Bara EIN skúla Kalsoynni

Kalsoy: - Annar skúlin í Kalsoynni eigur at verða lagdur niður, siga skúlastýrini í Norðoyggjum.

Skúlastýrini í Norðoyggjum hava saman viðgjørt uppskotið til løgtingslóg um fólkaskúlan, ið landsstýriskvinnan í skúlamálum, Helena Dam á Neystabø hevur lagt fyri tingið.

Í viðgerðini hava skúlastýrini kjakast um framtíðina hjá skúlunum í økinum. Millum annað verður sagt, at annar skúlin í Kalsoynni eigur at verða lagdur niður.

Næmingatalið í oynni er tilsamans 13 - sjey næmingar eru í Húsa skúla og seks í skúlanum á Mikladali.

- Ein eigur at skipa soleiðis fyri, at tað bert verður ein einstakur skúli í Kalsoynni, har allir næmingarnir ganga, verður sagt eftir viðgerðina í skúlastýrunum í mars mánaði.

Semja er somuleiðis um, at hesin skúlin eigur at verða knýttur at einum størri skúla í Norðoyggjum. Á henda hátt tryggjar ein sær, at størri møguleikar eru fyri einari fjølbroyttari undirvísing.

Hóast hesa rættiliga greiðu útmeldingina um skúlastøðuna á Kalsoynni, verður einki sagt um, hvør skúli eigur at verða lagdur niður. 






Vandamiklar farleiðir

Tað er kortini ikki bert á Kalsoynni, at broytingar eru í væntu innan skúlaøkið.

Á Kunoynni eru eisini tveir skúlar, ein í Kunoy og ein í Haraldssundi. Her verður sagt, at næmingatalið er ov lítið til at hava tveir skúlar.

Men einki verður kortini sagt um, hvør skúli eigur at verða lagdur niður.

Um skúlan á Fossánesi í Norðdepli verður sagt, at hesin skúlin er nýliga útbygdur og útgjørdur at taka ímóti teimum avbjóðingum, ið fara at koma.

Skúlin á Viðareiði er somuleiðis væl fyri. Samstarv millum nevndu skúlar eigur at verða, verður sagt, eins og millum stóru skúlarnar í Klaksvík - skúlan á Ziskatrøð og Ósáskúlan.

Víst verður á, at samferðslukervið í Norðoyggjum ikki er háttað soleiðis, at tað er skilagott at næmingar koyra ímillum bygdir dagliga í annan skúla.

- Kommunustýrið á Viðareiði hevur greitt víst á, at tað er ábyrgdarleyst at lata børn ferðast um vandamiklu farleiðirnar, sum eru í Norðoyggjum. Og hetta sama halda eisini skúlastýrini í Norðoyggjum.