Í gjár var samkoma fyri børnum, foreldrum og gestum í Býlingshúsinum í Norðasa Horni, sum hátíðarhelt 30 ára dagin fyri stovnanini. Borgarstjórin Annika Olsen var eisini við, og hon hugleiddi eina løtu um henda serstaka stovnin millum bý og náttúru. Hon segði m.a.:
- Vegna okkum sum politikkarar og sum foreldur haldi eg at eg tori at siga, at gerandisdagurin í Býlingshúsinum á Norðasta Horni altíð hevur verið merktur av mennandi avbjóðingum til børnini, har karmarnir eru góðir at virka, bæði innan- og uttandura.
- Í mong ár er náttúran miðvíst brúkt sum námsfrøðiligt amboð. Støðið hevur altíð verið tikið í førleikanum hjá einstaka barninum, og menning, trivnaður og gott foreldrasamstarv hava verið lyklaorðini øll hesi 30 árini.
- Tit hava slaviskt fylgt dagstovnalógini um sálarliga og kropsliga menning, og tit hava staðfest, at náttúran er besta amboð til at náa hesum málum. Eisini hava tit í stóran mun gjørt brúk av okkara søgu- og sangmentan.
- Tit hava tikið málmenningina í álvara. Í hesum sambandi skal eg sjálvandi takka fyri tann praktfulla sangin. Eg hoyri eisini, at tit dúgliga hava kvøðið í føstuni og hava verið og sungið og kvøðið fyri teimum gomlu á Boðanesheiminum. Tað skulu tit hava stóra tøkk fyri.
- Tykkara pedagogisku mál eru rættiliga hugvekjandi, har tað at læra barnið sjálvsvirði liggur frammarlaga, at leggja í barnið, at tað kann - og at tit í hesi prosessini læra barnið at kenna náttúru, søgu og samfelag.
- Onkur rithøvundur hevur nevnt, at náttúran er okkara originala Playstation. Og mong okkara hava sum foreldur sannað, at onki spælipláss er betri, stuttligari ella meira mennandi enn náttúran. Og tað er ein veldugur fyrimunur at hava ein stovn, sum liggur so nær náttúruni.
- Danski granskarin Erik Sigsgaard (frá Videncenter for Institutionsforskning) sigur í eini frágreiðing, at donsk børn í dag læra um lívið, ístaðinfyri at læra av lívinum. Børn verða isolerað frá veruliga gerandisdegnum.
- Sjálvur heldur hann, at onki kann sum frálæra í náttúruni rætta uppá hesar skeivleikar. Ein iPad er góður, sigur hann, men 10 fermetrar eyka av bøi og ein heildrakt er nógv betri.
- Fyri at náa tykkara málum er neyðugt, at ikki bara børnini, men at eisini starvsfólk og foreldur trívast, at gott samstarv er millum stovnin og foreldrini, og at fysisku karmarnir eru í lagi.
- Eg fari kommunurnar vegna at veita tykkum eina hjartans tøkk fyri gott arbeiði - eg skilji at onkur her hevur verið við í mong ár, hóast ikki øll tey 30 árini, segði Annika Olsen at enda, áðrenn hon handaði leiðaranum Óla Midjord eitt blómutyssi frá kommununi.