Hjúkla um sjúklingarnar

Summi okkara eru so óheppin, at tey noyðast at liggja á sjúkrahúsið um jólini, men sigast má, at tey líða onga neyð, tí starvsfólkið hjúklar eyka um sjúklingarnar hesa tíðina. Vit skulu øll halda jól, frísk sum sjúk.

Og á Landssjúkrahúsinum gera tey sítt besta at søta um tilveruna hjá teimum óhpnu, sum ikki sleppa at vera heima á jólum.

Á Landssjúkrhúsinum eta tey longu jólaaftansdøgurðan á miðdegi, so dunnan við øllum tilhoyri er langt síðani farin niður um. Og tað er rísingreyturin eisini.

Deildin hjá okkum er rímiliga full, sjálvt um onkur er sloppin heim at venda. Vit fingu dunnu sum øll onnur og rísingreyt og tríggjar mandulgávur, sigur ein av teimum trimum, sum er á vakt jólaaftan.

Alt Landssjúkrahúsið er væl pyntað og allar deildir hava jólatræ við ljósketum á, eins og vindeygu og deild yvirhøvur er vakurt jólaprýdd.

Vit pynta altíð fyrst í desember, so bæði sjúklingar og starvsfólk verða dagliga mint um jólini, sigur sjúkrarøktarfrøðíngurin á G4.

Klokkan 15 var so jólaguðdstænasta á Landssjúkrahúsinum, og nú verður nátturin etin.

Vit hava roynt at gjørt nakað serligt bufrtur úr smurda breyðinum, og eitt nú fáa sjúklingarnir drýl við skerpikjøti á, siga tey av G4.

Har eru eingin trupulleikar við at býta jólini so kistiliga millum sín, so øll eru heima part av jólunum.

Portalurin ynskir bæði starvsfólki og sjúklingum á Landssjúkrahúsinnum eini gleðilig jól.