Tað var grannauppgerð við Løkina í Runavík, tá ið B68 í góðveðrinum seinnapartin var í Runavík.
Tølini søgdu, at NSÍ var favorittur, tí toftamenn høvdu ikki vunnið í Runavík síðani í 2012.
Men tey, sum hava fylgt við, hvussu tað hevur gingið í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið, og hvussu manningarliga støðan er hjá NSÍ og B68 undrast neyvan yvir, at tað endaði við sigri til uttanmenn.
B68 vann 2-0, og bæði málini vórðu skorað eftir horna. Tað fyrra skoraði nýggi B68 álopsspælarin Sebastian Lau Nielsen, tá ið eitt lítið korter var farið. Talan var um horna úr vinstru, sum Dabo tók sær av, og við nærra stólpa stýrdi álopsspælarin bóltin í málið, meðan heimamenninir ikki vóru nóg ansnir.
Og søgan endurtók seg í síðsta minutti undan steðginum. B68 legð innfyri við horna úr høgru, bólturin varð við nærra stólpa snittaður víðari, og við handara stólpa stýrdi Steffan A. Løkin bóltin ío málið.
B68 legan bæði á og kring vøllin fegnaðist, og serliga Steffan A. Løkin var bæði fegin og lættur, tá ið teir fóru at hvíla seg. Hann hevði tíggju minuttir frammanundan misnýtt brotsspark.
NSÍ hevði onkran góðan møguleika í seinna hálvleiki at minka um munin, men Mórits Heini Mortensen, Jørgen Nielsen og Beinir Nolsøe høvdu ikki hepnið á sínari síðu. Og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, sá Jørgen Nielsen reyða kortið.
Sjálvandi var tað stórt vónbrot hjá NSÍ at tapa á heimavølli ímóti grannunum, sum teir nú í nógv ár hava havt gott tak á. Um teir gulu skulu finna nakað at fegnast um, so er tað, at Klæmint A. Olsen nú var á vøllinum alla tíðina, og at Oddur Á. Højgaard var á vøllinum í 70 minuttir.
Hjá B68 var tað merkisvert, at tað eydnaðist at vinna uttan at Lukasz Cieslewicz var á vøllinum. Hann sat alla tíðina á beinkinum.
NSÍ – B68 0-2 (0-2)
0-1: Sebastian Lau Nielsen 14.
0-2: Steffan A. Løkin 45.
Dómari: Aron Sofus Vest
NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard (Meinhard Debes Geyti, 69.), Albert Róin Johannesen, Pætur Turiðarson Skipanes – Búi Egilsson (Hans Marius Davidsen, 61.), Sølvi Sigvardsen (Beinir Nolsøe, 46.), Mórits Heini Mortensen, Jørgen Nielsen – Kristian Andersen (Aron Knudsen, 69.), Klæmint A. Olsen
Gult kort: Oddur Á. Højgaard, Albert Róin Johannesen, Tórður Thomsen, Beinir Nolsøe
Reytt kort: Jørgen Nielsen 92. (beinleiðis reytt)
Venjari: Todi Jónsson
B68: Rói Mørk Hentze – Gilli Samuelsen (Niels Jensen, 60.), Aleksandur Ó. Jensen, Aidan Liu, Bárður Ó. Olsen – Tonni J. Thomsen (Jann Ingi Petersen, 78.), Áki Johannesen – Andri Benjaminsen, Sebastian Lau Nielsen, Boubacar Dabo –Steffan A. Løkin (Esmar P. Clementsen, 65.)
Gult kort: Tonni J. Thomsen, Rói Mørk Hentze
Venjari: Øssur Hansen










