útheimin og annað. Men samskiftið við okkum hevur ikki verið og er ikki nóg gott. Vit hoyra javnan, at nú gongur betri í ferðavinnuni og at so og so nógv ársverk eru í vinnuni, men eg dugi ikki at fáa eygað [...] Vit vita, at tá ið man fer í kríggj doyggja soldátar burtur av, men er tað, sum er meiningin, at fleiri skulu doyggja økonomiskt, áðrenn Ferðaráðið er komið fyri seg, so eiga vit at fáa tað at vita. Hinvegin [...] Hinvegin kunnu vit siga, at tað ber væl til at reka ferðavinnu uttan Ferðaráðið. Um tað læt aftur í dag, hevði tað ikki gjørt nakran mun. Kenslan man situr við er, at vit kunnu verða Ferðaráðið fyri uttan
uppruna og fara ikki bara at sløðast í Havn. Og vit tosa um fleiri túsund fólk og tað gevur aftur møguleikar hjá gistingarhúsvinnuni at hýsa øllum. Tí kunoyingurin vil helst búgva í Kunoy, og sumbingurin [...] vikuskiftinum er at samskipa tey, ið fáast við ættargransking og geva teimum møguleika at seta eitt ættargranskingarfelag á stovn. Ein møguleiki við at ættargranskarar og telduáhugað savnast, er at fáa skipa [...] nógv at siga fyri fólk, at kunna leita aftur til røturnar og til sín uppruna. Tá ið familjur gera ættarveitslur verða avrit tikin úr kirkjubókunum um ta somu familjuna. Liggur alt á teldu er tað nógv høgligari
Finlandi, Grønlandi, Noregi, Svøríki, Onglandi og Føroyum vera við. Í hesum sambandi skal Havnar Sjónleikarfelag umboða Føroyar og framføra leik 12. og 13. juni. Tað er bólkur av ungum leikarum í felagnum, sum [...] leikritinum og verða síðani bundin saman við einum frásøgufólki, ið kemur inn ímillum og greiðir frá á "skandinaviskum" máli. Føroyska málið er tó við, tí í teimum brotunum, ið spæld verða, er samtalan [...] Illa. Leikstjóri er Rúni Gaardlykke. Av tí, at fyrireikararnir í Stockholmi hava sett mark fyri, hvussu long spælitíðin kann vera hægst 60 min. ber ikki til at spæla leikin í fullari longd á hesum sinni
krokodilla fer at skreiða" er um Lítlu krokodilluna, sum dámar sera væl at skreiða í kavanum saman við Stóru krokodilluni og besta vini teirra, teirri stóru Hvítabjørnini. Birdie Poulsen hevur skrivað og Niels [...] prýdd við bæði lit- og svørt/hvítum myndunum, sum Ernest H. Shepard teknaði. Bókin er 80 síður og kostar 95 kr. í bókabúðunum. Hestprent stóð fyri prentgerðini. Lítla krokodilla fer at skreiða Fitta lítla [...] føroyskari týðing. Tað er Gunnar Hoydal, sum hevur týtt tríggjar søgur til føroyskt. Bókin eitur "Mín fyrsta bók um Palla Pumm", A. A. Milne hevur skrivað og Ernest H. Shepard hevur myndprýtt. Tað eru stívliga
ferðaætlan. - Tað sum vit hava lagt dent á við hesi ferðaætlanini, er at gera hana greiðari. Serliga vóru tað notirnar í gomlu ferðaætlanini, sum góðu fólki høvðubrýggj. Ofta var tað so at fólk g´ðu sær [...] um notirnar, og á summum leiðum vóru tær so nógvar eisini. Í nýggju ferðaætlanini er nógv lætari at fáa eitt yvirlit. Tað vil siga, tá ið ein hevur lært seg at nýta merkingarnar, sum verða nýttar í fer [...] er nevnliga ikki eins og gamla ætlanin, har eitt yvirlit var at finna fyri mánadag - fríggjadag og eitt yvirlit yvir leygardag og sunnudag. Nýggja ferðaætlanin er skipað soleiðis, at har hava teir ymisku
