Føroyska luttøkan í europeisku liðkappingunum er av á hesum sinni. B36 varð varpað úr meistarakappingini suðuri í Wales týskvøldið. TNS vann 4-1 og samantalt 6-2.
Í kvøld legði HB rygg til 4-1 tap á Tórsvølli. Samantalda tapið var 7-1.
Í kvøld megnaði Víkingur málleysan javnleik á útivølli í Tróndheimi ímóti Rosenborg. Rosenborg vann 2-0 í síðstu viku á Svangaskarði.
Besta úrslitið av øllum megnaði NSÍ í kvøld, tá ið tað eydnaðist at vinna 4-3 á heimavølli ímóti norðurírska Linfield FC, sum kvalifiseraði seg at halda fram í kappingini við samantaldum 5-4 sigri.
Í einum tí mest undirhaldandi Europa dystinum nakrantíð á føroyskari grund - kanska var tað tann mest undirhaldandi - hevur NSÍ í kvøld í góð veðrinum á Svangaskarði vunnið 4-3 á norðurírska Linfield FC.
Norðurírska liðið vann 2-0 á heimavølli og harvið samantalt 5-4, sum ber við sær, at NSÍ er varpað úr kappingini.
Tað er spell, tí NSÍ vísti fínan hugburð í kvøld, og heimaliðið var leikliga omaná. NSÍ spældi seg eisini til væl fleiri málmøguleilkar enn mótstøðuliðið. At tað varð lagt nógv fyri í álopspartinum kostaði í verjupartinum. Eftir innlegg úr høgru skoraði Linfield tríggjar ferðir, og tað kostaði samantalda sigurin.
Tað vóru veteranarnir á NSÍ liðnum, sum skoraðu málini.
Pól Jóhannus Justinussen skoraði tvær ferðir, og Jens Joensen og Klæmint A. Olsen skoraðu eitt mál í part.
4-3 sigurin ber við sær, at NSÍ fer úr europeisku kappingini við høvdinum høgt.
--
Liðugt
4-3
93 min.
NSÍ spælir og stríðist, og nú bjargaði Linfield á strikuni og til horna!
90 min.
4-3
3 minuttir lagdir aftrat.
85 min
4-3: Pól Jóhannus Justinussen
Sp hevur Pól Jóhannus skorað fyri aðru ferð í kvøld, og tað er aftur heilt hugaligt á Svangaskarði!
81 min.
Meinhard E. Olsen avloysir Magnus Olsen.
68 min.
3-3: Waterworth
So var javnt enn einaferð. Aftur hesaferð var talan um flatt innlegg úr høgru. NSÍ hevur havt meiri og betri samanhangandi spæl, men tað bilar í verjupartinum.
67 min.
Jann Martin Mortensen avloysir Jónhard Frederiksberg.
60 min.
3-2
NSÍ koyrir á, meðan Linfield hevur sera góða tíð í sambandi við deyðbóltsstøður.
NSÍ spælir heilt týðuliga fyri at skora tvær ferðir aftrat og harvið at vinna sær sess í næsta innleiðandi umfarinum.
55 min.
3-2
Haraldur Højgaard er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Hákun Edmunsson.
HÁLVLEIKUR
3-2
Um NSÍ skal megna at venda gongdini og harvið at halda fram í kappingini, so er neyðugt at vinna 2. hálvleik við tveimum málum.
3-2: Jens Joensen
Eftir fríspark, tá bólturin varð trillaður aftur til Jens Joensen, sum smekkaði til, so sat bólturin í netinum, og so bríkslaði dómarin fyri hálvleiki.
Ein minuttir lagdur aftrat.
45 min.
2-2: NSÍ setur avgjørt sín dám á.
32 min.
2-2: Bates
Eftir NSÍ miss í uppspælinum og flatt innlegg úr høgru hevur Linfield javnað.
30 min.
Framvegis sera undirhaldandi, og tað gongur skjótt úr øðrum endanum og í hin. Nú bjargaði Andras Gango til horna eftir góðan Linfield stútara.
25 min.
Her er heilt hugaligt í góðveðrinum á Svangaskarði. Nú var NSÍ um reppið at skjóta eitt mál aftrat. Magnus Olsen royndi seg úr 30 metrum, men málverjin slerdi bóltin á tvørtræið!
22 min.
NSÍ tevjar blóð, og tað er ógvuliga stórt trýst á Linfield málið, og ferð eftir ferð tiltuskar NSÍ sær horna!
19 min.
2-1: Pól Jóhannus Justinussen
Eftir innlegg úr høgru var Pól Jóhannus stinnari enn mótstøðumaðurin í luftspælinum, og úr fimm metrum smekkaði hann við høvdinum bóltin í málið.
16 min.
1-1: Klæmint A. Olsen
Eftir fríspæling frá Jens Joensen, sum vann bóltin av mótstøðumanni, hevur NSÍ liðformaðurin skorað.
13 min.
