hátt av vætuni í luftini, ið mangan spjaðir ljósið. Hetta havi eg upplivað, tá ið hav og himmal smelta saman í ljósareyðar og gráar tónar við glansi sum í kúvingsskel ella í ljósfossum, sum í veldigum veðurdrama [...] Sum í mongum myndum hjá Mikines, eru hendurnar hjá tí portrettaraða persóninum í fokus. Leggið til merkis hvussu úttrykksfullar hendurnar, sum handfara blómurnar, eru. Skipini fara Á framsýningini í Li [...] eftir at hava sæð 11 teirra í senn í einum rúmi gjørdist greitt, at mær slett ikki dámar tær. Hátíðardámurin, sum málarin megnar at stýra í teimum myrku myndunum, tykist í hesum myndum sjálvhátíðarliga
best umtókta café í landinum. Eisini er annað virksemið lagt afturat ella útbygt, soleiðis at tað eftirhondini arbeiða útímóti 100 fólk í føstum starvi í fyritøkuni. - Tað er hent nógv hesi árini eg [...] mótspæli, hevði hann nokk ikki biðið meg sitið í nevndini sína vegna, sigur Allan L. Agerholm. Allan L. Agerholm hevur sitið í nevndini í Hotel Føroyum samtakinum í trý ár, og hesi trý árini eru kanska júst [...] Allan L. Agerholm hevur nógv um oyrini fyri tíðina, so tað var gott at flogfarið bara var hálvan annan tíma seinkað hendan dagin. Hann er í Føroyum sum nevndarlimur í sambandi við aðalfundin hjá Hotel
ættirnar í Føroyum árini frammanundan og elvdu til, at fólk í túsundatali noyddust av landinum at vinna sær breyð í munnin ? serliga til Íslands. Tíðliga í sekstiárunum vóru føroysk ungfólk í Keypmannahavn [...] annað nam við verkætlanir, hann hevði í umbúnað; millum annað at savna tilfar um látínskúlan í Havn, granska í tí og skriva ritgerð um evnið. Vit minnast Hans Jacob Debes í takksemi og drýpa høvur, nú hann [...] Altíð er sárt at frætta, tá ið javnaldrar, tú hevur átt nógv saman við, andast í rímiliga góðum árum. Vit komu at kennast og gjørdust vinmenn í seinnu helvt av fimtiárunum, helst um heystið 1957, tá ið
geva KÍ nógv meistaraheiti, og at Klaksvík í síni heild fer at ganga einari glæsiligari framtíð í møti. Spurdur um hvussu nógv fólk hann væntar fara at búgva í Klaksvík í 2049, er John William ikki í iva: [...] so hann kann verða interviewaður í einum útvarpshølum norðuri í Klaksvík. Spurdur hvussu kenslan er, nú hann fer um tey fýrati, svarar John William: - 40 er ikki nógv í sær sjálvum, men talan er um ein [...] hann kemur í samband við nógv fólk. Og tá ein er opin, blíður og fyrikomandi, sum er borið John Williami og Oliveri, so fær ein nógv góð prát á redaksjónini, og eisini tá teir fara at vitja runt í Klaksvík
Kamarinum. Í samrøðu, sum Poul Niclasen hevði við hann í 1916, sigur Jákup soleiðis frá: Tað var ein merkisdagur í Havn, tá fyrsta nr. av "Færingetidende" fleyg út um býin. Bløð vóru forkunnug í Føroyum í teirri [...] nir hjá tí einstaka nógv skerdir, og tann skipan, sum tá valdaði - við einaveldi í Danmark og - hjá teimum fátæku - giftingarforboði í Føroyum - var í summum lutum lík henni, sum í dag eyðkennir nøkur [...] varan umskipað í eingilsk og skotsk skip og síðan førd til Onglands og borin í land ivaleyst á eyð-mjúkum støðum, sum tað enska tollvaldið ikki visti av. Í Rybergs Handli høvdu o.u. 30 fólk fast arbeiði