kjans. Teir hava gloymt, at danir tóku um endan, og at teir nú kanska fara at eftirgeva skuldina. Tað er vert at taka til eftirtektar í hesum døgum, heldur Rolf Guttesen. Rætt at endurskoða heimastýrislógina [...] r aftur, og tá er ikki óhugsandi at ein kreppa aftur tekur seg upp. Skomm at krevja loysing ? Hvat heldur tú er skilabest at gera politiskt? ? Tað er m.a. at fáa skil á heimastýrislógina, og gera eina [...] tó at eg ikki haldi at loysing er gott hugskot. Hví ikki loysing? Føroyar eru ov fámentar. Verður tað veruleiki, so kemur split í sambandið millum Danmark og Føroyar, av tí at føroyingar fara at biðja
sínari vakrastu síðu og tað er einki at ivast í, at fremmana fólk fáa hug at vitja land okkara tá tey síggja slíkar vakrar myndir. Tað eru tó ikki bara ferðafólkini sum fáa gleði av kalendaranum. Nógvir [...] úr tyrlu á summartíð, og ikki nýtist at siga frá at eisini tær eru sera snøggar. Til føroyingar og ferðandi Myndakalendarin er eitt framúrskarandi amboð hjá ferðavinnuni. Her verða Føroyar vístar frá sínari [...] Nógvir føroyingar uttanlands hava kalendaran hangandi og tá »heimlongsul« kemur á, er gott at hava ein so vakran kalendara at hyggja at. Men myndakalendarin verður eisini brúktur til annað. Á baksíðuni er sum
Har var onki at gera, mátti seta seg niður og bakka innaftur. Teir vóru sera fittir, hjálparfólkini, og søgdu, at tað merkti bert, at har var eitt sindur av skili innanfyri, tí tað VAR rætt at vera bangin [...] Ikki er tað natúrligt at kasta sín verjuleysa kropp út av 102 m., og teir bóðu hana hugsa eitt sindur um tað, og kanska royna aftur um eina løtu. Men kenslan at standa har! Tað var als ikki neyðugt at hoppa [...] var tað, at Halla ikki hoppaði, men gott er. Kanska eina aðru ferð. Aftan á hugsaðu vit um, at vit áttu at havt hoppað saman. So hevði John hoppað, og Halla hevði bara verið noydd at fylgt við. Tað fingu
stríðandi heim at leita eftir slekt og vinum og at hjálpa til ímóti einræðisharranum Nimrod og hansara hermonnum. Og eftir sorg og vónir, vandar og sigrar verður endin, sum hann eigur at vera. »Leiðarljós« [...] hetta partur av sjónarhorninum, men tað veitir lesaranum eina kenslu av um somu tíð at fáa nógv at vita - viðhvørt ov nógv - og ov lítið at vita. Hermenn og dráp verða tíðum havd á lofti, men ikki fyrr enn [...] stendur, at hermenninir »Drupu øll, bæði menn og konur og børn«, og fáar reglur seinni: »og nógv fólk vóru tikin til fanga«. Hetta er smáputl, men argandi smáputl. »Leiðarljós« er ógvuliga konkret og glær
Kristiliga Sangkórið úr Havn fer til Noregs á vitjan í summar. Tey skulu m.a. vitja í Bergen og Tróndheimi og skulu millum annað hava konsert í Speljavik, Nidarsdommen og í Stiklestad kirke. Kórið hevur [...] Kommunuskúlaskálanum í Havn. Framførdir verða ymsir sálmar og sangir. Á konsertini í Havn verða tveir næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla við. Talan er um Andreu Mortensen og Marjun Olsen. Tær hava fyri stuttari [...] ervatoriið skipaði fyri. 105 ungdómar tóku lut í kappingini og báðir føroysku luttakararnir stóðu seg sera væl. Andrea, ið spælir klaver og Marjun, ið spælir tvørfloytu framføra kappingartónleikin á konsertini