvarðandi vita, at sagt hevur verið, at nógvir av hesum trupulleikum verða viðgjørdur í samráð við felagið, sum eigur húsið.
Men tað er eitt stórt felag og tað vísir seg at ganga ómetaliga seint at viðgera tey ymsu málini.
-? Vit ivast ikki í, at tað verður arbeitt við málinum, men tá ið vit eru á hotellinum, trykist kortini ikki sum um at nøkur framstig av týdningi eru at hóma kortini.
Annars siga tey, at í fyrstuni tóktist tað vera eitt stórt framstig, at flyta í hetta hotellið, men tað var rættiliga skjótt, at glansurin fór av hotellinum, tá ið tey ymiski brekini fóru at vísa seg.
Og sjúklingar eru eisini sannnførd um, at skal nakað gerast fyri at bøta um viðurskiftini, má tað verða myndugleikarnir, sum gera tað.
Onkur hevur róð framundir, at sjúklingar og avvarðandi eiga at gera meiri vart við seg, eitt nú við at stovna eitt sjúklingafelag fyri tey, sum brúka Hotellið.
Men tey flestu spyrja, hvør av sjúklingunum ella avvarðandi hava orku til at stríðast við myndugleikarnar, afturat tí at tey hava sjúku at dragast við.
Fleiri av teimum, vit hava tosað við, vilja vera ónevnd, so vit hava gjørt av at lata øll vera ónevnd.
Eftir teimum samrøðum, vit hava havt við sjúklingar og avvarðandi, kunnu atfinningarnar setast upp í nøkur punkt, sum vit seta upp niðanfyri.

1) Umstøðurnar hjá teimum, sum skulu vera á Hotellinum leingi, eru ótolandi, tí á hotellinum eru
bara vanlig kømur. Tað merkir, at fólk, sum eru illa sjúk og skulu vera á hotellinum leingi, hava
ringar umstøður at hava avvarðandi við. Nógv dømi eru um at húski, einki hava havt at búleikast í í
fleiri mánaðir, uttan eitt kamar upp á einar 12 fermetrar - við børnum ein part av tíðini og tað er
ómetaliga strævið hjá røskum fólki og tíansheldur tá ið sjúka er uppi í og sálarliga støðan mangan
er ógvuliga vánalig frammanundan.

2) Upprunaliga var ætlanin, at tað skuldi vera nakrar íbúðir til sjúklingar, sum skuldu vera leingi á
hotellinum. Men íbúðir eru ongar og tað er ein stórur bági.Høvdu fólk eina íbúð, kundu tey havt
gestir undir virðiligum umstøðum og tey kundu eisini matgjørt sjálvi- so at tey fingu tann mat,
teimum dámar best og tað hevur ikki so lítlan týdning í eini sjúkustøðu, ikki minst tá ið talan er
um sjúk børn.


3) Ventilatiónin virkar als ikki, so tað er ikki livandi um summarið fyri varma. Men tað eru eisini
dømi um, at sigaretroykur kemur inn á kømur og wc ígjøgnum ventilatiónsskipanina og tað er
ógvuliga óheppið hjá fólki, sum ikki tola royk- og tey eru ikki so fá, har ávísar sjúkur gera, at tey
ikki tola royk.

4) Umframt Hotel Tórshavn, eru tað nógv onnur, sum húsast í hesum sama bygninginm. Men í
gongini, har lyftirnar eru, er tað ikki hotellið, sum hevur ábyrgdina av reingerðini. Og har hevur
reinførið verið út av lagi vánaligt.

5) Svampur er á summum verilsum. Sagt verður, at svampurin er púra óskaðiligur fyri fólk, men tað
trúgva sjúklingar og avvarðandi ikki. Dømi eru um fólk, sum hava niðursetta immunverju og sum
eru blivin ógvuliga sjúk av at hava sovið á einum av hesum kømurum. Tað eru eisini dømi um
fólk, sum eru flutt av einum kamari við svampi í og tað má vera prógv fyri, at tað er ikki heilt
óskaðiligt. Tað eru eisini dømi um, sum verða sjúk, so skjótt tey koma inn á onkur av hesum
kømurum. Men so skjótt tey flyta í onnur kømur aftur, er alt í lagi, me n koma tey inn aftur á eitt
kamar við svampi, verður galið. Eitt nú hava bæði sjúklingar og avvarðandi fingið lungnabruna av
at sova á einum av hesum kømurum við svampi. Beinanvegin tey koma av kømurunum, liva tey
betri. Aðrastaðni, har svampur er, verða hølini stongd og verða ikki brúkt, fyrrenn trupulleikin er
loystur.

6) Tað er í heilum, at lyftirnar ikki virka og at fólk sita føst ímillum tvær hæddir. Tað er ikki
óvanligt, at fólk hveppa seg við at fara í lyftirnar, tí tey stúra fyri at sita føst.

7) Gáttin í úthurðini er so høg, at hon er aldeilis óegnað til fólk, sum sita í koyristóli. Ein fjøl er
gjørd, sum kann leggjast upp eftir gáttini, men tað krevur framvegis at ein avvarðandi er við, sum
kann leggja skráan upp eftir gáttini og sostatt ber framvegis ikki til hjá einum, sum situr í koyristóli
at sleppa út og inn, uttan at fáa hjálp til tað, men tað eru ikki øll, sum hava fólk við sær, heldur ikki
fólk í koyristóli. Nógv teirra eru eisini von at klára seg sjálvi her heima, so tey haav stórt fortreð av
at noyðast at biðja onnur um hjálp-

8) Tað er onki fríøki beint við. Sagt hevur verið, at garðurin skuldi gerast til grønt øki, men tað er ikki
gjørt enn. Annars liggur økið væl fyri - hjá teimum sum orka. Sagt hevur verið, at tað tekur 10
minuttir at ganga til tok, men so skal gangast skjótt. Fólk, sum hava tikið tíð, siga, at tað tekur 20
minuttir at koma yvir á Ríkissjúkrahúsið, men tað er næstan smárennandi.

9) Spælirúmið til børnini er ikki serliga barnavinarligt og børn trívast ikki inni har. Avleiðingin av tí
er, at børn mangan brúka gongina til spælipláss. Viðhvørt fáa sjúklingar og avvarðandi varhugan
av, at hesi børn eru í vegin, men tað er onga aðrastaðni at vera, tí onki øki hoyrir til hotellið og inni
á einumn kamari kunnu børnini ikki vera alla tíðina.
Tað er eisini komið fyri, at onkur av teldunum, sum børnini hava at spæla við, hevur verið í ólagi í
fleiri mánaðir út í eitt.

10) Á baðiverilsunum eru flísar á gólvinum, men ongin hiti er í gólvinum og tey, sum hava roynt tað,
vita, hvussu kaldar flísar eru, tá ið ongin varmi er í gólvinum.

Sostatt halda sjúklingar og avvarðandi, at frægasta loysnin hevði verið at funnið heilt onnur høli til sjúklingahotel, tí tað er so nógv at gerast við bygningin, sum hotellið nú er í, at tey ivast í, um tað nakrantíð fer at eydnast at fáa Hotellið brúkiligt, hóast ymsar ábøtur verða gjørdar .
Tey minna eisini á, at hjá nógvum sjúklingum og avvarðandi, er Hotel Tórshavn at rokna sum teirra heim í vikur og mánaðir undir umstøðum, sum mangan eru truplar og tyngdar av sjúku og tí má tað verða eitt krav, at umstøðurnar eru virðiligar.