og trygga havn. Ætlanin er at bjóða havnagerðina út longu í januar ella í februar. Verklagið skal vera liðugt í september í 2004, men tó kann havnin helst takast í nýtslu longu á sumri sama ár. Tveir [...] kosta 55 milliónir. Harumframt verða útreiðslur til at byggja landgongd og fyribils farstøð mettar at vera 5 miliiónir krónur. Stór óvissa er tó á kostnaðarmetingini av landgongd og farstøð. Skuldi tað eftir [...] samtykt at seta 18 milliónir av til endamálið. Upprunaliga hevði Vinnumálaráðið mett, at tað fór at vera neðugt at seta 25 milliónir av næsta ár og at seta aðrar 30 milliónir av í 2004. At Løgtingið hevur
sum teknaðu seg. Tískil noyddust fyrireikararnir velja 60 luttakarar burturúr, sum skuldu sleppa at vera við á stevnuni. ? Fyrsta krav var, at tey, sum høvdu okkurt at vísa fram, antin pall-list ella myndalist [...] var ov gamal til at luttaka næstu ferð, tí so varð hann tikin fram um aðrar, sum hava møguleika at vera við tá stevnan aftur verður á skránni, sigur Rakel Helmsdal. Ein bíðilisti varð gjørdur, og tá alt [...] sínari segði stjórin í Norðurlandahúsinum illum annað, at hon var glað fyri at Norðurlandahúsið kann vera við til at hjálpa teimum ungu at skapa egin mentanarlig avrik. Ætlanin við mentanarstevnuni er, at
uppgerðina, at goldið verður bara annan vegin. Hóast vanliga hevur verið væntað, at januar fór at vera millum slakaru mánarnar til ferðslu, eru nógv, sum brúka Vágatunnilin. Eisini aftan á, at nýggjársferðslan [...] Tó er gjørligt hvønn heilan tíma at sleppa ígjøgnum. So skulu fólk í fyrsta lagi passa sær løgir at vera við tunnilsmunnarnar, tá tikið verður frá, og í øðrum lagi bíða utan fyri. Tað kann hava gjørt, at [...] leiðsluni um at flyta seg nærri Leynatunlinum at bíða, er tað eisini í lagi. Tað elektriska er nú við at vera í lagi. Ljósini uttan fyri tunnilin lýsa, og útvarp og telefon hoyrast nú mestum allastaðni í tunlinum
manningin á Jarnbardi er ikki tøk til sillyferðina í ár. (Tríggjar eru tøkar, og at tað bert skal vera ein, man vera ein misskiljing). Tí hevur Jarnbardur, soleiðis sum reglugerðin sigur, vent sær til næstu bátarnar [...] heldur enn tey kappróðrarfólk, sum hava kappast um plássið. (Lagt kann verða afturat, at manningin má vera av sama kyni, tí í Sillyoyggjum er sum hjá okkum, at menn og kvinnur rógva ikki saman.) Lat meg so
Spania, sum skuldi vera lítil (gittarin), men ikki var tað, og beiggi mín var ov lítil at spæla uppá hann, tók eg gittaran til mín og havi ikki slept honum síðan. Klaverið fór, sum vera man, í ommu sína [...] tónleikur. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? ? Tað fer nokk at vera »Countrykrist« við Mold. Annars eri eg sera glaður fyri 200%. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð
at Noreg skal rinda 3,5 milliardir krónur um árið fyri marknaðaratgongdina, men tað halda norðmenn vera alt ov nógv. Hesum er svenski forsætisráðharrin, Gøran Persson, ikki samdur við teimum í. Fyrr í vikuni [...] so er tað kortini hugvekjandi, at tað framvegis gongur tann skeiva vegin. Hann heldur tað eisini vera hugvekjandi, at ein triðingur av teimum, sum doyðu í ferðsluni í fjør, vóru yngri enn 25 ár, og at [...] triðingur vóru eldri enn 65 ár. Lene Espersen, løgmálaráðharri harmast ta skeivu gongdina og sigur hetta vera eitt prógv um, at tað er neyðugt at leggja uppaftur størri dent á ferðslutrygdina. Hinvegin iðrar
Símun. Hann gekk í high school saman við 400 øðrum í aldrinum 15 til 18 ár. Tað verður ikki mett at vera ein serliga stórur skúli í USA. Símun greiðir frá, at bara søga og enskt vóru lærugreinar, sum tey [...] hinar vóru allar vallærugreinar. Møguleikarnir vóru nógvir í tali. Men tað var ikki bara stuttligt at vera so langt burtur í einum øðrum landi millum onnur fólk við øðrum siðum og aðrari mentan. ? Um eg skal [...] ? Amerikanarar eru løgnir, heldur Símun fyri og flennandi greiðir hann frá, hvussu tey bara skulu vera eitt sindur øðrvísi. ? Vit hava tvey hol í vanligum A 5 blokkum, men sjálvandi skulu amerikanarar
boði um 17-18 ára aldur. Nøkur velja sjálvsagt eisini at leita sær á miðnámsskúla. Men ongin ivi skal vera um, at eitt ár uttanlands, hvar tað enn er, er og verður eitt upplivilsi fyri lívið. Vinirnir, up [...] skal liva seg inn í mentan og siðir hjá eini familju í landinum. Skúlagongd og frítíðarítriv koma at vera karmur um eitt ógloymandi uppihald. AFS hevur ígjøgnum ár og dagar sent fleiri túsund ungfólk kring [...] í eitt heilt ár. Heiðursmerki hava altíð eina baksíðu, og skrekkurin hjá einum skiftisnæmingi man vera, um ein ikki trívist har ein er. Men tílíkar søgur eru so gott sum ikki at hoyra, og tað kemur av
til FCK á fremsta plássinum í superliguni eftir trý tey fyrstu umførini eftir vetrarsteðgin fór at vera minka frá tíggju og til bara eitt stig, men soleiðis var ikki. Lítla løtu eftir leiðslumálið hjá Brøndby [...] Jacobsen sat allar 90 minuttirnar á beinkinum. Todi bara umrøddur FCK venjarin, Hans Backe, segði seg vera væl nøgdan við úrslitið, og hann segði seg síggja ljóst upp á komandi vikurnar, sjálvt um liðið hjá [...] um teir verða tøkir í annaðkvøld. Frammanundan er Thomas Røll skaddur, og tað heldur FCK venjarin vera dyggan smeit. FCK venjarin tók ikki Toda Jónsson upp á tunguna við einum orði. Todi var ikki í FCK
skúlanum, fari eg ikki at leggjast á boðini og lata sum einki. Eg ivist ikki í, at tað má vera torført at vera lærari í dag, men kortini er happing eitt evni, ið okkurt má gerast við. Tað eiga foreldur [...] einføld: Eg eri tann gentan. Nú, eitt ár seinni, eri eg vorðin forvitin. Eg hugsi ofta um, hvat man vera hent í tí føroyska fólkaskúlanum síðan. Er nakað hent yvirhøvur? Ella liggur evnið onkrastaðni og