Suðuroyartunnilin: Løgtingslimir vilja ikki hoyra sannleikan

Antin gjalda vit nú, ella mugu vit bara gjalda seinni

Løgtingið hevur aftur nú havt eitt orðaskifti um ætlanina at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna. Í tí orðaskiftinum stóð Landsverk rættiliga fyri skotum og tað vóru tinglimir sum hildu, at, sum er mest avgerandi av øllum, er, at Landsverk einki fær við tunnilin at gera, tí tey siga, at tað, Landsverk hevur við at gera, kostar altíð nógv meiri enn mett.

 

Eitt, tinglimir heftu seg við, var, at ein kostnaðarmeting hjá felagnum, sum stendur fyri Eysturoyartunlinum sigur, at tunnilin fer at kosta góðar tríggjar milliardir, og ein onnur kostnaðarmeting stuðlar upp undir tað. Hinvegin hevur Landsverk eisini gjørt eina kostnaðarmeting og hon sigur nakað heilt annað, tí eftir henni fer Suðuroyartunnilin at kosta umleið 5,4 milliardir, ella tvær milliardir meiri enn hinar báðar metingarnar vísa.

 

Tinglimir eru rættiliga ørkymlaðir av hesum og teir siga, at fyrsta avbjóðingin verður at fáa greiði á, hvat vendir upp og hvat vendir niður í hesum føri. Landsverk sigur, at hetta er ein boðskapur, sum smakkar illa hjá summum, tí hetta er sjálvandi ein stór upphædd at taka støðu til, serliga tá ið røddir eru frammi um, at tunnilin kann gerast fyri eina góða helvt av tí.

 

Landsverk sigur, at tær báðar bíligu kostnaðarmetingarnar hava tað í felag, at tær by byggja á tað, Eysturoyartunnilin kostaði. Brúka vit kostnaðin fyri hvønn  kilometur í Eysturoyartunlinum, kostar Suðuroyartunnilin umleið 3,4 milliardir í dag.

 

Men tunnilin verður ikki gjørdur í dag, og fortreytirnar eru ikki tær somu, sum í 2016, tá ið Eysturoyartunnilin var fyri, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, í eini viðmerking. Hann sigur, at tá ið mett verður um, hvat Suðuroyartunnilin fer at kosta, er neyðugt at leggja upp fyri ymsum óvissum viðurskiftum.

 

Landsverk metir at Suðuroyartunnilin hevur eina óvissu uppá 50 prosent í kostnaðarmetingini, sum hevur við sær at metti kostnaðurin er 5,4 milliardir krónur. Tann kostnaðarmetingin er okkara besta boð við við teirri vitanina, vit hava í dag. sigur stjórin á Landsverki. Men óvissan minkar, so hvørt óviss viðurskifti verða avgreidd, leggur hann afturat.

 

Landsverk hevur staðfest, at í miðal verða tunlar í Føroyum 31 prosent dýrari enn upprunaliga kostnaðarmetingin. Taka vit Eysturoyartunnilin, kostaði hann 268 milliónir krónur meira enn mett ella 21 prosent.

 

– Kostnaðarmetingin hjá Landsverk fyri Suðuroyartunnilin er eitt sakligt boð uppá kostnaðin føroyska samfelagið skal rinda fyri farleiðina. Váðin er størri fyri stórar verkætlanir og kanska einamest, tá fyrireikingarnar eru komnar so stutt. At siga, at vit kunnu byggja ein tunnil til Suðuroyar fyri sama prís, sum vit bygdu ein tunnil fyri í 2016, er ósakligt, sigur Sigurd L. Lamhauge.

 

– Tað er eyðsæð, at tað er lættari at selja eina kostnaðarmeting uppá 3,2 milliardir til føroyska skattgjaldaran enn eina uppá 5,4 milliardir krónur. Men í Føroyum hava vit alt ov ofta brent okkum av undirfíggjaðum verkætlanum og tað eigur politiska skipanin at minnast og taka í álvara. Tí undirfíggjaðar verkætlanir, skulu bara gjaldast seinni, leggur hann afturat.

 

Les meiri her: Tá ið sannleikin er illa lýddur: Hvat eru tvær milliardir ímillum vinir