Hon gongur spakuliga niðan móti røðarapallinum. Tað ørar fyri eygunum, og pallurin, veggirnir, ja, alt siglir fyri henni. Knappliga angrar hon meira enn nakað annað, at hon játtaði at leggja fram. Er um at detta, tí beinini skelva og hjartað dukar, so tað sæst gjøgnum blusuna. Muðurin er turrur, og varrarnar klepruttar, og hon vil bæði kukka og spýggja í senn. Men nú er ov seint, tí áðrenn hon varnast tað, stendur hon við røðarapallinum og finglast við pappírið, sum hon dugdi uttanat, tá ið hon vandi og vandi framman fyri manninum í gjárkvøldið. Slættar tað niður á pultin, skeitir í tað, men alt rennur bara saman fyri henni, og hon veit ikki, hvat hon skal gera av hondunum. Alt er burtur, og hon ánar ikki, hví hon stendur her. Knappliga er tað yvirstaðið. Fólkini klappa, og ein onnur kvinna aftast í salinum ger seg til reiðar at trína niðan á røðarapallin.
At trína fram er ein vanasak
Tá ið Hildur Patursson úr Havn var forkvinna í Føroya Pedagogfelag í tíðarskeiðinum 1986 – 1998, varnaðist hon, at nógvar kvinnur aftraðu seg við at taka orðið, tá ið avgerðirnar skuldu takast.
– Tær høvdu nógv áhugaverd sjónarmið, og vóru væl orðaðar, tá ið tosað var í kaffistovuni. Men tá ið sjónarmiðini skuldu út til eina størri fjøld, til dømis á aðalfundi, so tagdu tær, greiðir Hildur Patursson frá. Hon heldur, at tað er ein álvarsligur trupulleiki fyri demokratiið, at ein stórur partur av fólkinum ikki hættar sær at taka orðið og grundgeva fyri sínari søk. Tí demokratiið virkar bara, tá ið øll koma fram.
Hetta var eisini orsøkin til, at Hildur gjørdi av at bjóða út tori- og taluskeið fyri lærara- og pedagoglesandi og fyri álitisfólkum og nevndarlimum í fakfeløgum.
– Eg havi staðið við kvinnum, sum hava verið um at detta av berum nervøsiteti, men tá tær so hava gjøgnumført tað, eru tær fantastiska glaðar. Og longu næstu ferð tær taka orðið, er tað nógvar ferðir lættari.
Vit verða ongantíð fullkomnar
Hildur Patursson sigur, at fólk, sum ikki tora at taka orðið, eru bangin fyri at gera seg fyri skommum, og at hini kanska fara at flenna.
– Veruleikin er tann, at fólk lurta, tá ið onkur hevur okkurt upp á hjarta. Størsti fíggindin er í veruleikanum tú sjálv, og tí er stóra avbjóðingin at møta tær sjálvari, og tí, sum tú ímyndar tær, sigur hon.
Ofta fýlast fólk á, at so fáar kvinnur eru í politikki, og at sokallaðu bleytu virðini koma ikki nóg væl til sjóndar í politiska orðaskiftinum.
– Men tað er avgjørt eisini okkum sjálvum fyri at takka. Tí tá ið vit tiga, so kunnu vit ikki rokna við, at nakar annar talar søk okkara, sigur Hildur Patursson, sum heldur, at um kvinnurnar halda, at tær mugu bíða til tær eru perfektar, so verður tað ongantíð.
Tá ið prátið fellur á hugburð okkara til kvinnur, sum taka orðið, sigur Hildur Patursson, at tað kostar at stinga høvdið fram.
– Jantelógin er sterk, men ikki sterkari enn tú sjálv gert hana. Hana kanst bara tú venda og broyta. Hon er ikki samtykt í løgtinginum, men av hvørjum einstøkum okkara, sigur hon.
Normalt at vera bangin
Ongin er deyður av at taka orðið. Og hvat er tað ringasta sum kann henda. Soleiðis spyr Hildur Patursson, sum heldur, at tað ræður um at vera góð við teg sjálva.
– Lat summarfuglarnar flaksa, men sama veg. Tí tað er í lagi at vera nervøs, tað er tekin um, at tú tekur uppgávuna í álvara og vilt gera títt besta, sigur hon. Og hon vísir á, at tað er púra vanligt, at tey sum hava talað, ikki minnast, hvat ið tey søgdu aftaná.
– Tað er eisini í lagi at gloyma okkurt burturímillum, tí at kjarnin í boðskapinum kemur sum oftast fram hóast alt, sigur hon.
Tá ið Hildur hevur hildið skeið fyri kvinnum brúka tær videoupptøkur, so tær kunnu spola aftur og síggja seg sjálvar aftur saman við einum lítlum hyggjaraskara.
