Fuglaveiða
Tað hevur vignast illa við lundanum í ár. Kring landið, har menn plaga at ganga við stongini, lata teir illa at. Eisini frættist, at nógvar lundapisur ikki eru undankomnar, men liggja deyðar í holuni.
Orsøkin kann bert vera hin eina, nevniliga, at fuglinum vantar føði.
Misjøvn ár
Tað er nú ikki nakað nýtt fyribrigdi, at summi ár roynast verri til fugl enn onnur.
Vit skulu ikki so langt aftur í tíðina, tá ið sama fyribrigdi gjørdi seg galdandi. Tíðliga í nítiárunum var fuglurin eisini fyri felli. Sildberar sóust stundum bera onnur fiskasløg enn nebbasild, ið er vanliga føðin hjá lundanum. Tá ið so er, spyrst lítið burtur úr avkominum, og vanliga er lítil fuglur við landið eitt tílíkt summar.
Er lítil nebbasild við landið, noyðist fuglurin til havs eftir føðini. Tað gongur út yvir pisurnar og útyvir veiðina hjá teimum, sum sita uppi í urðini ella í berginum við stongini.
Slík ár ganga serliga útyvir tann fuglabólkin, vit vanliga rópa svartfugl.
Gróður og nebbasild
Vit spurdu leiðaran á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalta í Jákupsstovu, hvørja viðmerking hann hevur til, at so lítið av lunda hevur verið at fingið í summar.
- Tað er torført at meta um, hví so er, men nærliggjandi er at hugsa sær, at ov lítið av nebbasild hevur verið við landið. Fuglurin hevur tí hildið seg longur úr landi enn vanligt er um summarið.
Fiskirannsóknarstovan byrjaði at gera gróðurkanningar í 1990.
- Hetta árið var gróðurin í sjónum ógvuliga lítil. Sama var í
fjør, tó at gróðurin var heldur frægari enn í 1990. Hesi bæði árini var gróðurin tó langt, langt undir miðal.
Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at fyrst í nítiárunum og nú aftur í ár hevur lundin ikki havt tað gott.
- Tí kann tað vera nærliggjandi at hugsa sær, at samband kann vera millum nebbasildina og lítla gróðurin í sjónum, sigur leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni.
Vit kunnu leggja aftrat, at hóast lundin sveik í summar, er ikki vist, at havhestatíðin, sum nú stundar til, fer at roynast líka illa, tí lundi og havhestur søkja sær føði á hvør sín hátt, og føðin er ymisk.