ÚTISETAFELØG
40.254 áskoðarar er ein stór fjøld. Tað sást og hoyrdist í Parkini sunnudagin, at har vóru nógvir áskoðarar. Eftir dystarenda var talan um ørkymlan. Úrslitið var 1?1, hvørgin parturin hevði vunnið, og spælið hevði ikki verið nakað at reypa av. Fleiri enn tredivu fanatiskir áskoðarar endaðu í brummuni.
Tosað varð frammanundan um stóra brakið, sum tað á nútíðar máli verður nevnt, tá ið talan er um stórdyst. Bara eitt brak var í Parkini. Beinanvegin tveitti ein áskoðari eina stóra bumbu inn á vøllin. Hon brast tætt við unga Brøndby málverjan, Ankergreen, og eina løtu vóru teir bangnir fyri, at hoyrnin hjá honum skuldi hava tikið skaða. Men, tíbetur, so var alt í lagi.
Á vøllinum var lítið at reypa av. Poleraðum fótbóltsspæli sást millum lítið og einki til. Í staðin fyri skjótt og hugflogsríkt samanspæl, so var heldur talan um nógvar langar og skeivar sendingar, og harvið gekk lítið fyri seg á miðvøllinum.
Brøndby var leikliga omaná stórar partar av tíðini. Teir løgdu seg á odda, tá ið Morten Wieghorst eitt korter undan leikloki stútaði bóltin í málið. Tá tóktist tað sum um fjarstøðan fram til FCK á fremsta plássinum í superliguni eftir trý tey fyrstu umførini eftir vetrarsteðgin fór at vera minka frá tíggju og til bara eitt stig, men soleiðis var ikki. Lítla løtu eftir leiðslumálið hjá Brøndby fekk FCK brotsspark, sum liðformaðurin Peter Nielsen setti í netið.
Brotssparkið varð dømt ímóti svenska álopsspælaranum Jörgen Pettersson. Hann hevur havt sera ilt við at sannføra um, at hann hevur uppiborið stóru lønina, sum hann fær í FCK. Sunnudagin tóktist hann kortini betri upplagdur, enn hann hevur verið higartil. Men hann skoraði ikki, og hann hevur framvegis bara skorað tvey mál, síðani hann síðsta summar flutti til FCK.
Eftir dystin helt Brøndby venjarin, Michael Laudrup, at liðið hjá honum hevði víst betri spæl enn heimaliðið. Hann iðraði seg um, at FCK so skjótt hevði javnað til 1?1, men hann segði seg væl kunna liva við javnleikinum, og Laudrup helt, at tað framvegis er møguleiki fyri, at liðið hjá honum skal røkka FCK, sum er fýra stig á odda.
Michael Laudrup gav sunnudagin fleiri av blaðungu Brøndby spælarunum møguleikan at vísa, hvør dugur er í teimum. Danska pressan er samd í, at teir stóðu seg væl. Jón Róa Jacobsen slapp kortini ikki á vøllin. Dan Anton Johansen var í miðverjuni undir liðini á liðformanninum Per Nielsen, og Jón Rói Jacobsen sat allar 90 minuttirnar á beinkinum.
Todi bara umrøddur
FCK venjarin, Hans Backe, segði seg vera væl nøgdan við úrslitið, og hann segði seg síggja ljóst upp á komandi vikurnar, sjálvt um liðið hjá honum bara hevur fingið tvey stig í trimum dystum.
Í annaðkvøld skulu FCK og Brøndby spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini í Parkini. FCK venjarin harmaðist um, at bæði Peter Christiansen og Erik Mykland sunnudagin vórðu so mikið skaddir, at tað er sera ivasamt, um teir verða tøkir í annaðkvøld. Frammanundan er Thomas Røll skaddur, og tað heldur FCK venjarin vera dyggan smeit.
FCK venjarin tók ikki Toda Jónsson upp á tunguna við einum orði. Todi var ikki í FCK hópinum sunnudagin, og FCK leiðslan skal ivaleyst kenna seg rættuliga kroysta av skaðum og leikbannum, áðrenn Hans Backe fær loyvi at senda boð eftir føroyska spælaranum.
Í uimrøðuni undan dystinum helt fyrrverandi landsliðsmiðvallarin Per Frimann annars, at tað hevði verið fongur í at havt Toda á liðnum ella í hvussu so er á beinkinum. Men teir í FCK leggja eftir øllum at døma ikki dent á somu lutirnar, sum serfrøðingarnir gera. So verður tað harvið, at tað kanska kostar DM heitið.