Patriotiski stríðsmaðurin fór um tey 40

John William Joensen, yngri hevur verið í mongum leikum, bæði sum KÍ-málverji og sum nevndarlimur í KÍ. Tíðin sum virkin ítróttarmaður hevur givið honum eitt hav av góðum vinum. Men politikkur, og tá serliga lokalpolitikkur og trivnaður í nærøkinum, liggja honum nærmast á hjarta

Profilur

 

7. februar 2009 fylti John William Joensen, yngri 40 ár. Ikki er mongum unt at gerast ein so sterk býarmynd, áðrenn ein rundar tey 40. Men hetta kann róliga sigast um John William Joensen. Altíð blíður og fyrikomandi, væl skorin fyri tungubandið, og eitt gott, skemtiligt lyndi. Hann er glaður fyri at skrivarin hevur leitað sær norður til Klaksvíkar, so hann kann verða interviewaður í einum útvarpshølum norðuri í Klaksvík. Spurdur hvussu kenslan er, nú hann fer um tey fýrati, svarar John William: - 40 er ikki nógv í sær sjálvum, men talan er um ein hálvan mansaldur. Kortini, um ein leitar aftur eftir, so eru nógvir kilometrar komnir uppá loggin. Sjálvandi gruni eg yvir tey farnu árini, onkra stilla løtu, men sum hjá so nógvum øðrum 40 ára gomlum monnum, so eru tær stillu løturnar rættiliga fáar. Sigur John William flennandi. John William er kortini glaður fyri tey valini hann hevur gjørt í lívinum, og hann sigur seg verða ”Fit for Fight” til tey næstu 40 árini. John William følir, at hann og hansara ættarlið vóru tað síðsta ættarliðið, sum spældu úti, bæði í bø og haga, og niðri við sjóvarmálan. – Mammurnar gingu við hús, tá vit vóru smáir, og vit spældu við hús. Vit vóru ikki á nøkrum dagstovni, og vit høvdu eina rúgvu av spælifelagum. Grannaløgini vóru í kríggi, og vit vóru nógv á floti á Borðoyarvík. Slíkt sum ung og børn í dag slettis ikki kenna til, tað var ein heilt onnur tíð. John William tykist sorgblíður, tá hann staðfestir hesar sannleikar.

 

Kennir seg priviligeraðan

 

John William kennir seg meiri priviligeraðan enn tey flestu. Foreldrini, Oliver og Elsa vóru rættiliga ung tá tey giftust, og fingu hann, sum fyrstfødda barnið. Báðar ommurnar, og báðir abbarnir hjá John William liva enn, og vitjar John William ofta Jákup og Jancy, og eisini John William, eldra og Hannu Fíu. Abbarnir hjá John William, John William Joensen, eldri, sum hann eitur eftir, og Jákup Biskopstø, eisini nevndur Húsa-Jákup, tí hann er ættaður av Húsum, eru kendir menn í nærumhvørvinum í Norðoyggjum. – Onnur eg havi tosað við minnast nóg illa ommurnar og abbarnir, meðan John William minnist langommir og langabbar frá barndómsárunum. Eg kenni hesi fólkini so væl, og havi livað við teimum frá mínum upphavi, og eri eg stoltir at verða ættaður frá so góðum fólkum. John William fegnast um teir stóru føðingardagarnar í báðum ættum, og tann stóra vinarskaran sum hann hevur, sum hann roknar fyri at verða størri og betri, enn sokallaðar Facebook-vinir. – Meðan onnur ramsa Facebook-vinir upp, so kann eg ramsa eina rúgvu av veruligum vinum og familju upp. John William er avgjørdur, tá hann kemur við hesi staðfestingini. Tá John William varð barn, tá vóru tað sjómennirnir, sum vóru stóru hetjurnar. - Øðrvísi er í dag, nú eru tað tær stóru sangstjørnurnar, og tær stóru ítróttarstjørnurnar. Tá eg vaks upp varð meginparturin sjómenn. Í dag verður hetta ikki rokna fyri at verða so nógv. Men okkara fyrimyndir vóru skiparnir og tað siglandi fólkið. John William viðgongur gjarna, at hann er konservativur.

 

Útlærdur prentari

 

