Tað var drama fyri allar pengarnar, og tað var øgiligt lív millum áskoðararnar, tá ið finalan í steypakappingini hjá kvinnum var í høllini á Hálsi í kvøld.
H71 var favorittur, men tað var Kyndil, sum vann. H71 var frammanfyri tað mesta av tíðini, men tá ið vanliga leiktíðin var farin, stóð tað á jøvnum.
Tá ið 60 minuttir vóru farnir, vísti talvan 29 – 29, og so var neyðugt við umdysti tvær ferðir fimm minuttir.
Í longdu leiktíðini kendust Kyndlakvinnurnar at halda høvdið kaldari enn mótstøðuliðið. Serliga var tað veteranurin Turið Arge Samuelsen, sum av álvara spílaði seg út. Kyndin vann umdystin 7 – 5, og Turið átti lut í øllum málunum. Hon skoraði fimm av teimum sjey málunum, og hon átti eina fríspæling á strikuni.
-Vit góvu alt, sum vit høvdu í okkum og eitt sindur aftrat. Tað bar ikki til at hugsa so nógv um, hvussu tað skuldi gerast. Tað ráddi um at verja væl og at leggja nógv fyri í álopspartinum, segði fegna Turid Arge Samuelsen í samrøðu við FM1. Áðrenn steypahandanina varð 27 ára gamla Turið Arge Samuelsen kosin at vera dagsins spælari.
-Tá ið tað er so tætt, sum tað var í kvøld, ber tað ikki til at vera óneyvur í royndum ímóti málinum. Tað vóru okkara, og í verjuni vóru okkara ikki heilt so raskar, sum tær plaga at vera. Tað var øgiliga javnt, men tá ið tað verður tikið samanum, so kunnu vit ikki siga annað, enn at Kyndil var betra liðið í kvøld, staðfesti annar av H71 venjarunum Ingi Olsen.