NSÍ sendi KÍ úr steypakappingini

Klæmint A. Olsen umsetti brotsspark til sigursmál við síðsta sparkinum í dystinum

Annað árið á rað er KÍ longu í fyrsta umfari og á heimavølli varpað úr kappingini um løgmanssteypið.

NSÍ, sum í fjør tapti steypafinaluna ímóti HB, fegnast í hesi løtu um 2-1 sigur í Klaksvík. Harvið skal NSÍ í fjórðingsfinaluni spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur. Tað verður sunnudagin 30. mai.

Petur Knudsen átti uppleggið til bæði NSÍ málini, og í báðum førum var tað liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum skoraði. Tað seinna málið skoraði hann við brotssparki, tá ið tíðin var um at vera farin:

-Eg havi tað øgiliga gott. Vit kendu okkum frustreraðar sunnudagin, tá ið tað ikki bar til at sleppa av við orkuna, sum vit høvdu savnað okkum. Í kvøld eydnaðist tað at savna okkum aftur, men fyrsta korterið vóru tað teir, sum høvdu fult tak á tí. Vit reistu okkum, men vit vóru ikki serliga vandamiklir í fyrra hálvleiki. So vendi tað, og vit spældu okkum til møguleikar, og tíbetur skoraðu vit málini, sum bera við sær, at vit halda fram í kappingini, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum skoraði bæði málini.

Tá ið Petur Knundsen fór um koll, lá tað til, at tað var tú, sum skuldi skora sigursmálið við brotssparki?

-Eg hugdi upp á Petur, um hann var klárur at skjóta, men hann signaleraði, at eg skuldi skjóta. Eg var øgiliga móður, so tað ráddi um at hvíla eitt sindur, áðrenn eg legði bóltin á brotssparksblettin. So smekkaði eg til, og tað var framúr kensla at síggja bóltin fara í málið, og hoyra okkara áskoðarar fegnast saman við okkum, sigur NSÍ liðformaðurin í samrøðu við Trónd Arge á FM1.

Tað var ferðmikið, tað var hendingarríkt og undirhaldandi, og tað var spennandi inntil síðsta bríksl.

KÍ legði øgiliga bragdliga fyri, og klaksvíkingar høvdu fyrsta hálva tíman fleiri heilt vandamikil álop. Tað eydnaðist at fáa eitt mál burturúr yvirvágini. Boris Dosljak legði innfyri úr vinstru, og Páll A. Klettskarð skoraði eitt fínt mál.

KÍ leiðslan helt, inntil ein lítil tími var farin. Síðstu løtuna undan steðginum fekk NSÍ tak á spælinum, og tá ið tað eydnaðist teimum gulu at javna, høvdu teir í góða løtu víst fínt hugflogsríkt og skjótt álopsspæl.

Málið til 1-1 var so sera vakurt. Petur Knudsen smekkaði inn fyri úr vinstru, og Klæmint A. Olsen stakk seg fram millum KÍ miðverjarnar og stýrdi við høvdinum bóltin í handara síðunetið.

KÍ hevði undan útjavnandi málinum verið meiri í verjustøðustøðu. Heimamenninir royndu at svara aftur, og Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg, sum síðani noyddist skaddur av vøllinum, vóru í góðum støðum, uttan at tað eydnaðist at skora.

So reisti NSÍ seg aftur, sum tíðin leið fram ímóti dystarenda, vóru teir gulu í fleiri heilt góðum støðum. Tað kundi fara báðar vegir, men tað var NSÍ, sum í evstu løtu skoraði sigursmálið. Jacob Trenskow spældi úr høgru fram í brotsteigin til Petur Knudsen, ið prikaði bóltin framvið KÍ málverjanum, sum gjørdi brotsspark. Úr ellivu metrum var Klæmint A. Olsen púra tryggur.

Fagnaðurin í NSÍ leguni er stórur, meðan tey í heimaleguni hanga við høvdinum

 

KÍ – NSÍ 1-2 (1-0)

1-0: Páll A. Klettskarð 9.

1-1: Klæmint A. Olsen 59.

1-2: Klæmint A. Olsen br 92.

Dómari: Alex Troleis

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Árni Frederiksberg (Ivar Sollie Rønning, 68.), Jákup B. Andreasen, Claes Filip Kronberg (Bob Sumareh, 63.), Boris Dosljak (Deni Pavlovic, 57.) – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

Gult kort: Boris Dosljak, Árni Frederiksberg

Venjari: Mikkjal K. Thomassen

NSÍ: Tórður Thomsen – Mikkel Elbæk Jakobsen (Pætur Hentze, 46.) Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft,  – Betuel Hansen, Tróndur Jensen, Jacob Trenskow – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

Gult kort: Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard

Venjari: Allan K. Jepsen

 

Fjórðingsfinalurnar

Sunnudagin 30. mai

EB/Streymur - B36

ÍF - Víkingur

NSÍ - 07 Vestur

B71 - HB