Jenis av Rana: Løgmaður má greiða frá

- Løgmaður eigur at alment at greiða frá rætta samanhanginum hjá feløgunum, sum hann hevur varðað av, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

Í samband við, at Sosialurin hevur avdúkað, at løgmaður segði ósatt, tá ið hann segði, at eingi feløg hann hevur varðað hava páført landinum tap, sigur Jenis av Rana nú, at løgmaður eigur alment at greiða frá rætta samanhanginum.

Hevur tú álit á løgmanni, eftir at hann ikki hevur givið rættar upplýsingar um partafeløg, hann hevur varðað av?

-Tað er sera óheppið, at hann hevur sagt ósatt um hvat hansara feløg skylda og ikki. Eg fari at biðja løgmann koma við einari frágreiðing, og tað hevði verið hóskandi, at formenninir fingu eina frágreiðing um hansara síðu av sakini áðrenn eg sigi meira, sigur Jenis av Rana.

Eigur løgmaður alment at greiða frá rætta samanhanginum – dokumenterað tað, sum hann sigur?

-Ja, tað haldi eg heilt vist. Tí vit vita, at tað er altíð rætt at leggja kortini á boðið. Um tú ikki hevur nakað at krógva, so er tað rætt at gera. Og tað hevði tikið allar illgitingar burtur. Hann er landsins hægsti maður, og tá ið man er í politikki, so krevja fólk meira. Vit eiga at krevja av honum, at hann kemur við einari almennari frágreiðing, so at Føroya fólk og vit politikarar kunnu fáa at vita hvat gongur fyri seg. Tí tað gongur ikki bara út yvir hann. Tað gongur út yvir samgonguna og alla politisku skipanina, sigur Jenis av Rana.

Nú tað er prógvað, at felag hjá løgmanni hevur pádrigið landinum og øðrum tap, eigur tað at fáa avleiðingar?

-Eg vil fegin fáa frágreiðingina frá løgmanni áðrenn eg sigi meira um tað, sigur Jenis av Rana