óheppin, at tey noyðast at liggja á sjúkrahúsið um jólini, men sigast má, at tey líða onga neyð, tí starvsfólkið hjúklar eyka um sjúklingarnar hesa tíðina. Vit skulu øll halda jól, frísk sum sjúk. Og á [...] okkum er rímiliga full, sjálvt um onkur er sloppin heim at venda. Vit fingu dunnu sum øll onnur og rísingreyt og tríggjar mandulgávur, sigur ein av teimum trimum, sum er á vakt jólaaftan. Alt Landssjúkrahúsið [...] á Landssjúkrahúsinum gera tey sítt besta at søta um tilveruna hjá teimum óhpnu, sum ikki sleppa at vera heima á jólum. Á Landssjúkrhúsinum eta tey longu jólaaftansdøgurðan á miðdegi, so dunnan við øllum
er at eygleiða fiskin og taka myndir av tí, vit síggja. Nøgdirnar eru so stórar, at ógjørligt er at taka hjáveiðina burtur úr samlaðu veiðini. Hann sigur, at Fiskiveiðieftirlitið arbeiðir við at gera [...] gera tað lættari at kanna hjáveiðina hjá nótaskipunum, og hann væntar, at grundarlagið undir metingini verður betur sum frá líður. - Tá ið nógvur fiskur er at fáa, er skjótt at fylla skipini, harav tey størstu [...] hjá nótaskipunum, er, at fiskurin hevur havt ov lítið at eta, og at hann tí gongur uppi í svartkjaftinum. Veikt grundarlag Elmar Højgaard, leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at teir í summar hava gjørt
og vit mettu, at hann serliga í høvuðspælinum fór at vera góður ímóti Skála, og tað vísti seg so at halda. So vit kunnu siga, at tað var held í óheld, sum tað plagar at verða tikið til, at Bartal var á [...] aftur, at hann royndi at lumpa kollegaðan og vinmannin Johan Nielsen, sum hevur ábyrgdina av Skála: - Ætlanin var, at Bartal skuldi av landinum. Men eftir venjingina fríggjakvøldið vísti tað seg, at sjúka [...] einki hava ímóti at lesa ta søguna, tí teir roknaðu tað sum serliga styrki hjá ÍF, at teir ivaleyst vóru stinnari í luftspælinum, enn skálamenn vóru tað. Soleiðis vísti tað seg eisini at vera í ódnarveðrinum
fáa einki annað at vita, enn tað, sum stendur á einum lepa í vindeyganum hjá læknanum. Tá sandoyingar koma til lækna, stendur ein pappírlepi fyri teimum klistraður á ein rút, sum sigur, at læknin er bur [...] sigur, at fólk eru ótrygg. Tey vita sær einki annað enn at ringja til læknarnar í Havn, um eitthvørt er, og so bara vóna, at teir forbarma seg yvir tey, sigur løgtingsmaðurin. Men tað er ikki tí, at tey hava [...] burturstaddur, hevur onkur avloysari verið soleiðis eina viku í senn ella so. Men nú er knappliga eingin, og so standa fólk á berum. ?Hendir eitthvørt, so sum ein bilvanlukka ella annað, sum krevur viðger á
tað at læra barnið sjálvsvirði liggur frammarlaga, at leggja í barnið, at tað kann - og at tit í hesi prosessini læra barnið at kenna náttúru, søgu og samfelag. - Onkur rithøvundur hevur nevnt, at náttúran [...] serstaka stovnin millum bý og náttúru. Hon segði m.a.: - Vegna okkum sum politikkarar og sum foreldur haldi eg at eg tori at siga, at gerandisdagurin í Býlingshúsinum á Norðasta Horni altíð hevur verið [...] er nógv betri. - Fyri at náa tykkara málum er neyðugt, at ikki bara børnini, men at eisini starvsfólk og foreldur trívast, at gott samstarv er millum stovnin og foreldrini, og at fysisku karmarnir eru
