Hans Jákup farin

Vitborin, skemtiligur og vinsælur var Hans Jakku, sum legði árarnar inn sunnudagin. Vit, ið minnast hann frá unglingaárunum til nú móti endanum, halda, at tað kenst fátæksligari, nú hann er farin

Seinasta sunnudag ringdi systkynabarnið Zakarias Wang at siga frá, at vin- og skyldmaður okkara Hans Jacob Debes doktari var deyður sama fyrrapart. Boðini komu dátt við, hóast vitað var um drúgvu sjúku og sjúkralegur hansara seinastu árini. Altíð er sárt at frætta, tá ið javnaldrar, tú hevur átt nógv saman við, andast í rímiliga góðum árum.
Vit komu at kennast og gjørdust vinmenn í seinnu helvt av fimtiárunum, helst um heystið 1957, tá ið báður gingu á VBV, har preliminer- og studentaskeið vóru hildin. Eisini vóru vit í ferðalagi við Zakariasi í Soylugørðum í Kaldbak okkurt vikuskifti og onkra frítíð. Hans Jakku hevði tá verið fyrst eitt ár við sluppini Fagranesi og síðani tvey ár við íslendskum trolara.
Men tað var ikki fyrr enn árið eftir, í 1958, at hann kom uppí felagsarbeiði, sum vit báðir saman við øðrum stílaðu fyri ella tóku lut í. Tá ið Tónleikafelagið varð sett á stovn hetta árið og fór undir útvarpssendingar sínar tvær ferðir um mánaðin, var Hans Jakku nevndarlimur og fastur frásøgumaður í sendingunum. Seinni, um várið 1959, var hann ein teirra, ið setti Kommunistiskt Ungmannafelag í Havn á stovn. Hinir vóru Andrias Guttormur Djurhuus, Jóan Petur Gregoriussen, undirritaði og einstøk onnur fólk, ið ikki hildu við ella góðtóku alt møsnið, ið sagt varð um annað enn slíkt, sum birti uppundir og stuðlaði afturhaldi, imperialismu, kríggi og órættvísi. Hesi vóru eisini millum teirra, ið skipaðu fyri gitnu mótmælisgonguni pálmasunnudag 1959, tá ið frættist, at herstøð skuldi byggjast á Sornfelli.
Tá vóru vit einans 16-18 ára gamlir unglingar; men longu tá trinu skilliga fram gløggskygni, rættvísiskensla og framfýsni Hans Jákups, ikki um at tala hansara eyðkenda skemtingarsama lyndi og ein hugburður, ið kveikti í tey flestu, sum kendu hann. Samhugi við teimum kúgaðu burtur og heima, ein rættvorðin alskur til land og fólk, sum tikið verður til, eitt opið og leitandi sinni, og ómetaligur áhugi fyri samfelagsligum og politiskum, mentanarligum, málsligum og søguligum viðurskiftum. Alt hetta ? og meira ? var slíkt, ið eyðkendi hin unga Hans Jakku longu tá. Eisini ein brennandi hugur at fremja í verki tað, ið hann helt vera rætt ella benda gongdini á rættari og bæriligari kós.
Tíðarskeiðið, vit komu til mans, var óivað eyðkent av einum ávísum bjartskygni. Búskaparskrædlið fyrst í fimtiárunum var farið afturum, Tjóðveldisflokkurin var í stórum vøkstri, og vinstrirørslur kring heimin fingu fótin fyri seg. Hans Jakku var helst einasti okkara millum, ið hevði fyrstuhandar kunnleika til tær kreppur og verkføll, ta øsing og neyð, sum serliga rinu við arbeiðara- og fiskimannastættirnar í Føroyum árini frammanundan og elvdu til, at fólk í túsundatali noyddust av landinum at vinna sær breyð í munnin ? serliga til Íslands.
Tíðliga í sekstiárunum vóru føroysk ungfólk í Keypmannahavn, sum hildu tørv vera á viðgerð og orðaskifti í sambandi við fleiri og aðrar spurningar enn teir, ið framvegis valdaðu heima í Føroyum. Tey tóku við teimum rákum, sum uppi vóru í tíðini, og sum sjáldan ella ongantíð vórðu tikin uppá tungu ? tíansheldur fest á blað ? í føroyskum orðaskifti. Frælsi og sosialisma, friður og framburður hjá øllum, samhugi við Triðja Heiminum, stríð ímóti atomvápnum og onnur mál vóru millum teirra, ið tann bólkur av ungfólki, sum í 1962 setti á stovn vinstrahalla felagsskapin Oyggjaframa og fór undir at geva út mánaðarblaðið FRAMAN, fylktist um. Í fyrstu ritstjórnini vóru Hans Jákup Debes, Tummas Napoleon Djurhuus og undirritaði, og longu í fyrstu greinum sínum skaraði Hans Jakku framúr við sínum djúpa "humori", greiðu hugsan, skilvísi og lætta føroyska máli. Tí hann var mikil málsnillingur; og helst hevur samanrenningin av bygdarmáli hansara, gjáarmáli, og tí "lærda" føroyska skriftmálinum, sum hann handfór so fyrimyndarliga, elvt til eyðkenda stíl hansara.
