Almenn ergoterapi um eitt ár

Landsstýrismaðurin í heilsumálum heldur fast um, at ergoterapi til børn skal vera eitt alment tilboð. Eitt tað seinasti, Aksel V. Johannesen gjørdi sum landsstýrismaður í heilsumálum, áðrenn hann fór í Fíggjarmálaráðið, var at svara einum fyrispurningi frá Birni Kalsø um Ergoterapi til børn.

Og Aksel V. Johannesen heldur eisini, at peningur eigur at verða settur av til almenna ergoterapi á fíggjarlógini fyri 2012, so at henda tænastan kann byrja á nýggjárinum.

Hann sigur, at á privatu viðgerðarstovuni er gjaldið fyri ergoterapi 475,00 kr. um tíman, men at Heilsutrygd kann rinda helvtina og eftir umsókn kann Almannastovan rinda helvtina, annars má borgarin sjálvur rinda helvtina.

Tá ergoterapi til børn verður almenn, er byrjanarlønin hjá einum ergoterapeuti í almennu skipanini er 136,38 krónur um tíman og endalønin er 154,84 kr. um tíman umframt ávís gjøld.

Í eini almennari skipan verður tænastan ókeypis fyri borgaran.

Um tilboðið um ergoterapi til børn verður skipað sum eitt alment tilboð, fer at bera til at seta fleiri starvsfólk í starv fyri somu játtan og tað fer at hava við sær, at tað fer at bera til at veita tilboð um ergoterapi til enn fleiri børn.

- Eitt av endamálunum við at skipa ergoterapi sum eitt alment tilboð er, at so ber til at skipa hetta sum eitt tilboð kring landið ístaðin fyri bara í Havn, sum nú.

- Sum støðan er nú, er viðhvørt so langt hjá børnum at fara til ergoterapi, at vandi er fyri, at summi ikki taka av tilboðnum um ergoterapi, hóast tey kundu havt tørv á tí.

- Tá ergoterapi til børn verður skipað sum eitt alment tilboð kring landið, fer hetta at hava við sær, at børn, óansæð hvar í landinum tey búgva, fara at hava javnbjóðis atgongd til ergoterapi, sigur Aksel V. Johannesen.