Nú skal lív í Eydnuna

Eydnan á Oyrarbakka hevur ikki verið nýtt nakað serligt seinastu árini, men nú skal vend koma í. Ein bólkur av fyrireikarum skipar fyri sjónleikadegi fyri børn leygardagin, og hetta skal vera startskotið til endurskapanina av Eydnuni

Ongin sjónleikur hevur verið í Eydnuni í yvir 10 ár. Seinasta veruliga virksemi var mitt í 90’unum og hetta eru fólk í Sundalagnum kedd um. Nú er ætlanin at fáa lív aftur í Eydnuna, og sjónleikanevndin hjá Eydnuni hevur tí heitt á fleiri ungfólk í økinum, ið hava royndir innan sjónleik, at skipa fyri einum stórum tiltakið fyri børn, sum skal vera startskotið til at fáa lív í Eydnuna. Tað eru bert gentur, ið skipa fyri tiltakinum, men harafturímóti hava allar royndir innan sjónleik og at arbeiða við børnum.

- Vit hava allar roynt ymiskt. Elsa Maria M. Olsen var við í »E elski Førjar«, eg og Marita Svartá hava verið á leikstjóraskúla í Litava, og hava spælt nógvan sjónleik og Vígdis Fjallstein er við í Faroe Five. Kanska hetta eru tær við mest royndum, men hinar hava allar arbeitt við børnum og spælt sjónleik, greiðir Mariann Hansen, sum er ein av fyrireikarunum, frá.


Ein sjónleikapostarenning

Hetta fyrsta tiltakið verður leygardagin, og talan er um eina postarenning.

-Vit hava gjørt nøkur spøl í eini postarenning, ið nema við tað grundleggjandi í sjónleiki. Tað vísir seg ofta, at nógv børn dáma best at spæla, tá talan ikki er um kapping, tá tey sjálvi avgera ferðina og ikki endiliga skulu vera betur enn hini. Tí eru vit so glaðar fyri at fáa látur og larm aftur í Eydnuna. Mann hevur hoyrt um so nógv fólk í økinum, ið eru so kedd um at onki hevur verið í Eydnuni, og nú gera vit eina roynd við hesi postarenning, sigur Mariann Hansen. Hon leggur afturat, at tað vera ymiskir figurar til hvønn postin. Ein løgin kokkur er ein av teimum og hini eru ikki minni løgin. Børnini, ið luttaka fáa eisini okkurt slag av búna, tey taka heim við sær.


Fólk eru hjálpsom

- Ofta er tað soleiðis í Føroyum, at tekur onkur stig til eitt tiltak og orðnar tað yvirskipaða, so er ongin trupulleiki at fáa fólk at hjálpa til. Soleiðis er tað eisini við hesum, og eg eri als ikki bangin fyri, at alt dettur niðurfyri eftir hetta tiltakið, fortelur Mariann Hansen.

Ætlanin hjá fólkunum handan Eydnuna er eisini, at tað í nærmastu framtíð skal skipast fyri undirvísing í sjónleiki, fyri at sjónleikur aftur skal gerast ein náttúrligur partur av Sundalagnum.

- Vit mugu eisini minnast til, at eitt tiltak er ikki nokk. Hetta skal vera byrjanin til eina langa gongd, har sjónleikalívið í Sundalagnum aftur skal koma fyri seg, sigur Mariann Hansen.


Fótbólturin má víkja

Tiltakið verður leygardagin, og tað halda nógv kanska vera løgi, tí tað er leygardagin, at seinasti dystur í Formula Deildini skal leikast, og EB/Streymur eru longu føroyameistarar. Hetta sær Mariann Hansen ikki sum nakran trupulleika.

- Vit diskuteraðu leingi, nær hetta skuldi vera. Valið fall á hendan dagin, og eg eri als ikki bangin fyri, at fólk ikki koma tí fótbóltur er. Vit eru um morgunin, og dysturin er ikki fyrr enn seinnapartin.


Bert kvinnur

Í fyrireikingarbólkinum eru bert kvinnur, og tað er sambært Mariann Hansen ikki løgi.

- Dreingirnir hava altíð fingist við fótbólt, og er ov nógv at ganga til, so hava fólk sjálvandi ikki tíð til alt, men dreingir eru eisini meira enn vælkomnir til postarenningina, greiðir Mariann Hansen frá.


Kommunan er jalig

Nú gongd er komin á at fáa lív í Eydnuna, ið hevur ligið so gott sum í dvala seinastu 15 árini, er Sunda kommuna áhuga at hjálpa.

- Vit hava tosað við kommununa, og tey eru bara heilt positiv og vilja stuðla, so veruligt lív aftur kemur í Eydnuna, tí Eydnan er eitt gott hús, og tí er tað eyka harmiligt, at onki virksemi er í henni. So kommunan fer at hjálpa til, so tað ber til at hava skipaða undirvísing í sjónleiki seinni í vetur, sigur Mariann Hansen.

Tað kostar 50 krónur fyri hvørt barnið at vera við til tiltakið, sum byrjar klokkan 10 leygarmorgunin, og seinasta freist at melda seg til er í kvøld hjá Ernu Joensen (257996) og Maritu Svartá (260459).