Heilsumál
Sandoyggin liggur í læknaloysi. Kommunulæknin er burturstaddur, og fólk fáa einki annað at vita, enn tað, sum stendur á einum lepa í vindeyganum hjá læknanum.
Tá sandoyingar koma til lækna, stendur ein pappírlepi fyri teimum klistraður á ein rút, sum sigur, at læknin er burturstaddur. Tað er so tað, og tí kunnu vit ikki liva við, sigur Gerhard Lognberg, løgtingsmaður fyri Sandoynna.
Hann er ógvuliga misnøgdur við støðuna og sigur, at fólk eru ótrygg. Tey vita sær einki annað enn at ringja til læknarnar í Havn, um eitthvørt er, og so bara vóna, at teir forbarma seg yvir tey, sigur løgtingsmaðurin.
Men tað er ikki tí, at tey hava fingið nakra ávísing til havnarlæknarnar. Tað er bara nakað, tey sjálv mugu finna útav.
Ein einsamallur lækni er í Sandoynni og Skúvoy, og tað er alt ov lítið, sigur Gerhard Lognberg. Nú hann hevur verið burturstaddur, hevur onkur avloysari verið soleiðis eina viku í senn ella so. Men nú er knappliga eingin, og so standa fólk á berum.
?Hendir eitthvørt, so sum ein bilvanlukka ella annað, sum krevur viðger á staðnum, kann ein rættilig ólukka standast av, heldur hann.
Fólk kenna seg bæði ótrygg og hjálparleys, og tað kann undir ongum umstøðum halda fram soleiðis, siga sandoyarfólk.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Heilsumálaráðnum, áðrenn blaðið fór til prentingar.