Landsstýrismaðurin: Í 2030 skal tað vera koyrandi til Suðuroyar

Longu í ár er endamálið at stovna partafelag at gera ein Suðuroyartunnil

– Í 2030 skal tað verða koyrandi ímillum Suðuroynna og meginøkið. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Í gjár læt Landsverk eina nýggja samferðsluætlan úr hondum, har ætlaðu útbyggingarnar á samferðsluøkinum til 2030, eru lýstar. Og har verður staðfest, at tað mest veruleikakenda er at fara undir verkætlanina at gera Suðuroyartunnilin í 2030. 

 

 

Les alt um tað er: Mest veruleikakent at bíða við Suðuroyartunli

 

 

Annars hava politikarar ført fram, at endamálið skal vera, at tað skal vera koyrandi til Suðuroyar í 2030. Heðin Mortensen, sigur, at tað er gott, at fáa eina fakliga meting av støðuni. Men hann vísir á, at tað verður altíð ein politisk avgerð, nær tunnilin verður gjørdur. Og tað, sum hann arbeiðir fyri, er, at tað skal vera koyrandi ígjøgnum tunnilin í 2030, og tað heldur hann eisini, at politisk undirtøka er fyri.

 

Heðin Mortensen vísir á, at í 2022, ella so, verður liðugt at bora Sandoyartunnilin, og tá skal tað vera klárt at halda fram til Suðuroyar.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at hann ætlar, at Suðuroyatunnilin skal skipast eftir sama leisti, sum Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Tað merkir, at eitt alment partafelag verður stovnað at standa fyri arbeiðnum. Og hann leggur afturat, at gongst tað væl í hond, verður partafelagið stovnað longu í ár. Hetta felagið skal so standa fyri teimum fyrireikandi kanningum og útvega fígging til endamálið.

 

Heðin Mortensen sigur, at tá ið komið verður hartil, at Sandoyartunnilin er boraður, hevur tað longu verið koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin í so mikið langa tíð, at mynd fæst av, hvussu tað fer at roynast. Og tær royndirnar kunnu so brúkast í fyrireikingunum til Suðuroyartunnilin.

 

Hann vísir á, at í 2035 er Smyril 30 ár og tá siglur hann ikki leingi afturat. Tí noyðast vit, longu nú at taka støðu til framtíðar samferðslusambandið til Suðuroyar, tað er um vit skulu hava ein nýggjan Smyril fyri eina milliard, ella um vit skulu hava ein tunnil.

 

– Í mínari verð er eingin ivi um, at vit skulu hava tunnil til Suðuroyar. Men vit hava ikki so langa tíð at geva av, og tí er tað avgerðandi, at vit gera alt tað fyrireikandi arbeiðið liðugt sum skjótast, so at tað er klárt at bora til Suðuroyar, tá ið Sandoyartunnilin er boraður ígjøgnum.

 

Landsverk arbeiðir við eini ætlan um at Suðuroyartunnilin skal upp í Skúgvoy. Men Heðin Mortensen vísir á, at tað verður eitt ógvuliga stórt inntriv í viðbreknu  náttúruna í Skúgvoy, við sínum ríka fuglalívi. Tískil má tað kannast væl og virðiliga, um tað er tann rætta loysnin at hava tveir tunnilsmunnar, og 400 metrar av breiðum vegi, ígjøgnum Skúgvoy.

 

Ein annar møguleiki er at lata tunnilin koma upp í Stóru Dímun, heldur enn í Skúgvoy, fyri at nevna eitt dømi, og tað er eisini ein spurningur, sum skal kannast, sigur hann.