Løgmaður eigur at alment at greiða frá rætta samanhanginum hjá feløgunum, sum hann hevur varðað av, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Í samband við, at Sosialurin hevur avdúkað, at løgmaður segði [...] hann segði, at eingi feløg hann hevur varðað hava páført landinum tap, sigur Jenis av Rana nú, at løgmaður eigur alment at greiða frá rætta samanhanginum. Hevur tú álit á løgmanni, eftir at hann ikki hevur [...] alment at greiða frá rætta samanhanginum dokumenterað tað, sum hann sigur? -Ja, tað haldi eg heilt vist. Tí vit vita, at tað er altíð rætt at leggja kortini á boðið. Um tú ikki hevur nakað at krógva
Samuelsen sigur, at í hennara hugaheimi er tað ikki peningurin, sum telur mest. - Í mínum høvdið telur atlitið at umhvørvinum minst líka nógv og eg haldi, at býráðið eigur at ganga undan at verja umhvørvið [...] við sjóvarhita og at pengarnir skuldu takast av játtanini til onnur endamál. Upprunaliga varð mett, at sjóvarhitin fór at kosta 1,7 millión, men síðani hava nýggjar metingar víst, at kostnaðurin verður [...] jól at samtykkja ætlanina endaliga. Tað er ikki hent enn, men Halla Samuelsen, forkvinna í Sosialu nevnd, staðfestir, at tað er ikki tí at ósemja er um ætlanina. - Býráðið hevur alsamt samtykt, at Boð
gjár. Tað var nettupp í gjár, at Mentannargrunnur Landsins kunngjørdi, at 40 listafólk hava fingið tilsamans 2,8 milliónir í starvslønum fyri at geva teimum umstøður at útinna mentanarligt arbeiði. Hetta fekk [...] av almennum pengum. At geva listafólki løn fyri at sita heima og gera eitthvørt, er at søplað fólksins skattapengar burtur, staðfesti hann stutt og greitt. Hann segði hetta ikki tí at hann var so ómentaður [...] helt, at hann var minst líka mentaður, sum nakar annar. Hann fortaldi tinginum, at honum dámdi væl at taka gittara í hond og spæla nakrar sangir. Men fyri tað vil hann ikki hava almenna løn fyri at sita
týdning, at kortini verða hildin tætt at kroppinum fyri ikki at órógva samráðingargongdina. Best er eisini um mótpartarnir ikki til fulnar kenna, hvørja samráðingarkós vit ætla at leggja, fyri at røkka okkara [...] eigur at vita, at tað er ikki í sjónvarpsstovuni, at góðu úrslitini í fiskiveiðusamráðingum verða rokkin – heldur tvørturímóti. Tað var tí neyvan fyri at vinna okkum størri part av makrelkvotuni, at formaðurin [...] á spæl. Tí sannlíkt er, at galdandi avtala um makrelin endaliga fer fyri bakka. Neyðugt er tí at finna breiða politiska semju um, hvussu farast skal fram í strembanini eftir at finna semju um nýtt býti
verður sagt, at næmingatalið er ov lítið til at hava tveir skúlar. Men einki verður kortini sagt um, hvør skúli eigur at verða lagdur niður. Um skúlan á Fossánesi í Norðdepli verður sagt, at hesin skúlin [...] verður á, at samferðslukervið í Norðoyggjum ikki er háttað soleiðis, at tað er skilagott at næmingar koyra ímillum bygdir dagliga í annan skúla. - Kommunustýrið á Viðareiði hevur greitt víst á, at tað er [...] verður sagt, at annar skúlin í Kalsoynni eigur at verða lagdur niður. Næmingatalið í oynni er tilsamans 13 - sjey næmingar eru í Húsa skúla og seks í skúlanum á Mikladali. - Ein eigur at skipa soleiðis
Hann sigur, at hetta samdust samgongan um eftir at heilsutrygdin varð flutt til Klaksvíkar. Hann staðfestir sostatt, at ger okkurt landsstýrisfólk av at flyta ein almennan stovn, uttan at politisk semja [...] staðfestir, at tá ið heilutrygd varð flutt til Suðuroyar, gjørdi løgmaður greitt, at hetta átti at verið viðgjørt í landsstýrinum, og at framyvir skuldi onki landsstýrisfólk flyta nakran stovn, uttan at hetta [...] tað at fáa avleiðingar fyri viðkomandi landsstýrisfólk. Sostatt fer tað at kosta viðkomandi landsstýrisfólki høvdið. Men sum tað sæst í øðrum greinum her á síðuni, metir hann ikki, at talan er um at flyta
tað vanlukku, at missa arbeiði, nú Fiskavirking er farið av knóranum. Spurningurin er, hvat landið eigur at gera fyri at hesi fólk ikki detta niður ímillum. -Vit hava fingið upplýst, at stóri parturin [...] tingfundinum í dag, at hann hevur sett seg í samband við ALS stýrið og at hann, ein av komandi døgunum, ferð at viðgera støðuna saman við stýrinum í ALS. -Tað er tíbetur ikki hvønn dag, at so nógv arbeiðspláss [...] - Avvarðandi myndugleikar eiga at hava eina neyðætlan, sum í minsta lagið tryggjar, at tey arbeiðsleysu fáa eitt nøktandi útgjald og at tiltøk verða sett í verk beinanvegin, so tilboð um skeið og aðra
Eg vænti, at teir báðir fara at leggja eitt øgiligt arbeiði í tað álitisstarv, teir hava fingið og tað er onki at ivast í, at teir fara at sópa øðrvísi enn undanmenninir. - Tað er altíð gott at fáa frískt [...] ikki, at tað fer at gera samgonguna veikari, at vit fáa nýggj landsstýrisfólk hetta síðsta árið í valskeiðnum. Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, Løgmaður, um avgerðina hjá Jóannes Eidesgaard at leggja [...] hann afturat. Tí kann væl henda, at tað fer at vísa seg, at samgongan kemur styrkt burtur úr hesum, hóast megnar avrikið hjá Eidesgaard, heldur Løgmaður. Hann heldur, at størsti varðin, ið stendur eftir
fer at bera til at seta fleiri starvsfólk í starv fyri somu játtan og tað fer at hava við sær, at tað fer at bera til at veita tilboð um ergoterapi til enn fleiri børn. - Eitt av endamálunum við at skipa [...] tilboð er, at so ber til at skipa hetta sum eitt tilboð kring landið ístaðin fyri bara í Havn, sum nú. - Sum støðan er nú, er viðhvørt so langt hjá børnum at fara til ergoterapi, at vandi er fyri, at summi [...] Johannesen heldur eisini, at peningur eigur at verða settur av til almenna ergoterapi á fíggjarlógini fyri 2012, so at henda tænastan kann byrja á nýggjárinum. Hann sigur, at á privatu viðgerðarstovuni
rímiligt og tí fara vit at hækka partafelagsskattin eitt vet, fyri at fáa ráð til at lækka lønarskattin hjá vanliga løntakaranum. Hann skoytir upp í, at ein partur av nýskipanini er at leggja gjøldini Heilsutrygd [...] alt ov nógv, ið ikki gjalda til felagsskapin og fortreytin fyri at varðveita vælferðina er, at øll mugu verða við til at bera. Hann sigur, at tey eru ikki liðug við útrokningarnar og tí vil hann ikki útgreina [...] Men hann sigur, at ætlanin er ikki at skerja fiskimannafrádráttin ella at gera skattaviðurskiftini verri hjá teimum sjómonnum, sum sigla undir DIS. Men ein týðandi lutur í umleggingini er at strika ella minka