Mín fyrsta bók um Palla Pumm

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið nýggjar barnabøkur út.

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið fleiri barnabøkur út í seinastuni. Palli Pumm, ið nøkur kanska kenna undir navninum Peter Plys ella Winnie-the-Pooh, ­ er nú komin út í føroyskari týðing. Tað er Gunnar Hoydal, sum hevur týtt tríggjar søgur til føroyskt. Bókin eitur "Mín fyrsta bók um Palla Pumm", A. A. Milne hevur skrivað og Ernest H. Shepard hevur myndprýtt.

Tað eru stívliga 70 ár síðani fyrsta bókin um ta hunangshungrandi leikabjørnina Winnie-the-Pooh varð skrivað. Í fyrstu útgávuni hjá Bókadeildini eru tríggjar av upprunaligu søgunum um Palla Pumm og øll hini dýrini, Asnar, Purkil, Kaninus, Tikára, Uglas, Kengu og lítlu Ru. Søgurnar eru um, tá ið eitt hús varð bygt til eslið Asnar í Pummarslág, tá ið Purkil var heilt umgyrdur av vatni, og tá ið Pumm gjørdi eitt nýtt spæl og fekk Asnar at spæla við. Hesar søgurnar eru tær, sum Palli Pumm helst vil hoyra, ­ tær, sum mest snúgva seg um hann sjálvan . . .

"Mín fyrsta bók um Palla Pumm" er øll, sum hon er prýdd við bæði lit- og svørt/hvítum myndunum, sum Ernest H. Shepard teknaði. Bókin er 80 síður og kostar 95 kr. í bókabúðunum. Hestprent stóð fyri prentgerðini.



Lítla krokodilla fer at skreiða


Fitta lítla bókin "Lítla krokodilla fer at skreiða" er um Lítlu krokodilluna, sum dámar sera væl at skreiða í kavanum saman við Stóru krokodilluni og besta vini teirra, teirri stóru Hvítabjørnini.

Birdie Poulsen hevur skrivað og Niels Jákup Thomsen hevur týtt. "Lítla krokodilla fer at skreiða er fitt", lítil smábarnabók, 28 bls. í litum, og hon kostar 39 kr. í bókabúðunum. Spf. Gramar á Velbastað hevur staðið fyri prentgerðini.