Pílarnir peika heilt hvør sín vegin hjá næstbesta KÍ liðnum og næstbesta NSÍ liðnum.
Í kvøld hittust hesi liðini við Løkina í Runavík, har líkindini ikki vóru nakað at reypa av. Ælingarnir vóru heilt frekir, og í løtum var vøllurin hvítur.
Úrslitið var 7-0 til KÍ, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 2-0. KÍ hevur spælt tríggjar dystir. Í fyrsta umfari vunnu klaksvíkingar 4-1 í Sørvági, í øðrum umfari endaði tað 3-3 á heimavølli ímóti Víkingi, og í kvøld endaði tað 7-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.
Einki er at siga til tað, um fótbóltshýrurin í Runavík ikki er nakað serligur. NSÍ hevur spælt tveir dystir á heimavølli. Tann fyrri endaði við 5-0 tapi ímóti ÍF, og í kvøld legði heimaliðið rygg til 7-0 tap.
KÍ liðformaðurin Kristoffur Jakobsen setti hol á beinanvegin. Jóhan Waag Høgnesen átti uppleggið, og tað gjørdi hann eisini miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Ari Mine Jacobsen økti um munin til 2-0.
Eftir steðgin smokkaði heimaliðið heilt saman, tá ið KÍ í ein hálvan tíma skoraði fimm mál. Stóri maðurin var veteranurin Kristoffur Jakobsen, sum eisini skoraði í seinna hálvleiki og harvið var tvífaldur málskjútti og legði upp til tvey mál. Aðrir málskjúttar í seinna hálvleiki vóru Jóhan Waag Høgnesen, Rógvi Jacobsen, Eivin Sørensen og Børge Petersen.