umfarinum, tá ið greipuvinnararnir í góðveðrinum í kvøld høvdu vitjan av NSÍ, sum í fjør endaði á silvurplássi – bæði í landskappingini og steypakappingini. HB fer mikukvøldið í næstu viku suður til Sands at [...] vikuskiftini í november. Tað er langt til síðst í november. Men um NSÍ avrikið ikki verður frægari, enn tað var í kvøld, so er eingin ivi um, at tað verður HB, sum fer at spæla finalu fyrsta leygardagin í desember [...] møguleikar at skjóta fleiri mál, tá ið Dan í Soylu, Mikkel Dahl og Michal Przybylski vóru í fínum støðum. Tað var einki annað enn væntandi, at HB fór at økja um munin, og í 18. minutti var tað Hilmar Leon Jakobsen
Holm við høvdinum sett bóltin í málið. Hetta var triðja ferðin, at Rógvi hevur verið í góðari støðu eftir horna. Í fyrsta KÍ álopinum eftir 2-0 málið var Páll A. Klettskarð í góðari støðu, eftir at Hjalgrím [...] er 9-1! Mest eyðsýndi spælarin í teimum fimtan dystunum, sum higartil eru spældir, er NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen. Hann hevur skorað seks mál ella í miðal tvey í hvørjum umfarinum. Klæmint er ovastur [...] Tað var hann eisini í fjør, tá ið hann eftir 27. og síðsta umfar hevði skorað 21 mál. Merkisvert er tað, at tá gekk tað striltið við málskjótingini í fyrstu umførunum. Tá ið kappingin í fjør var trý umfør
Í kvøld vann Víkingur 1-0 ímóti NSÍ í Betrideildini. Dysturin var í Sarpugerði. Í morgin hittast NSÍ og Víkingur aftur. Tað verður í næstbestu deildini, og tá verður tað í Runavík. Leygardagin og sunnudagin [...] ímóti B36. AB, sum einki stig hevur vunnið í tveimum teimum fyrstu umførunum, skal í morgin spæla á útivølli ímóti B71, sum hevur verið partur av javnleikum í báðum umførunum, sum higartil eru avgreidd [...] verður triðja umfar í næstbestu deildini. Eftir tvey umfør eru fýra lið ósigrað. Umframt Víking og NSÍ eru tað KÍ og B68. Felags fyri KÍ og B68 er, at tey skulu spæla sunnudagin í høvuðsstaðnum. B68 ímóti
tapið var 7-1. Í kvøld megnaði Víkingur málleysan javnleik á útivølli í Tróndheimi ímóti Rosenborg. Rosenborg vann 2-0 í síðstu viku á Svangaskarði. Besta úrslitið av øllum megnaði NSÍ í kvøld, tá ið tað [...] halda fram í kappingini við samantaldum 5-4 sigri. Í einum tí mest undirhaldandi Europa dystinum nakrantíð á føroyskari grund - kanska var tað tann mest undirhaldandi - hevur NSÍ í kvøld í góð veðrinum [...] Føroyska luttøkan í europeisku liðkappingunum er av á hesum sinni. B36 varð varpað úr meistarakappingini suðuri í Wales týskvøldið. TNS vann 4-1 og samantalt 6-2. Í kvøld legði HB rygg til 4-1 tap á Tórsvølli
góðan málmøguleika, og vit skoraðu eitt mál. Vit hava bara tapt ein dyst í ár, og tað, og at vit ikki hava tapt í Gundadali ímóti B36 í trý ár, kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við, sigur Petur Knudsen [...] Rás1 var Teitur Joensen: -Eg havi ikki sæð B36 spæla so væl í ár, sum B36 gjørd í kvøld. Hetta var tjóvarí, og tí er lætt at skilja, at lagið í B36 leguni ikki er so gott. Men tað er eisini ein dygd við [...] fyri síðstu ferð, at NSÍ hevði vunnið eitt stig, og at teir í B36 kendu seg hava tapt tvey stig. Petur Knudsen javnaði til 1-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki eftir fínt upplegg frá Jann S. Benjaminsen.
