Gylti bassurin

Bassgittarin hjá Hera Reynheim hevur spælt fimm bólkar í Prix Føroyar finaluna. Bara í ár hevur bassurin verið við hjá trimum finalistum

Tað eru ikki bara tónleikarar, sum ganga aftur í Prix Føroyar tónleikakappingini.
Tað gera onkur ljóðføri eisini.
Eitt av hesum er bassgittarin hjá Hera Reynheim, sum er ein av tónleikarunum í bólkinum MC Hár.
Hann hevur ein Cort-bass hangandi um hálsin, tá ið hann er á pallinum, og tað eru eisini aðrir tónleikarar, sum hava brúkt hendan góða bass.
Bara í ár hava fýra bólkar brúkt hetta ljóðføri, og tríggir av bólkunum eru komnir í finaluna, sum verður seint í apríl mánaði.

Fimm bólkar
Fyrst var tað MC Hár, har Heri sjálvur spælir við. Teir vunnu fyrsta innleiðandi umfarið í kappingini.
Síðani var tað Makrel, sum fyri góðum tveimum vikum síðani vann fjórða innleiðandi umfar.
Og at enda var bassgittarin eisini uppi í leikinum, tá ið Ansgar Jensen legði ein tryggan botn í tónleikinum hjá Hatespeech leygarkvøldið.
Harafturat spældi Heri sjálvur bass í bólkinum Blív leygarkvøldið, men teir komu ikki víðari.
Áður hevur sama ljóðføri spælt bólkarnar MC Hár og Diatribes í Prix-finaluna.
? Bassgittarin hjá mær er ikki serliga dýr, men hon er góð, sigur eigaramaðurin. Men hann dugir ikki at siga, hví aðrir bassspælarar eisini hava viljað spælt við henni.
Enn hevur hetta ljóðføri ikki vunnið Prix Føroyar tónleikakappingina, men um hon verður brútk tríggjar ferðir í finaluni, so átti møguleikin at verið góður fyri, at hon kann fáa enn eitt heiðursmerki um hálsin...