Hóast nógv sjómansblóð rennur í æðrum John Williams, so valdi hann kortini at gerast landkrabbi. John William er vaksin upp við blaðnum Norðlýsinum. Pápin, Oliver hevur verið blaðstjóri á Norðlýsinum, síðani John William var smádrongur. Arbeiðsplássið hjá pápanum var tá – eins og tað er nú – í kjallaranum í sethúsinum hjá Elsu og Oliver uppi á Hædd í Klaksvík. Í John Williami birtist tíðliga ein longsul at gerast partur av blaðnum, sum verjir Klaksvíkar borg. John William royndi seg stutt í øðrum størvum, m.a. sum gartnari, men hugurin stóð til at verk, har hann kundi verða Norðlýsinum til frama. Ein orsøk til at hann valdi lívsstørvini hjá báðum abbunum frá, var fótbólturin. Sum sjómaður hevði fótbóltsleiðin verið ivasom. Feðgarnir vóru tó samdir um, at John William ikki skuldi læra á Norðlýsinum. John William søkti hjá fleiri prentsmiðjum, fyri at sleppa í læru, sum prentari. Tað var á Estra í Syðrugøtu, at lærusetningurin varð greiddur. Hann minnist enn hvussu Stig Rasmussen flenti, tá hann, John William kom við bønarorðum um eitt lærupláss: - Eg segði við Stig, at eg vildi hava eitt lærupláss, men eg kom ikki at arbeiða á Estra, tá eg varð avlærdur. Tí tá skuldi eg arbeiða á Norðlýsinum! John William viðgongur, at tað var heldur naivt at vænta eitt lærlingapláss, serliga tá ein boðaði frá, at ein fór ikki at arbeiða har, tá ein var útbúgvin. Stig Rasmussen helt kortini, at umbønin hjá John Williami var original: - Stig ringdi til mín, og tað fyrsta hann spurdi um, var um eg var eitt konufólk? Nei svaraði eg. Hann segði, at hann hevði fleiri konufólk á Estra, men har var alt blivið uppá vegin. So hann skuldi ikki hava fleiri konufólk, tað skuldi verða eitt mannfólk. Og John William tók av.

 

Stórtrívist á Norðlýsinum

 

John William er fegin um at starvast á Norðlýsinum, har hann kemur í samband við nógv fólk. Og tá ein er opin, blíður og fyrikomandi, sum er borið John Williami og Oliveri, so fær ein nógv góð prát á redaksjónini, og eisini tá teir fara at vitja runt í Klaksvík og í Norðoyggjum. John William viðgongur, at tað er nakað heilt serligt at starvast saman við pápa sínum, men hann heldur, at Oliver er lættur at samstarva við. Saman hava teir ment Norðlýsið til at verða bæði ein internetsmiðil við nógvum kjaki, umframt at verða eitt blað, sum verður borið í hvørt húski í Eysturoynni og í Norðoyggjum. Haraftrat koma túrarnir til London og París, sum blaðið skipar fyri. Norðlýsið hevur verið røddin hjá Norðoyggjum í nærum fulla øld nú, og hóast mong ættarlið eru sokkin í mold, og øll tøknin er skift út, síðani Norðlýsið kom út á fyrsta sinni í 1916, so er aðalsetningurin tann sami. At verja borg, og at bera tíðindi úr nærøkinum. Við internetsútgávuni er tað vorðið lættari at samskifta við klaksvíkingar, sum búleikast aðrastaðni, og sum búleikast kring knøttin. John William og Oliver fáa eisini nógvar afturmeldingar frá klaksvíkingum í útlegd. – Vit hava roynt at dyrka tann skógin, sum er her norðuri, og hava eftir førimuni givið okkara íkast til samfelagskjakið. Greiður John William frá, men hann staðfestir, at vinkulin teir aloftast brúka, verður mettur út frá nærøkinum, sum hann og foreldrini eru so góð við. – Vit hava ein ótrúliga góðan uppbakning, ikki minst tá tað kemur til lýsarar til blaðið. Tá hava vit veruliga notið gott av einum býi, sum Klaksvík.

 

Bert tveir á redaksjónini

 

John William fegnast um, at klaksvíkingar lyfta saman, tá tað kemur til einasta prentaða miðil uttanfyri høvuðsstaðin. John William viðgongur tó, at teir hava ikki sama fólk, sum aðrir miðlar. Tað eru bara hann og Oliver á redaksjónini, og tað er ikki altíð hann og Oliver fáa tíð at práta saman um tað, sum teir hvør særis skriva. Tað kann tíðum verða ringt at taka harðliga til orðanna í einum minni samfelagi, men John William heldur, at verulig vinarløg hevja seg upp um tjak og greinar um samfelagsmál, um enn ein kann verða ósamdur um tey ymisku málini. Klárar eitt vinarlag ikki, at ein er ósamdur, so er slíkt vinarlag lítið vert. – Hevur tú tey røttu argumentini, so lurta fólk eftir tær. Hevur tú ikki tey røttu argumentini, so tíma fólk ikki at lurta eftir tær. Staðfestir John William. Blaðið gekk á odda at stríðast ímóti einum valdømi, og blaðið stuðlar eisini allari menning av undirstøðukervinum kring landið, har ímillum eisini undirsjóvartunnilin til Sandoynna. John William metir, at vit eiga at verða á varðhaldi, at Føroyar verða eitt fjøltáttað land í framtíðini, og ikki miðsavnað, sum ein annar norðurlendskur provinsbýur. John William vónar kortini ikki, at hann hevur traðkað niður á onnur lokaløki í landinum, við sínum stríði fyri nærøkið. Tað hevur ikki verið meining hansara.

