Nýggja samferðsluhavnin í Suðuroy verður nú bóðin út

Bjarni Djurholm hevur borið Løgtinginum uppskot um at byggja nýggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði fyri í mesta lagi 60 milliónir

Samferðsla

Áki Bertholdsen
Nú verður farið undir at samferðsluhavn í Suðuroy, sum tann nýggja suðuroyarferjan kann brúka.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, hevur borið Løgtinginum uppskot um at byggja nýggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði fyri í mesta lagi 60 milliónir krónur og uppskotið verður lagt fyri Løgtingið á einum av fyrstu fundunum í nýggja árinum.
Bjarni Djurholm sigur, at Tvøroyrar Kommuna hevur boðað frá, at hon ætlar at nýta havnina á Drelnesi til annað virksemi framyvir, og tí er møguleikin i kki kannaður, um tað ber til at ger ábøtur á havnina á Drelnesi, so at hon kann brúkast til nýggju suðuroyarferjuna eisini.
Og tískil er einasti møguleiki at byggja eina nýggja havn og hon verður nú gjørd nakað væl uttan fyri Drelnes.
Annars hava nógvir trupulleikar verið á Drelnesi við vindi og súgi, sum gera, at tað oftani ikki ber til at leggja at og binda skipini. Talan um tveir trupulleikar. Annar stendst av súgi á eysturætt, og hin stendst av vindi av útsynningi.
Men har ætlanin nú er at byggja nýggja havn, út ímóti Lítlu Holmum, ber væl til at gera eina góða og trygga havn.
Ætlanin er at bjóða havnagerðina út longu í januar ella í februar. Verklagið skal vera liðugt í september í 2004, men tó kann havnin helst takast í nýtslu longu á sumri sama ár.

Tveir møguleikar
Ætlanin er at gera eitt 200 metra langt grótkast og eina ytri og eina innari ferjulegu við føstum betongrampum. Harumframt skal havnaøki gerast umframt landgongd til ferðafólk, farstøð á landi, eins og tað sjálvsagt skal bindast í landsvegin.
Tá ið ferjan liggur í innari leguni, hevur hon atløgusíðu til kaiøkið, og tá hon liggur í ytri leguni, liggur hon fram við grótkastinum.
Grótkastið hevur ein vinkul upp á 45° í mun til atløgusíðuna fram við kaiøkinum. Ferjan hevur síðuportur í stýriborð, so tá ið hon liggur í innaru leguni, kann hon nýta bæði hekkuportrið og síðuportrið til at avgreiða akfør, og tá ið hon liggur í ytru leguni, kann hon nýta hekkuportrið. Hinvegin kann hon bert nýta serligu landgongdina til ferðafólk, tá hon liggur í innaru ferjuleguni.
Mett verður, at sjálv havnin fer at kosta 55 milliónir. Harumframt verða útreiðslur til at byggja landgongd og fyribils farstøð mettar at vera 5 miliiónir krónur. Stór óvissa er tó á kostnaðarmetingini av landgongd og farstøð.
Skuldi tað eftir útbjóðingina víst seg, at kostnaðurin verður størri enn mett, ber til at bíða við at gera tað ytru ferjuleguna lidna.
Næsta ár hevur Løgtingið samtykt at seta 18 milliónir av til endamálið. Upprunaliga hevði Vinnumálaráðið mett, at tað fór at vera neðugt at seta 25 milliónir av næsta ár og at seta aðrar 30 milliónir av í 2004. At Løgtingið hevur skarvað av, merkir helst, at neyðugt verður at játta pening til endamálið eisini í 2005.
Alt hetta merki so eisini, at tað er ivasamt um farstøð og landgongd verða liðug, tá ið suðuroyarskipið kemur á heysti í 2004.

3,5 milliónir í endurgjaldi
At landið sjálvt byggir samferðsluhavn í Suðuroy, merkir at Tvøroyrar Kommuna missir havnagjald. Eftir lógini eigur l kommunan tískil rætt til endurgjald fyri mista inntøku. Endurgjaldið verður goldið í einum, og verður roknað sum miðal árliga havnagjaldið seinastu trý árini faldað við fimm. Verður óbroytt framyvir, verður endurgjaldið til Tvøroyrar Kommunu sostatt einar 3,5 milliónir krónur.



TEKNING AV SAMFERÐSLUHAVN: TEKNINGIN STÒÐ Í SOSIALINUM 7. november 2002, men Finnur fann hana ikki í arkivinum

Soleiðis fer nýggja samferðsluhavnin í Suðuroy at síggja út. Hon skal hava tvær atløgusíður, eina innaru ferjulegu framvið landi og eina ytri ferjulegu framvið grótkastinum út a fjørðin