Stór virði standa upp á spæl. Tí sannlíkt er, at galdandi avtala um makrelin endaliga fer fyri bakka. Neyðugt er tí at finna breiða politiska semju um, hvussu farast skal fram í strembanini eftir at finna semju um nýtt býti, har meir verður í okkara part. Somuleiðis er neyðugt at leggja ætlanir um, hvussu farast skal fram, um tað ikki eydnast at finna semju.
Uttanlandsnevndin, sum er mannað við umboðum úr øllum politiskum flokkum, hevur í hesum sambandi sentralan leiklut. Hon hevur eisini latið landsstýrismanninum tilmæli um, hvørji krøv, føroyingar eiga at leggja fyri hinar partarnar, í eini roynd at fáa sum mest í okkara part.
Tilmæli av slíkum slag frá Uttanlandsnevndini verða av samráðingartaktiskum orsøkum, altíð latin í trúnaði.
Undan samráðingunum hevur tað oftast stóran týdning, at kortini verða hildin tætt at kroppinum fyri ikki at órógva samráðingargongdina. Best er eisini um mótpartarnir ikki til fulnar kenna, hvørja samráðingarkós vit ætla at leggja, fyri at røkka okkara máli.
Formaðurin í Uttanlandsnevndini er ikki hvør sum helst í hesum arbeiði. Tað heldur tí ikki, tá John Johannessen í Degi & Viku mánakvøldið skeyt seg undir at úttala seg vegna Javnaðrflokkin. Hansara orð vilja altíð verða sett í samband við støðuna hjá Uttanlandsnevndini. Tí var »makrelstuntið« í sjónvarpsstovuni mánakvøldið eftir míni bestu sannføring betur ógjørt.
Dýrt agn
Formaðurin í Uttanlandsnevndini eigur at vita, at tað er ikki í sjónvarpsstovuni, at góðu úrslitini í fiskiveiðusamráðingum verða rokkin – heldur tvørturímóti.
Tað var tí neyvan fyri at vinna okkum størri part av makrelkvotuni, at formaðurin valdi at egna makrelin so dúgliga mánakvøldið.
Heldur man ætlanin hava verið at vinna sær sjálvum og Javnaðarflokkinum nøkur høglig politisk stig undan samráðingunum.
Í toska- og hýsufiskiskapi er makrelurin vanliga gott agn. Hvussu hann roynist í politiskum fiskiskapi er ilt at meta um, men verður hann ov dúgliga engdur nú, kann agnið fara at gerast okkum dýrt.