 

Fyrimunur at verða stórur

 

John William heldur, at tað er so skjótt, tá ein býr á einum størri staði, at ein gerst líkasælur við tey smærru økini í landinum. – Vit sum búgva í størri samfeløgum hava verri við at skilja tey, sum búgva í smærri samfeløgum. Og um fólkini frá smáu plássunum ikki kenna, at vit hava áhuga fyri teimum, og at vit ikki eru jalig, tá tey koma at vitja okkum. Um vit bara svara, at tey tað sama kundi búð í Havn ella í Klaksvík, tá er illa vorðið. - Tað er ein keðiligur hugburður, og slíkur hugburður fer at minka um Føroya-kortið hjá okkum. Og eg síggi onga orsøk til at minka Føroya-kortið. John William letur ongan iva verða um, hvar hann stendur í slíkum málum. - Tað kann ikki verða ein størri visjón fyri ein føroyskan politikkara, enn at tað skal verða liviligt allastaðni í Føroyum, og at allir føroyingar skulu hava somu møguleikar. John Williami líkar illa, at summi seta undirsjóvartunnlar og undirstøðukervið upp ímóti teimum sokallaðu bleytu virðunum. – Undirstøðukervið eigur at verða grundarlagið undir, at føroyingar kunnu búleikast kring alt landið. Tað sæst á John Williami, at hesin setningurin er eitt kardinalpunkt hjá redaksjónini hjá Norðlýsinum. Norðlýsið er eisini ein av bestu moralsku stuðlunum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og virkseminum har. John William harmast, at farið er burtur frá politiskum valdum nevndum: - Tí hvør er betri fyri at meta um tørvin hjá samfelagsborgarunum, uttan júst teir fólkavaldu. Við at velja politiskar nevndir, so valdi ein jú umboð fyri brúkarnar. John William óttast fyri, at framtíðar heilsuverkið í Føroyum ikki verður so væl innrættað til brúkaran.

 

Væntar betri tíðir fyri KÍ

 

Stóra hjartabarnið hjá John Williami er KÍ. Honum untist at verða partur av KÍ-liðnum, sum vann Føroyameistaraskapið í 1991, og eru summir frá tí liðnum millum teir bestu vinmennirnar hjá honum. Í skrivandi stund sita John William og hinir nevndarlimirnir og gera formansfrágreiðingina klára til aðalfundin hjá KÍ. – Eg sá yvirlitið yvir vunnin heiðursmerki í 2008. KÍ vann 7 gullmerki í fjør, meðan nærmasti kappingarneytin, HB bert vann 4 gullmerki ífjør. John William er ikki sørt bringubrattur, tá hann ramsar hagtølini upp. John William hevur eygleitt venjingarnar hjá Formulahópinum hjá KÍ, og hann hevur borið eyga við nógvar ungar spælarar, sum hann heldur kunnu fara at gera vart við tey komandi árini. – Tað kann bara spyrjast nakað gott burtur úr, og tí eri eg bjartskygdur um framtíðina hjá KÍ. Og eg ivist onga løtu í, at KÍ fer at hava eina øðiliga glæsiliga framtíð. John William følir seg sum nevndarlim í KÍ ikki at verða undir trýstið, nú KÍ ikki hevur vunnið hvørki landskapping ella steypakapping síðani 1999. John William metir, at hópurin sum KÍ hevur tøkan í dag fer at røkka langt. Men hann staðfestir, at neyðugt er eisini at hava tað tiltikna hepnið við sær. – Tekur tú unglingarnar hjá okkum, so hava teir verið í teimum síðstu fimm steypafinalunum, men hava bara vunnið eina av hesum fimm finalunum. Høvdu teir vunnið tríggjar ferðir, so høvdu øll tosað um hvussu fantastiskan ungdóm vit hava. John William ber fram sannleikan, at lítið kann skilja millum viðgongd og mótgongd hjá einum stórum fótbóltsfelagi, sum KÍ. John William heldur ikki at tað hevur gagnað føroyskan fótbólti tað stóra, at so stórar peningaupphæddir hava verið uppií leikinum. – Vit hava ikki fingið betri fótbóltsspælarar orsaka av hesum pengunum, men tað eru spælarar, sum hava forvunnið stórar upphæddir. Á mangan hátt hava vit forsømt umstøðurnar kring felagið. Ein hevur brúkt alla fíggjarorkuna uppá spælararnar. Men kanska tað fer at verða meiri fokusera uppá at betra um umstøðurnar nú. Eg trúgvi, at tað er bara gott fyri føroyskan fótbólt, at tær stóru peningaupphæddirnar minka. John William væntar, at tey næstu 40 árini fara at geva KÍ nógv meistaraheiti, og at Klaksvík í síni heild fer at ganga einari glæsiligari framtíð í møti. Spurdur um hvussu nógv fólk hann væntar fara at búgva í Klaksvík í 2049, er John William ikki í iva: - Tá verða vit 15.000 fólk í Klaksvík. Patriotiski stríðsmaðurin á Norðlýsinum fer at gera sítt til, at KÍ og Klaksvík fara at stevna á eina sigurskós í framtíðini.