Hóast søgan hjá Fólkaflokkinum gongur aftur til 1936, so varð Fólkaflokkurin stovnaður um nýggjársleitið 1939-40.
Í 1936 var Vinnuflokkurin stovnaður og varð valdur á ting. Men seinni stovnaðu nakrar útbrótarar úr Sjálvstýrisflokkinum nýggja Fólkaflokkin saman við monnunum handan Vinnuflokkin. Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø, var fyrsti formaður Fólkafloksins, og tað var hann til sín deyð í august í 1946, beint áðrenn fólkaatkvøðuna um loysing.
Tá tók Thorstein Petersen við sum formaður. Hann sat sum formaður fram til 1951, tá hann varð dømdur fyri fíggjarundandrátt og fór frá sum landsstýrismaður og sum formaður í Fólkaflokkinum.
Hákun Djurhuus tók tá við bæði sum formaður í Fólkaflokinum og sum landsstýrismaður.
Hákun Djurhuus sat sum formaður fram til løgtingsvalið í 1980, tá hann ikki stillaði uppaftur og gavst í politikki.
Nýggjur formaður tá gjørdist Jógvan Sundstein, sum sat sum formaður til 1994, tá hann gavst í politikki og ikki stillaði uppaftur.
Tá varð Anfinn Kallsberg valdur til formann. Og hann sat su formaður til 2007, tá hann gavst í politikki og legði løgtingssessin frá sær. Tá varð Jørgen Niclasen valdur til formann.
Eftir at vera tikin fyri rúsdrekkakoyring 10. februar í ár boðaði Jørgen Niclasen frá, at hann fór frá sum landsstýrismaður, og at hann ikki stillaði upp aftur sum formaður til landsfundin hesaferð.
Og í kvøld var so Christian Andreasen so valdur sum tann sjeyndi formaðurin hjá Fólkaflokkinum seinastu 82 árini.
Hesir hava verið formenn í Fólkaflokkinum:
1. Jóannes Patursson: 1940 - 1946, 6 ár
2. Thorstein Petersen: 1946 - 1951, 6 ár
3. Hákun Djurhuus: 1951 - 1980, 29 ár
4. Jógvan Sundstein: 1980 - 1993, 13 ár
5. Anfinn Kallsberg: 1993 - 2007, 14 ár
6. Jørgen Niclasen: 2007 - 2022, 15 ár
7. Christian Andreasen: 2022
Hesir hava verið løgmenn fyri Fólkaflokkin:
Hákun Djurhuus (1963 – 1967)
Jógvan Sundstein (1989 – 1991)
Anfinn Kallsberg (1998 – 2004)
Tríggir formenn hjá Fólkaflokkinum hava verið løgmenn. Tríggir hava ikki verið løgmenn.
Jóannes Patursson doyði áðrenn heimastýrislógin kom í gildi í 1948.
Tveir formenn, Thorstein Petersen og Jørgen Niclasen hava verið noyddir at lagt frá sær eftir at hava framt lógarbrot.
Nýggi formaður Fólkafloksins, Christian Andreasen, er advokatur, 62 ára gamal og valdur á ting fyrstu ferð á løgtingsvalinum 31. august í 2019.