spæla í 2. deild. Men eg ætli mær at stríðast fyri at gerast betri fótbóltsspælari, og um tað fer at eydnast, so verður tað upp til venjaran at gera av, um tað verður nóg gott til landsliðsúttøku ella ikki [...] dystast um sama plássið, og tað er komið fyri, at tann eldri og royndi hevur verið noyddur at seta seg á beinkin, tí venjarin metti yngra mannin at vera betri skikkaðan at vera millum teir fyrstu ellivu [...] Føroyum fór at hava við sær, at vánirnar fyri landsliðsfótbólti fóru at minka? - Tað lá ikki fremst í huganum, tá ið eg gjørdi av aftur at flyta til B68. Tað taldi mest at fáa gleðina og trygdina við at spæla
umboðar tað valdið, ið flokkurin ynskir at vinna aftur 31. august. Og skjótt gjørdist greitt á fundinum, at tað skal gerast við at seta fokus á viðurskiftini hjá barnafamiljum. - Hevur familjan tað gott, hevur [...] hevur vinnan tað gott. Hevur vinnan tað gott, hevur familjan tað gott. Og alt Føroyar er ein stór familja, segði formaðurin, tá hann endaði framløguna. Formaðurin í Fólkaflokkinum vildi í framløguni av [...] flokkurin ynskir at leingja um barsilsskipanina, so at hon verður eitt ár, men at tað almenna ikki skal blanda seg í hvussu foreldrini skipa barsilin. Harumframt lovar flokkurin í valskránni, at peningurin til
týdning, og tað kann eisini hava týdning, at familjur halda, at her er gott hjá børnum at veksa upp. Borgarstjórin í Vága kommunu væntar, at Sandoyggin fer at síggja ein ávísan fólkavøkstur, men tað kann vera [...] hvussu hann heldur, at Sandoyggin fer at uppliva at fáa fast samband við meginøkið, og um hann væntar, at her verður ein ávísur fólkavøkstur. - Í fyrsta lagi fer fasta sambandið at gera tað nógv høgligari hjá [...] til kappingar, eins og tað verður lættari hjá øðrum at koma í Sandoynna at kappast. Men, kunnu sandoyingar vænta, at tað verður ein ávísur fólkavøkstur? - Mín persónliga meting er, at afturgongdin í fólkatalinum
havt tað gott. - Tí kann tað vera nærliggjandi at hugsa sær, at samband kann vera millum nebbasildina og lítla gróðurin í sjónum, sigur leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni. Vit kunnu leggja aftrat, at hóast [...] Gróður og nebbasild Vit spurdu leiðaran á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalta í Jákupsstovu, hvørja viðmerking hann hevur til, at so lítið av lunda hevur verið at fingið í summar. - Tað er torført at meta um [...] hóast lundin sveik í summar, er ikki vist, at havhestatíðin, sum nú stundar til, fer at roynast líka illa, tí lundi og havhestur søkja sær føði á hvør sín hátt, og føðin er ymisk.
