Nýggj ferðaætlan komin

Smáplássini hava fingið onkran túr afturat, men annars eru størstu broytingarnar í nýggju ferðaætlanini hjá Standfaraskipum Landsins sjálvur bóklingurin og yvirlitið, sum er nógv greiðari

Í dag, 6. juni, verður nýggja ferðaætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins tikin í nýtslu.

- Tað eru ikki tær stóru broytingar á fráferðum, men sjálvur bóklingurin og yvirlitið er nógv broytt, sigur Petur S. Nolsøe, leiðari fyri bygdarleiðum á Strandfaraskipum Landsins.


Notirnar tiknar burtur

Ein skal veruliga venja seg at hyggja í nýggju ferðaætlanina. Sjálvur bóklingurin er ikki í eini fittari lummastødd sum undanfarna, men ummálsliga næstan í dupultari stødd. Síðutalið er hinvegin bara helvtin av undanfarnu ferðaætlan.

- Tað sum vit hava lagt dent á við hesi ferðaætlanini, er at gera hana greiðari. Serliga vóru tað notirnar í gomlu ferðaætlanini, sum góðu fólki høvðubrýggj. Ofta var tað so at fólk g´ðu sær ikki far um notirnar, og á summum leiðum vóru tær so nógvar eisini.

Í nýggju ferðaætlanini er nógv lætari at fáa eitt yvirlit. Tað vil siga, tá ið ein hevur lært seg at nýta merkingarnar, sum verða nýttar í ferðaætlanini.

Ferðaætlanin er nevnliga ikki eins og gamla ætlanin, har eitt yvirlit var at finna fyri mánadag - fríggjadag og eitt yvirlit yvir leygardag og sunnudag.

Nýggja ferðaætlanin er skipað soleiðis, at har hava teir ymisku vikudagarnir fingið eitt tal. Talið 1 merkir mánadagur, talið 2 merkir týsdagur,... og talið 7 merkir sunnudagur. Umframt hesi tølini skal tann ferðandi eisini læra seg at ?x³ merkir gerandisdagar (mánadag - fríggjadag). Stendur t.d. við einari fráferð ?x6³ merkir tað at henda fráferðin er mánadag - leygardag, men ikki sunnudag.

Tá ið ferðaætlanin er broytt ísamband við høgtíðsdagar og stevnur stendur heldur ikki longur síðst í ferðaætlanin, men hinvegin undir hvørjari einstakari farleið. Yvirlitið er tískil nógv greiðari.


Í nýggju ferðaætlanini finnur ein heldur ikki yvirlit yvir samskipaðar ferðir.

- Tær samskipaðu ferðirnar, ella sum vit plagdu at siga ?tær gráu síðurnar³ vóru ikki nóg fullfíggjaðar. Partvís var feilur í samstundis sum yvirlitið ikki varð nóg greitt. Bíðitíðin kundi vera so ójøvn á teimum ymisku støðunum, og ferðafólk kundu eisini velja aðrar ferðir en tær sum stóu á hesum yvirlitinum.

- Í hesi nýggju ferðaætlanini valdu vit ikki at hava hetta yvirlitið við.


Smáplássini

betri samband

Innihaldsliga eru ikki tær stóru broytingarnar í ferðaætlanini. Á onkrum av teimum stóru leiðunum eru nakrar fráferðir broyttar fimm ella tíggju minnuttir. Annars eru leiðirnar við tað sama.

Hestfólk hava fingið eina fráferð um morgunin afturat. Hetta ger tað møguligt hjá teimum at koma til Havnar til vanliga arbeiðstíð.

Ferðirnar eru eisini samskipaðar eitt sindur betri frá Skúgvi, so tað er lættari hjá teimum at koma til miðøkið.

Svínoyingar og fugloyingar hava eisini fingið ein túr afturat mikudag (men hetta er bara um summarið).


Ferðaætlanin fast til keyps fyri 20 krónur í bussum, á skipum, á høvuðsskrivstovuni, Rutuupplýsingini í Tórshavn og á avgreiðslum um landið.