- Alt hevur sín prís, men vit kundu ikki hugsað okkum at farið aftur til tíðina fyri 21 árum síðan, tá sjóvegis farleiðin helt uppat, og Vágatunnilin læt upp, sigur borgarstjórin í Vága kommunu.

Sandoyggin fer at veksa í fólkatali

- At oyggin er fyrireikað, hevur stóran týdning, tí eg trúgvi, at hin størsta effektin við føstum sambandi er, meðan sambandið enn er lutfalsliga nýtt, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

 

- Alt hevur sín prís, men vit kundu ikki hugsað okkum at farið aftur til tíðina fyri 21 árum síðan, tá sjóvegis farleiðin helt uppat, og Vágatunnilin læt upp, sigur borgarstjórin í Vága kommunu.

Bjarni Prior er borgarstjóri í Vága kommunu, sum hevur upplivað ein lutfalsliga stóran vøkstur í fólkatalinum, eftir at Vágatunnilin læt upp hin 10. desember í 2002 – ella fyri skjótt 21 árum síðan.

 

Hetta er fyrsta skeiðið hjá honum í býráðnum, og tískil hevur hann ikki so nógv ár aftanfyri seg sum aktivur í kommunalpolitikki.

Men, hann hevur altíð fylgt væl við og hevur sæð, hvønn týdning fasta sambandið hevur havt fyri Vágar, eins og hann dugir at ímynda sær, hvussu tað hevði verið, um oyggin ikki hevði fast samband.

Vit hava spurt Bjarna Prior, hvussu hann heldur, at Sandoyggin fer at uppliva at fáa fast samband við meginøkið, og um hann væntar, at her verður ein ávísur fólkavøkstur.

 

- Í fyrsta lagi fer fasta sambandið at gera tað nógv høgligari hjá teimum, sum búgva í Sandoynni og hava sítt livibreyð, ganga í skúla ella eru í læru á meginøkinum. 

Borgarstjórin í Vága kommunu vísir á, at eisini á ítróttarliga økinum verður tað nógv høgligari at fara úr oynni til kappingar, eins og tað verður lættari hjá øðrum at koma í Sandoynna at kappast.

Men, kunnu sandoyingar vænta, at tað verður ein ávísur fólkavøkstur?

- Mín persónliga meting er, at afturgongdin í fólkatalinum í Sandoynni fer at steðga, og vit fara at síggja eina ávísa framgongd. 

Bjarni Prior leggur tó dent á, at nógv veldst um, hvussu oyggin er fyrireikað at taka ímóti fasta sambandinum og møguligari tilflyting.

- Eg havi skilt, at nýggjar útstykkingar eru bæði á Sandi og í Skopun, eins og møguleikar eisini eru at seta búgv í øðrum bygdum í oynni, og hetta haldi eg er positivt, sigur hann.

 

Konjunkturirnir í løtuni við dýrum byggikostnaði og hækkandi rentustøði kunnu gerast ein ávís bremsa, men kortini væntar borgarstjórin í Vága kommunu, at vit fara at síggja ein ávísan fólkavøkstur í Sandoynni.

- Fara vit eini 40 ár aftur í tíðina, búðu næstan 500 fólk fleiri í Sandoynni enn í dag. Tað merkir, at relatiónirnar til oynna eru nógvar, eins og ein slík minking í fólkatalinum eisini merkir, at nógv hús standa tóm kring um í oynni. 

Bjarni Prior ásannar, at tað er avmarkað, hvussu nógvar pengar tær smáu kommunurnar hava at arbeiða við, men hann heldur tað vera ógvuliga avgerandi, at kommunurnar eru so væl fyrireikaðar sum tilber.

- Eg tori at siga, at vit vóru ikki nóg væl fyrireikað til fast samband her í Vágum, men hinvegin duga vit øll at síggja, hvussu velduga stóran týdning sambandið hevur fyri oynna.

Borgarstjórin heldur fyri, at í Vágum vóru tey ikki nóg væl fyrireikað við møguleikum til fólk at seta búgv.

- Vit vita, at tað er kostnaðarmikið at skapa umstøður fyri sethúsabygging, og verða slíkar umstøður ikki skaptar leypandi, kunnu fíggjarligu tøkini gerast stór.

Hann heldur, at tað tískil ljóðar skilagott, at nýggjar útstykkingar eru bæði á Sandi og Skopun, nú tunnilin ætlandi letur upp í desember.

 

Tað eru eisini nakrar aðrar treytir, sum skulu uppfyllast, um fólk skulu velja at seta búgv í Sandoynni.

- Eitt er bústaðarmøguleikar. Annað er dagstovnar, skúli og frítíðarvirksemi, og í seinna enda er tað eisini, hvørjar umstøðurnar eru hjá eldra ættarliðnum, tá hesi krevja røkt. 

Bjarni Prior vísir á, at skulu fólk flyta í Sandoynna, hava relatiónirnar sjálvsagt sín týdning, og tað kann eisini hava týdning, at familjur halda, at her er gott hjá børnum at veksa upp.

Borgarstjórin í Vága kommunu væntar, at Sandoyggin fer at síggja ein ávísan fólkavøkstur, men tað kann vera trupult at meta um, hvussu stórur hann verður. 

- At økið er fyrireikað, nú tunnilin letur upp, hevur stóran týdning, tí eg trúgvi, at hin størsta effektin við føstum sambandi er, meðan sambandið enn er lutfalsliga nýtt, sigur hann.

 

Ein medalja, sum fasta sambandið við meginøkið eisini kann kallast, hevur sjálvsagt eisini eina baksíðu.

- Tunnilin gongur jú báðar vegir. Ungdómurin fer av oynni í vikuskiftinum til tiltøk á meginøkinum, og tí kann væntast, at bygdarlívið, sum vit kendu tað, áðrenn tunnilssambandið kom, broytist ella hvørvur. 

Bjarni Prior vísir á, at smærri handlar og tænastur, sum eru í oynni, kunnu væntast at minka, tí innkeypið verður gjørt á meginøkinum. 

- Alt hevur sín prís, men vit her vesturi kundu ikki hugsað okkum at farið aftur til tíðina fyri 21 árum síðan, tá sjóvegis farleiðin um Vestmannasund helt uppat, og Vágatunnilin læt upp, sigur borgarstjórin í Vága kommunu.

 

 

- Alt hevur sín prís, men vit kundu ikki hugsað okkum at farið aftur til tíðina fyri 21 árum síðan, tá sjóvegis farleiðin helt uppat, og Vágatunnilin læt upp, sigur borgarstjórin í Vága kommunu.