-Tá ið tað er so tætt, sum tað var í kvøld, ber tað ikki til at vera óneyvur í royndum ímóti málinum. Tað vóru okkara, og í verjuni vóru okkara ikki heilt so raskar, sum tær plaga at vera. Tað var øgiliga [...] átti eina fríspæling á strikuni. -Vit góvu alt, sum vit høvdu í okkum og eitt sindur aftrat. Tað bar ikki til at hugsa so nógv um, hvussu tað skuldi gerast. Tað ráddi um at verja væl og at leggja nógv fyri [...] øgiliga javnt, men tá ið tað verður tikið samanum, so kunnu vit ikki siga annað, enn at Kyndil var betra liðið í kvøld, staðfesti annar av H71 venjarunum Ingi Olsen.
í góðveðrinum seinnapartin var í Runavík. Tølini søgdu, at NSÍ var favorittur, tí toftamenn høvdu ikki vunnið í Runavík síðani í 2012. Men tey, sum hava fylgt við, hvussu tað hevur gingið í fyrireikingunum [...] sum Dabo tók sær av, og við nærra stólpa stýrdi álopsspælarin bóltin í málið, meðan heimamenninir ikki vóru nóg ansnir. Og søgan endurtók seg í síðsta minutti undan steðginum. B68 legð innfyri við horna [...] seinna hálvleiki at minka um munin, men Mórits Heini Mortensen, Jørgen Nielsen og Beinir Nolsøe høvdu ikki hepnið á sínari síðu. Og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, sá Jørgen Nielsen reyða kortið. Sjálvandi
formaður í Tjóðveldi. Høvuðsargumentini hjá samgonguni fyri ikki at leggja málið fyri tingið hevur frá byrjan verið, at eitt slíkt verjupolitiskt mál ikki kann viðgerast í løgtinginum, tí tað er fevnt av trú [...] urin kann jú ikki atkvøða fyri hesum, sjálvt um teir vilja, og tað er tí teir eru í samgongu við Sambandsflokkinum, sigur Høgni Hoydal. Ein spurningur um tulking Høgni Hoydal meinar ikki, at Jenis av Rana [...] Føroyar ikki eru sjálvstøðug tjóð, men partur av danska ríkinum. – Ja, tað haldi eg at NATO hevði viljað. USA hevur jú eisini sín áhuga í at økja sína tilveru her. Trupulleikin er bara, at man ikki vil fornerma
maður. Hákun Djurhuus sat sum formaður fram til løgtingsvalið í 1980, tá hann ikki stillaði uppaftur og gavst í politikki. Nýggjur formaður tá gjørdist Jógvan Sundstein, sum sat sum formaður til 1994, [...] tá hann gavst í politikki og ikki stillaði uppaftur. Tá varð Anfinn Kallsberg valdur til formann. Og hann sat su formaður til 2007, tá hann gavst í politikki og legði løgtingssessin frá sær. Tá varð Jørgen [...] august í 1946, beint áðrenn fólkaatkvøðuna um loysing. Tá tók Thorstein Petersen við sum formaður. Hann sat sum formaður fram til 1951, tá hann varð dømdur fyri fíggjarundandrátt og fór frá sum landsstýrismaður
a. Teir møta Atalanta, sum hevur undirhildið í italskum fótbólti við álopskendum spæli, men hevur ikki vunnið nakað. Eintracht Frankfurt undirheldur eisini í týskum fótbólti, men tað er langt upp til Bayern [...] hóma og ein sigur í Europa League kundi givið ungu spælarunum ein góða uppliving. West Ham er vanliga ikki at síggja á vøllinum til evropadystir, men við sigrinum á Sevilla hevur felagið úr London møguliga [...] í lægri deildunum, eftir at felagið fór á heysin. Nú eru teir aftur og ætla sær helst gera um seg heilt til seinasta bríksl í kappingini. Vinnari av RB Leipzig – Atalanta møtir vinnaranum av Braga – Rangers
m, kostar Suðuroyartunnilin umleið 3,4 milliardir í dag. Men tunnilin verður ikki gjørdur í dag, og fortreytirnar eru ikki tær somu, sum í 2016, tá ið Eysturoyartunnilin var fyri, sigur Sigurd L. Lamhauge [...] stuðlar upp undir tað. Hinvegin hevur Landsverk eisini gjørt eina kostnaðarmeting og hon sigur nakað heilt annað, tí eftir henni fer Suðuroyartunnilin at kosta umleið 5,4 milliardir, ella tvær milliardir meiri
Pílarnir peika heilt hvør sín vegin hjá næstbesta KÍ liðnum og næstbesta NSÍ liðnum. Í kvøld hittust hesi liðini við Løkina í Runavík, har líkindini ikki vóru nakað at reypa av. Ælingarnir vóru heilt frekir, [...] á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Einki er at siga til tað, um fótbóltshýrurin í Runavík ikki er nakað serligur. NSÍ hevur spælt tveir dystir á heimavølli. Tann fyrri endaði við 5-0 tapi ímóti [...] fyrra hálvleiki, tá ið Ari Mine Jacobsen økti um munin til 2-0. Eftir steðgin smokkaði heimaliðið heilt saman, tá ið KÍ í ein hálvan tíma skoraði fimm mál. Stóri maðurin var veteranurin Kristoffur Jakobsen
skilji eg als ikki. Hvønn er tað positivt fyri? Tú kanst spyrja foreldrini, sum ikki sleppa til arbeiðis, spyrja avvarandi, sum ikki fáa tilboð til eldru borgararnar, spyrja næmingar, sum ikki vita hvussu [...] hægri, kann væl saktans ikki brúkast til nógv. Tað haldi eg ikki. Eg haldi, at ein kommuna sjálvsagt ikki skal taka meiri pening frá borgarunum, enn henni tørvar. Kommunurnar skulu ikki frossa við skattgjaldarans [...] tað kann ikki lýsast sum ein positivur trupulleiki, tá ein stór kommuna ikki klárar at lyfta uppgávur, samstundis sum tað verður lýst sum ein negativur trupulleiki, tá ein minni kommuna ikki megnar uppgávur
stóð væl ímóti trýstinum og brúkti steðgin til at skipa seg betur til seinna hálvleik. – Vit vóru ikki heilt har, sum vit skuldu vera frá byrjan í dag, men tá vit høvdu brúkt hálvleikin til at rætta nøkur
í fólkaminni. Hon hevði hegni og hug til føroyska málið og hevði fleiri álitisstørv, millum annað sat hon eitt skifti í navnanevndini, var sum býarbókavørður skrivari í nevndini fyri Mentanarvirðislønir [...] teirra merkisdøgum, og hon vísti eisini í orðum, at hon virðismetti teirra arbeiði. Sjálv dámdi henni ikki at vera í miðdeplinum, tí lítillátin var hon sum fáur. Hóast rúm tíð er farin, síðani Anna fór frá