verður ásannað, at tað á ongan hátt var nóg gott í 1. hálvleiki mikukvøldið. Men í 2. hálvleiki var avrikið gott, og tað velja teir at halda fokus á. - Spælið var gott í 2. hálvleiki, og tí avrikinum mugu [...] vónbrotið, sum tað var at tapa steypafinaluna. GÍ fer at vitja mánakvøldið, og tá verður kropsliga møðin frá intensivu og framúr spennandi steypafinaluni burtur. Spurningurin er, hvussu tað verður við sinniligu [...] koma at vitja. Teir hava vunnið á okkum fleiri ferðir, og nú eiga vit tørn. Vónbrotið frá steypafinaluni verður vaskað burtur, um tað eydnast okkum at vinna trý stig, og tað ætla vit okkum avgjørt at gera
ført fram, at endamálið skal vera, at tað skal vera koyrandi til Suðuroyar í 2030. Heðin Mortensen, sigur, at tað er gott, at fáa eina fakliga meting av støðuni. Men hann vísir á, at tað verður altíð [...] verður gjørdur. Og tað, sum hann arbeiðir fyri, er, at tað skal vera koyrandi ígjøgnum tunnilin í 2030, og tað heldur hann eisini, at politisk undirtøka er fyri. Heðin Mortensen vísir á, at í 2022, ella so [...] um, at vit skulu hava tunnil til Suðuroyar. Men vit hava ikki so langa tíð at geva av, og tí er tað avgerðandi, at vit gera alt tað fyrireikandi arbeiðið liðugt sum skjótast, so at tað er klárt at bora
hjálpsom - Ofta er tað soleiðis í Føroyum, at tekur onkur stig til eitt tiltak og orðnar tað yvirskipaða, so er ongin trupulleiki at fáa fólk at hjálpa til. Soleiðis er tað eisini við hesum, og eg eri als ikki [...] lív aftur kemur í Eydnuna, tí Eydnan er eitt gott hús, og tí er tað eyka harmiligt, at onki virksemi er í henni. So kommunan fer at hjálpa til, so tað ber til at hava skipaða undirvísing í sjónleiki seinni [...] g, ið nema við tað grundleggjandi í sjónleiki. Tað vísir seg ofta, at nógv børn dáma best at spæla, tá talan ikki er um kapping, tá tey sjálvi avgera ferðina og ikki endiliga skulu vera betur enn hini
ongantíð at vera so ótrygg, at tey sveiggja sum pálmagreinar í vindinum. Eitt annað dømi um, hvussu vit kunnu vera mint á, at kjarnuvirðini í einum samfelag altíð eiga at vera, at eitt samfelag er gott, um [...] hugburður og áskoðanir kunnu skifta. Tað er náttúran í fólkaræðinum. Men tað er eisini týdningarmikið fyri fólkaræðið, at vit hava nakrar mekanismur, ið minna okkum á, at tað ikki skal vera ”gadens parlament” [...] eiga ikki at vera sum pálmatrøini, ið gaman í kunnu vera vøkur og fagnandi, men sum frálíður kunnu vera sum sevleggir, ið sveiggja higar og hagar í kaldliga vindinum. Dymbildagavikan nærkast, og vit leggja
upplivingina, og at fáa nakað fótbóltsliga burturúr. So tað verður ikki eitt B36 lið, sum fer at standa við 10 monnum í brotsteiginum, sum áskoðarnir fáa at síggja hóskvøldið. - Tað læra vit einki av, og so hava [...] brúkt, og so má eg koyra tveir mans inn ístaðin. So sjálvt uppleggið verður kanska ikki so nógv øðrvísi fyri tað. - Nei. Tað verður nokk ein 4-2-3-1, ella hvussu tað eitur. Tað vil siga, at vit koma at hava [...] er, at vit fáa nakað fótbóltsligt burturúr. Eg vil ikki hava, at vit bara skulu standa afturi í verjuni og gúppa bóltin niðan, men vil hava okkum at royna at spæla okkum niðaneftir. Tað ræður um at njóta
síðani, at VB og Sumba royndu hetta, men tað helt bert í eitt ár, so kom klandur í. Vit trúðu eisini, at samstarvið millum TB og Royn var gott, men í fjør sóu vit, at so er ikki. Eg ivist ikki í, at um ein [...] Eg kann siga við rímiligari vissu, at ein tílík samanlegging fer ikki at henda í okkara tíð. Tað er alt ov nógv lokalpatriotisma í suðuroyingum til, at tað ber til at leggja saman, heldur TB-veteranurin [...] av, at tað fór at enda soleiðis, sigur Pól F. Joensen um niðurflytingina hjá elsta fótbóltsfelagnum í landinum. Tvøroyri er eitt av fólkaríkastu plássum í landinum, og tí kann tað tykjast løgið, at býurin