Vónbrotið skal vaskast burtur

GÍ hevur seinastu árini havt gott tak á HB, sum skal vaska vónbrotið í steypakappingini burtur

Í HB slikka teir sárini eftir stóra vónbrotið, sum tað var at tapa steypafinaluna. GÍ fer at vitja mánakvøldið, og tá verður kropsliga møðin frá intensivu og framúr spennandi steypafinaluni burtur.

Spurningurin er, hvussu tað verður við sinniligu møðini, sum sjálvandi tyngir serliga nógv eftir tapið.

- Vit hava staðið okkum væl ímóti HB bæði í fjør og í ár. Vit hava vunnið fýra av fimm teimum seinastu uppgerðunum, so vit trúgva upp á tað, hóast vit spæla á útivølli, og hóast HB spælararnir ivaleyst fara at verða serliga uppsettir, nú teir hava tapt steypafinaluna, heldur GÍ verjuspælarin Niclas Niclasen.

Í HB verður ásannað, at tað á ongan hátt var nóg gott í 1. hálvleiki mikukvøldið. Men í 2. hálvleiki var avrikið gott, og tað velja teir at halda fokus á.

- Spælið var gott í 2. hálvleiki, og tí avrikinum mugu vit hava fokus á, nú gøtumenn koma at vitja. Teir hava vunnið á okkum fleiri ferðir, og nú eiga vit tørn. Vónbrotið frá steypafinaluni verður vaskað burtur, um tað eydnast okkum at vinna trý stig, og tað ætla vit okkum avgjørt at gera, sigur Páll M. Joensen.