Hans Jákup var eisini uppi í, tá ið felagsskapurin skipaði fyri tiltøkum í Føroyum um summarið. Har vóru framsýningar ímóti atomvápnum, fundir og kravgongur. Ja, helst fyrstu politisku kravgongur í Føroyum, ið snúðu seg um heimspolitikk og um mál, ið viðvíkja allari mannaættini.
Tá ið lesturin á Keypmannahavnar Lærda Háskúla var lokin, og Hans Jakku hevði tikið cand.mag.-prógv í søgu og enskum, fór hann fyrst á skeið á Oxford University í Onglandi og síðani til Føroya, har hann í 1970 gjørdust lærari á Føroya Studentaskúla, umframt at undirvísa aðrastaðni. Sum so mong onnur "Framafólk" fór hann upp í Tjóðveldisflokkin aftur, og har hevði hann fleiri álitisstørv og umboðaði flokkin bæði á løgtingi og í ymiskum nevndum.
Men ringt var ? og er ? hjá framburðshugaðum, vinstrahallum fólki at fóta sær í tí lítla, tronga føroyska samfelagnum. Fólk, ið verða hildin at hugsa ella halda øðrvísi enn tað, ið borgaraskapið hugsar og heldur, kenna seg stundum annaðhvørt útihýst, meinsøkt, happað ella kanska mest hildin vera løgin, undarlig, hálvbýtt. Hjá mongum var ringt at finna eina javnvág, ið var nøgtandi. Summi royndu kanska at tekkjast tí vanliga og taka upp hugburðir, áskoðanir og lívslag teirra borgaraligu. Onnur gjørdu beint tað øvugta og settu seg upp ímóti øllum tí góðtikna, bæriliga og sámuliga, sum samfelagið ásetti. Tey flestu royndu helst onkra millumleið, sum stundum eydnaðist, stundum ikki.
Hans Jákup røkti tað, hann metti vera sínar borgaraligu skyldur, til lítar. Í lærarayrki sínum nærlagdur, í politiskum arbeiði álítandi. Eisini arbeiddi hann alla tíðina álvarsliga við sínum faki, søguvísind, har hann legði hóp av ritgerðum, greinum og viðmerkingum úr hondum. Og í 1982 kom so út høvuðsverk Hans Jakku, NÚ ER TANN STUNDIN..., sum síðani varð góðtikin sum doktararitgerð á Háskóla Íslands, haðani hann varð tilnevndir doktari, dr. phil. So gjørdist hann professari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, seinni leiðari á Søgu- og Samfelagsvísindadeildini, har hann hevði skeið á universitetsstigi, granskaði og hevði samskifti við hægri lærustovnar úti í heimi. Fleiri greinir í Fróðskaparriti, bøkurnar Føroya Søga og mangt annað innan søgu- og samfelagsgransking kom frá hansara hond í árunum aftaná. Men áhugi Hans Jakku fyri føroyskum politikki tóktist at minka so við og við.
Minnist skemtiliga røðu, ið Hans Jákup helt á sjúti ára føðingardegi Jóhannesar á Skarði, har hann millum annað segði, at fólk í Debesar-ættini hildu lítið um og dugdu illa við hesum, tey kalla "senti-mentalitet". Tað kann kanska vera so, kanska ikki. Ið hvussu er mundi Hans Jakku neyvan lata seg níva alt ov mikið av slíkum. ? Men heilsu og lyndi, umstøðum og lívslag hava vit menniskju so ómetaliga lítið tamarhald á, tá ið saman um kemur. Hóast fleiri okkara ikki halda, at Hans Jakku var so ovurhonds væl viðfarin av summum, ið tóku avgerðir, so kendist hetta ikki á honum, tá ið tú komst á tal við hann. Vit talaðu, sum vera man, stundum saman í telefon hesi seinastu árini. Vanliga snaraði prátið sær mestsum av sær sjálvum inn á tíðarskeiðið frá seinast í fimtiárunum til mið-skeiðis í sekstiárunum, tá ið vit høvdu mest saman og komu til mans. Tá ernaðist hann upp, mintist fleiri smálutir, sum langt síðan vóru gloymdir, og dugdi altíð at finna teir skemtiligastu tilburðirnar at siga frá. Hetta vóru ofta drúgvar samrøður, har hann millum annað nam við verkætlanir, hann hevði í umbúnað; millum annað at savna tilfar um látínskúlan í Havn, granska í tí og skriva ritgerð um evnið.
Vit minnast Hans Jacob Debes í takksemi og drýpa høvur, nú hann er farin. Hann gav okkum so nógv, og ogn er í tí, sum liggur eftir hann. Flogvit var hann og arbeiðssamur ? og óivað millum allarbestu rithøvundar okkara. Bøkur hansara og onnur avrik fara alvegis at standa sum tryggir varðar í heldur fløkjaligu og knortlutu søgu føroyinga.
Friður veri við minninum um Hans Jakku!