Við 2-0 heimasigri í betri líkindum, enn tað leingi sá út til at tey fóru at verða í kvøld, syrgdi NSÍ fyri, at HB fyri fyrstu ferð í ár fór av vøllinum uttan úrtøku. Harvið er tað av álvara spenningur í toppinum, har HB nú er tvey stig frammanfyri NSÍ og KÍ og trý stig frammanfyri B36.
Tað var leingi mest sum einvegis ferðsla. Ferðslan var frá NSÍ málinum og ímóti HB málinum.
Toppliðið úr høvuðsstaðnum var illa spert, tí tað eydnaðist ikki at nýta uppskriftina, sum higartil í ár hevur borið oddasessin við sær. Tá ið gestirnir royndu at leggja trýst á frammarlaga á vøllinum, lótu teir gulu seg ikki taka av fótum. Teir vóru bólttryggir og megnaðu væl at spæla seg úr pressinum, og so var tað so skjótt, at tað var vandamikið í hinum endanum, og tá ið HB vann bóltin á síni hálvu, vóru heimamenninir øgiliga ágangandi.
Rógvi Egilstoft Nielsen og Jann S. Benjaminsen stóðu fyri uppspæli heilt har afturi frá í vinstru, Betuel Hansen og Mórits Heini Mortensen vóru óførir á sentrala miðvøllinum, og í høgru var Búi Egilsson grammur, og Bárður J. Hansen var álopshugaður og søkti ofta inn í HB brotsteigin.
Klæmint A. Olsen arbeiddi sum ein leyva bæði í álopi og verju, og HB verjan var um ein háls hvørja ferð Petur Knudsen hevði bóltin.
HB miðvøllurin var aftur og aftur yvirspældur. Aftur og aftur spældu heimamenninir seg í góðar støður í brotsteiginum, og í 11. minutti skoraðu teir til 1-0. Petur Knudsen streyk til baklinjuna í vinstru, legði flatt innfyri, og mitt fyri málinum heilfluktaði Bárður J. Hansen til 1-0.
Tað kendist bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn heimaleiðslan fór at verða tvífaldað. Daniel Johansen royndi seg við onkrum langskotum, sum ikki vóru nóg neyv, men tað eydnaðist ongantíð at fáa Dan í Soylu í lyklaleiklutin aftanfyri Øssur M. Dalbúð, sum var væl ansaður av Jóhan Troest Davidsen og Oddi Á. Højgaard.
Klæmint A. Olsen var óheppin, at hann ikki økti um leiðsluna, tá ið hann eftir innlegg frá Peturi Knudsen úr vinstru og mitt fyri málinum og í málteiginum fluktaði á tvørtræið.
HB er illa plágað av skaðum, og tíggju minuttir undan steðginum varð skaðalistin longdur. Pætur J. Petersen noyddist skaddur av vøllinum, og í hansara stað varð settur Heri H.Mohr, sum var á beinkinum, tí Jógvan Rói Davidsen hevði vunnið kappingina um vongverjaplássið í høgru.
Og fýra minuttir undan steðginum økti NSÍ um leiðsluna til 2-0, tá ið Petur Knudsen umsetti brotsspark til mál.
Petur Knudsen legði flatt inn fyri úr vinstru, og mitt fyri málinum vara Samuel Johansen Chukwudi óheppin at gera brotsspark, tá ið hann royndi at takla Klæmint A. Olsen.
Petur Knudsen umsetti brotssparkið til 2-0, og so var mótbrekkan øgilig hjá HB, sum í seinna hálvleiki hevði fríska lotið ímóti.
Eftir steðgin var NSÍ meiri í 5-4-1 útgávu, og eina løtu var HB ofta í NSÍ brotsteiginum, og eftir innlegg úr vinstru var Mathias Nygaard tvær ferðir í góðari støðu, tá ið hann royndi seg við stútara. Kósin var góð, men NSÍ málverjin Tórður Thomsen bjargaði meistarliga væl.
Dan í Soylu varð skiftur út, og tá ið René S. Joensen noyddist skaddur av vøllinum, kendist tað sum um, at HB ásannaði, at tað fór ikki at eydnast at vinna stig við sær suður aftur í høvuðsstaðin, og soleiðis varð tað.
NSÍ – HB 2-0 (2-0)
1-0: Bárður J. Hansen 11.
2-0: Petur Knudsen br 41.
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen (Pætur Hentze, 83.), Mórits Heini Mortensenn(Salmundur Bech, 63.), Betuel Hansen, Jann S. Benjaminsen – Búi Egilsson (Aron Knudsen, 74.), Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
Gult kort: eingin
Venjari: Glenn Ståhl
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – Pætur J. Petersen (Heri H. Mohr, 36.), Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, René S. Joensen (Kevin Schindler, 77.) – Dan í Soylu (Mads Bo Mikkelsen, 62.), Øssur M. Dalbúð
Gult kort: Heri H. Mohr, Samuel Johansen Chukwudi, Teitur Matras Gestsson, Bartal Wardum
Venjari: Jens Berthel Askou