– Tá verða tær púra paff, tí at nervøsiteturin sæst ikki aftur. So hóast tær hava hjartabankan og beinini ristast, so sæst hetta ikki, slær hon fast.
Tala til allar streingir
Tá ið tað snýr seg um at taka orðið, halda eina røðu og at fyrireika eitt upplegg, eru ávísar reglur, ein eigur at hugsa um. Retorikkur, ella læran um at argumentera, er elsta lærugrein sum er til, og stavar hon heilt afturi úr fornari grikskari mentan.
– Skal eitt innlegg vera gott, so mást tú eisini arbeiða við tí. Argumentini skulu halda, og boðskapurin skal vera greiður. Tú skalt sjálv trúgva upp á tað, sum tú sigur, og boðskapurin skal koma innanífrá. Tú skalt vísa, at tú brennr fyri sakini, so tú nertir við fólk. Men allar fyrst mást tú tora, greiðir Hildur Patursson frá.
Og hon vísir staðiliga á, at ein boðskapur, sum verður lisin upp, er drepandi fyri áhoyrararnar.
– Um tú veruliga hevur tørv á at hava eitt pappír, so skriva bara setningin, sum tú endar við og kanska nøkur fá punkt niður. Hugsa annars um at slappa av og at fáa samband við áhoyrararnar. Fremst av øllum: Ger tær greitt, hvat ið tú hevur upp á hjarta og sig við teg sjálva: Tað, sum eg vil siga er, at...og so boðskapin púra greiðan, sigur Hildur Patursson.
Eisini greiðir hon frá, at tú skalt tora at endurtaka tað, sum tú sigur, og ikki minst at hava smáar steðgir í innlegginum.
Tá ið Hildur Patursson talar um retorikkin, so hevur sambandið við áhoyraran alt at siga. Tí hevur tað eisini alstóran týdning, at tú nemur allar streingir, um tú vilt verða hoyrd. Og hon greiðir frá, at vit tosa um tríggjar appelformar: Logos, sum er fornufturin; pathos, sum er til hjartað og so ethos, sum snýr seg um útstráling. Ein væl framborin og fyrireikað røða, sum fær fólk at lýða á og kanska eisini at flyta seg, hevur allar hesar tríggjar partar í sær.
Ríkari við fleiri áskoðanum
Eitt annað, sum Hildur Patursson hevur góðar royndir við, er at stuðla kvinnum positivt, tá ið tær bjóða seg fram. Hon sigur, at vit kvinnur skulu venja okkum við at stuðla hvørja aðrari, og at viðurkenna og koma við positivum viðmerkingum til hvørja aðra.
– Eisini teimum, sum vit eru ósamdar við, tí tað er eisini ein avbjóðing hjá teimum at taka orðið, sigur hon. Og hon heldur, at vit føroyingar hava lyndi til at ræðast ósemjurnar í staðin fyri at fegnast um, at øll koma fram við sínum sjónarmiðum, og at taka tað sum eina gávu at sleppa at hoyra aðrar áskoðanir.
– Okkum nýtast ikki at vera samd. Størstan týdning hevur tað, at øll sjónarmið koma til orðanna. Tí nústani tá kunnu vit veruliga rópa okkum eitt demokrati, har øll eru við, bæði kvinnur og menn, sigur Hildur Patursson.
Hon lítur út á fjøldina. Hómar mannin á fremsta bonki. Hann smílist og nikkar til hennara. Áh, sum tað er gott, at onkur har niðri lítur á, at hon fer at klára tað. Hon andar djúpt inn. Blundar, meðan boðskapurin kemur fram fyri hana. Nú er nú. Hon lítur út aftur á fjøldina, sum situr og bíðar, smílist eitt sindur og onkur nikkar tigandi. Summarfuglarnir í búkinum flúgva sama veg nú, og meðan hon festir eyguni á góðu vinkonuna mitt úti í salinum, tekur hon armarnar upp á røðarapallin, og heldur fast um kantin. Nú stendur hon har og fer ongan veg. Tað, sum eg vil siga er.. hugsar hon, og letur mikrofonina varpa út alt tað, sum hon hevur uppá hjarta. Hon hugsar seg væl um. Lítur av og á upp í loft, fyri at leita fram orðini og tankarnar. Gevur sær góðar stundir. Undirstrikar sjónarmiðini við hondunum, og letur einglarnar flúgva gjøgnum rúmið viðhvørt. Tí at hon er púra greið um, hvat hon hevur uppá hjarta, og hon vil, at áhoyrararnir skulu náa at sodna tað, sum hon sigur. Áðrenn hon veit av tí, geva lógvabrestirnir afturljóð í stóra salinum, og hon trínur niður, meðan onkur tekur í hond hennara og takkar fyri. Og ein onnur kvinna aftast í salinum ger seg til reiðar at trína upp á røðarapallin.