- Avvarðandi myndugleikar eiga at hava eina neyðætlan, sum í minsta lagið tryggjar, at tey arbeiðsleysu fáa eitt nøktandi útgjald og at tiltøk verða sett í verk beinanvegin, so tilboð um skeið og aðra viðkomandi førleikamenning stendur teimum í boði, sum verða rakt av arbeiðsloysi, sigur Eyðgunn Samuelsen í dag. Í hesum døgum uppliva fleiri 100 tals fólk tað vanlukku, at missa arbeiði, nú Fiskavirking er farið av knóranum. Spurningurin er, hvat landið eigur at gera fyri at hesi fólk ikki detta niður ímillum.
-Vit hava fingið upplýst, at stóri parturin av hesum fólkum hava haft so lítla inntøku, at útgjaldi, ið tey fáa úr arbeiðsloysisskipani, er so lágt, at tey ikki klára seg við tí., sigur Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
Vinnumálaráðharrin upplýsti á tingfundinum í dag, at hann hevur sett seg í samband við ALS stýrið og at hann, ein av komandi døgunum, ferð at viðgera støðuna saman við stýrinum í ALS.
-Tað er tíbetur ikki hvønn dag, at so nógv arbeiðspláss fara fyri bakka í einum. Tá ið hetta hendir, er tað ein neyðstøða, ikki bert fyri tey ið tað rakar, men fyri alt samfelagi. Tí eiga avvarðandi myndugleikar at hava eina neyðætlan, sum í minsta lagið tryggjar, at tey arbeiðsleysu fáa eitt nøktandi útgjald og at tiltøk verða sett í verk beinanvegin, so tilboð um skeið og aðra viðkomandi førleikamenning stendur teimum í boði, sum verða rakt av arbeiðsloysi. Eru útlit fyri, at longri tíð kann ganga innan virksemi kemur í gongd aftur, so eigur spurningurin um at framskunda arbeiðsskapandi íløgur, eisini at verða viðgjørdur, sigur Eyðgunn Samuelsen, og leggur aftrat, at í einum framkomnum samfelag eigur ongin at detta niðurímillum orsaka av at arbeiðspláss fara av knóranum.