snellufiskiskapur. Stjórin vísir á, at ein stórur partur av norðhavsfiskinum er toskur 2, og hetta er stórur og góður fiskur. - Ja, vit kunnu siga, at tað stundum hevur verið sum í gomlum døgum á bryggjuni í [...] , stjóri í Fo-Fish og Norðfra í Leirvík væntar, at talið av bátum verður enn størri, um snellubátarnir framhaldandi fara at fáa fisk norðanfyri. - Onkur bátur hevur fingið heilt upp í 4.000 pund einar [...] høvdu 10 snellubátar, sum landaðu í Leirvík, umleið 18.000 pund tilsamans, harav besti báturin við tveimum monnum hevði 3.500 pund. Ein góður útróðrardagur gevur væl og menninir, sum vóru við hesum eina
Tað eru ikki bara tónleikarar, sum ganga aftur í Prix Føroyar tónleikakappingini. Tað gera onkur ljóðføri eisini. Eitt av hesum er bassgittarin hjá Hera Reynheim, sum er ein av tónleikarunum í bólkinum [...] tað eru eisini aðrir tónleikarar, sum hava brúkt hendan góða bass. Bara í ár hava fýra bólkar brúkt hetta ljóðføri, og tríggir av bólkunum eru komnir í finaluna, sum verður seint í apríl mánaði. Fimm bólkar [...] fyrsta innleiðandi umfarið í kappingini. Síðani var tað Makrel, sum fyri góðum tveimum vikum síðani vann fjórða innleiðandi umfar. Og at enda var bassgittarin eisini uppi í leikinum, tá ið Ansgar Jensen
Randi, sum doyði 11. november í 1995, Torleif, Aage, Hugo og Stanley. Aage fór sum fjúrtan ára gamal í prentaralæru á Dimmalætting 3. august 1959. Dimmalætting helt tá til í Erling Jalsgøtu, har sum Tryg [...] vóru teir í mong ár ímyndin av blaðnum. Onkur hevur í skemti tikið til, at Samuelsen brøðurnir vórðu sendir til Havnar í læru á Dimmalætting beint eftir ólavsøku, og at teir møttu til arbeiðis hvønn morgun [...] nærlagdir í sínum arbeiði, Aage einki undantak. Hann er eins arbeiðsfúsur í dag, sum hann altíð hevur verið og hevur so at siga ongan sjúkradag havt øll hesi 50 árini. Aage er giftur Sólvá, f. Klein, av Strondum
nasistarnar sum jú vóru yvirgangskroppar, tað haldi eg vera grovligt at siga um hampafólk men tá tað snýr seg um tey samkyndu er einki átaluvert, men tað verður beinanvegin rok um onkur vágar sær at siga kynsvillingur [...] tey biðja um stuðul til? Er tað at liva saman? Nei, tað gera tey kortini, so endamálið má vera at sleppa at giftast og liva saman sum hjún og tað man fara at ganga illa, at fáa meirluta fyri slíkum í Føroyum [...] Eg hevði ikki ætlað mær at leggja uppí hetta orðaskifti um tey samkyndu. At eg so geri tað, er tí eg haldi, at hetta verður so løgið viðgjørt. Tað tykist sum tað snýr seg um, at tað er ein ávís forfylging
verður eisini gjørt til eitt falskt rit, har onkur hevur lagt aftur at tí, sum Jóhannes hevur skrivað, eisini fyri at fáa okkurt fram, sum hesi vildu hava tað at vera. Hans Andrias og hansara felagar penta [...] avnokta Jesus sum Kristus er at avnokta sjálvt grundarlagið fyri øllum sonnum kristindómi. Tann, sum trýr, at Jesus er Kristus, er føddur av Gudi, tann, sum ikki játtar hann sum Son Guds er lygnari. Hetta er [...] Í eini grein í Sosialinum pástendur hann og teir, sum hann citerar, at Lukas og Matteus pentaðu søgur saman um Jesus fyri at fáa tað at passa, sum Mika profetur profeterar um føðing Jesusar í Betlehem