so har í eini tvey-trý ár. Eg tók ikki lut í sjálvum arbeiðinum, men átti í virkinum, so eg visti eitt sindur um tað og helt tað vera áhugavert, sigur Magnus Petersen. Hann sá ávísar møguleikar í hesum [...] Petersen var ein av framstandandi sakførar-un-um í Føroyum í 90-árunum, men hóast hetta valdi hann at leggja útbúgving og sak-førarayrki á hillina og í staðin fara undir at fram-leiða ymsar lutir úr gróti [...] jarð-frøðingi, á sinni, sum ver-andi tað frægasta til ídn-aðar-endamál, eftir at grót-virkið í Havn – tað sum í síðari tíð kallaðist Føroya Mekaniski Grótídnaður, og helt til úti við Strond – hevði framman
Tivoli í Keypmannahavn. Andreas var fyrst keypmaður í Thisted, men seinni flyta tey til Keypmannahavnar, har hann verður bókhaldari. Ellen og Ingeborg eru í hvussu er føddar í Keypmannahavn. Othonia [...] en í Bergen. Skrivstovan hjá Valdemar Lützen var øll árini úti í Fabrikkini í Rættará, men tá ið bygningurin á Bryggjubakka var liðugur í 1923-24, var flutt higar. Men so flutti hann útaftur í mars [...] at gjalda lønina í hondina. Hetta var ikki nøkur sjálvfylgja á bygd tá í tíðini. Valdemar hevði sera fjølbroytt virksemi. Í 1930 varð sandbáturin Slúkur keyptur, og Valdemar og Niels í Heiðunum seldu sand
Sovereign Explorer, sum tá fór at bora í Vesturafrika. Tað var í august í fjør og var hon har til mai í ár. Talan var um nógvar boringar. Har lærdi hon eisini nógv - tvs. nógvar ymsar mentanir. Pallurin [...] helt fram umborð, tá boripallurin í august í fjør varð leigaður av fyritøku í Texas at bora fleiri brunnar út fyri Vesturafrika. Hon var umborð á Sovereign Explorer í Vesturafrika, tá hon fekk tilboð um [...] hugaligt at vera við til eina nýggja boring. Og ikki minst tá hetta hendir í tínum egna landi, tá eisini at síggja, hvussu nógv í veruleikanum verður gjørt fyri at lúka krøvini frá føroyskum myndugleikum
Christian vaks upp í tjúgunum og tríatiárunum var nokk so nógv øðrvísi enn í dag. Húsarhaldini vóru sjálvbjargnari tá í tíðini enn nú, tá talan var um mat, klæði og brennievni. Tá var kúgv í hvørjum húsi, og [...] at fara upp á skúla. Ein dagin á veg úr Havn til Klaksvíkar hitti pápi Enniberg, ið var skúlastjóri í Klaksvík. Pápi hevði hoyrt, at sjómansskúli var í umbúna í Klaksvík, og hann spyr Enniberg, hvat hann [...] fyrst Sævarenni og síðani Brattenni. Pápi róði út í nógv ár, men tíðliga í sjeytiárunum vendi hann aftur til handverkið og arbeiddi sum húsasmiður í fleiri ár. Mamma og pápi fingu tvær døtur, Kristinbjørg
Kyndil brustu saman í Havn, á Skála og so til seinast eisini í Vestmanna. Ella, hvør hevur gloymt ta ferðina, tá vestmenningar leiktu Evropa Cup móti russiska liðnum CSKA Moskva, og í tí seinna dystinum [...] við seg í hondbólti, og tað hevur verið sera áhugavert at fylgja teimum. Í fjør eydnaðist tað teimum at koppa strandingum í steypafinaluni, hóast tær stóru vónirnar ikki vóru spáddar teimum. Í eini vælspældari [...] leikarunum í felagnum, sum nú eru vorðnir eitt ár eldri enn teir vóru í fjør! ? Teir eru vorðnir meira búnir, og saman við tí veruleika, at Ingi er komin aftur, so eru vit styrktir í mun til í fjør, sigur