verjuni, og tá ið hann var komin vpl inn í brotsteigin smekkaði hann til, og bólturin streyk flatt í handara síðunetið. HB javnaði til 3-3 í evstu løtu. Vongverjin í vinstru, Daniel Johansen, lyfti av baklinjuni [...] Knudsen, Rúni Klein Joensen Í seinna hálvleiki vórðu innskiftir Alfred Sankoh, Pætur Skipanes og Mórits Heini Mortensen. Myndir, sum Álvur Haraldsen í góðveðrinum seinnapartin tók í Gundadali síggjast her [...] NSÍ var í góðveðrinum seinnapartin gestur hjá HB í Gundadali. Felags fyri HB og NSÍ er, at tey undan dagsins uppgerð í VFF kappingini ikki høvdu tapt. Felags fyri bæði liðini er, at tey eftir dagsins dyst
KÍ longu í fyrsta umfari og á heimavølli varpað úr kappingini um løgmanssteypið. NSÍ, sum í fjør tapti steypafinaluna ímóti HB, fegnast í hesi løtu um 2-1 sigur í Klaksvík. Harvið skal NSÍ í fjórðingsfinaluni [...] høvdu savnað okkum. Í kvøld eydnaðist tað at savna okkum aftur, men fyrsta korterið vóru tað teir, sum høvdu fult tak á tí. Vit reistu okkum, men vit vóru ikki serliga vandamiklir í fyrra hálvleiki. So [...] smekkaði eg til, og tað var framúr kensla at síggja bóltin fara í málið, og hoyra okkara áskoðarar fegnast saman við okkum, sigur NSÍ liðformaðurin í samrøðu við Trónd Arge á FM1. Tað var ferðmikið, tað var
stóð við hjartanum í hálsinum og mintist aftur á tær ferðirnar fyrr í ár, tá ið leiðslan er gloppin teimum av hondum í síðstu minuttunum. Hesa ferð tørnaði tað ikki soleiðis út. Í tíðini, sum dómarin [...] spældi í ein tíma. Árni Frederiksberg tamdi og royndi seg úr spískum, og bólturin fór í málið. Magnus Poulsen, sum vardi málið í staðin fyri skadda Meinhardt Joensen, var ikki heilt sakarleysur í hesum [...] spælinum, og Klæmint Matras varð fluttur aftur í miðverjuna. Síðstu minuttirnar sleptu teir hvítklæddu uppaftur meiri í verjupartinum. Símun Joensen varð fluttur í fremstu røð, og tað var um reppið, at hann
at B36 ikki verður umboðað í næstbestu deildini næsta ár. Í kvøld takkaði næstbesta B36 liðið fyri seg í fyrstu deild. Dysturin í síðsta umfari ímóti NSÍ var framskundaður til í kvøld. NSÍ fór úr Gundadali [...] eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. Aron Knudsen var tvífaldur málskjútti. Hann legði NSÍ framum longu í fimta minutti, og hann staðfesti sigurin í næstsíðsta minutti. Í fyrra hálvleiki økti Mórits Heini Mortensen [...] Steffan A. Løkin, sum skoraði til 3-0. B36 svaraði aftur, tá ið Gilli Samuelsen minkaði um munin í 61. og aftur í 68. minutti. So varð heilt spennandi, men tað vóru gestirnir, sum fóru úr Gundadali við øllum
heimasigri í betri líkindum, enn tað leingi sá út til at tey fóru at verða í kvøld, syrgdi NSÍ fyri, at HB fyri fyrstu ferð í ár fór av vøllinum uttan úrtøku. Harvið er tað av álvara spenningur í toppinum [...] Betuel Hansen og Mórits Heini Mortensen vóru óførir á sentrala miðvøllinum, og í høgru var Búi Egilsson grammur, og Bárður J. Hansen var álopshugaður og søkti ofta inn í HB brotsteigin. Klæmint A. Olsen [...] bæði í álopi og verju, og HB verjan var um ein háls hvørja ferð Petur Knudsen hevði bóltin. HB miðvøllurin var aftur og aftur yvirspældur. Aftur og aftur spældu heimamenninir seg í góðar støður í brotsteiginum