0-1: Reece Glendinning
NSÍ-Linfield FC kl. 19.00
Á Svangaskarði
NSÍ: Andras Gango - Jóhan Jacobsen, Jens Joensen, Monrad Holm Jakobsen, Einar Tróndargjógv - Haraldur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen - Jónhard Frederiksberg, Magnus H. Olsen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen
---
Liðugt
FK Trakai vann 4-1 í kvøld og harvið samantalt 7-1. HB er harvið varpað úr europeisku kappingini fyri hesaferð.
1-4: Arshakyan br
2 minuttir lagdir aftrat.
90 min.
1-3: Levi Hanssen
Eftir gott uppspæl í vinstru og diagonalsending til Adrian Justinussen, sum við høvdinum legði upp á tvørs, setti Levi Hanssen bóltin í málið úr heilt stuttari fjarstøðu.
82. min.
0-3: Bychenok br
Púra óneyðugt brotsspark varð gjørt afturi við baklinjuna, og úr ellivu metrum varð bólturin sendur umvegis stólpan og í málið.
80 min.
Einki mál er skorað í 2. hálvleiki. Tað kennist sum um, at litaviska liðið ikki hevur hug at leggja so nógv fyri, nú samantalda leiðslan er 5-0, og tá ið HB er undirmannað, so eru fyritreytirnar hjá heimaliðnum ikki so góðar, men HB hevur tó spælt seg til fleiri málmøguleikar.
74 min.
Poul Ingason avloysir Arnbjørn Hansen.
67 min.
Adrian Justinussen avloysir Teit Jacobsen.
65 min.
0-2
René S. Joensen hevur sæð gula kortið.
HÁLVLEIKUR
45 min.
0-2
2 minuttir lagdir aftrat fyrra hálvleiki.
0-2
42 min.
Tað sær ikki gott út hjá HB. Teit Jacobsen og Levi Hanssen hava havt risa málmøguleikar, sum eru misnýttir.
Fróði Benjaminsen hevur ligið skaddur á vøllinum, men hann reisir seg og fer at halda fram inntil hálvleikin.
38 min.
0-2: Solomin
Nú verður mótbrekkan brøtt hjá HB, sum er aftanfyri 2-0.
30 min.
0-1: Arshakyan
Eftir horna og roynd, sum Teitur M. Gestsson hálvbjargaði, endaði bólturin í HB málinum!
25 min.
Heini Vatnsdal sær gula kortið.
21 min.
Tað sær einki út hjá HB, nú miðverjin Rógvi S. Holm hevur sæð reytt fyri fríspark.
13 min.
0-0
Arnbjørn Hansen er um reppið at seta hol á, tá ið hann roynir seg við stútara, men málverjin bjargar meistarliga til horna, sum einki spyrst burturúr.
10 min.
HB liðið er nógv skert og umskipað. Jóhan Troest Davidsen og Christian R. Mouritsen eru so mikið skaddir, at teir ikki eru førir fyri at spæla í kvøld.
HB-FK Trakai kl. 19.45
FK Trakai vann fyrra dystin 3-0
HB: Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Gunnar Haraldsen, René S. Joensen - Bartal Wardum, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal - Teit Jacobsen, Arnbjørn Hansen, Levi Hanssen
Klokkan 18:00 byrjar seinna uppgerðin millum Rosenborg og Víking. Rosenborg vann 2-0 í fyrra dystinum á Svangaskarði, og hava tí eitt munandi betri útgangsstøðið enn føroyska liðið.
Munurin í fyrra dystinum var tó ikki so stórur, og var hepni við Víkingi, kundu teir saktans havt skorað okkurt málið.
Vit fylgja dystinum millum Rosenborg og Víking beinleiðis og uppdatera leypandi undir her:
LIÐUGT
0-0
Víkingur hevur megnað málleysan javnleik á útivølli í Tróndheimi ímóti Rosenborg, sum fyri viku síðani vann 2-0 á Svangaskarði og harvið heldur fram í kappingini.
90+3 minuttir
Framvegis málleyst
80 minuttir:
Framvegis málleyst. Fyri føroyskan fótbólt hevur tað stóran týdning, um tað eydnast Víkingi at vinna eitt stig í kvøld.
76 minuttir:
Gert Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Heðin Hansen.
85 minuttir:
Sámal Jakup Joensen er komin á vøllin í staðin fyri Andreas Lava Olsen. Nú stríðist Víkingur fyri at varðveita javnleikin.
71 minuttir:
Heðin Hansen hevur sæð gula kortið.
67 minuttir:
Tað er rættiliga friðarligt í Tróndheimi, har tað er langt millum málmøguleikarnar.
60 minuttir:
Philip Djordjevic hevur sæð gula kortið.
55 minuttir:
Tað er framvegis málleyst í Tróndheimi.
----
45 minuttir, hálvleikur: Tað er hálvleikur á Lerkendal leikvøllinum í Trondheim, og støðan er framvegis 0-0.
Tað hevur gingið javnt fyri seg í fyrra hálvleiki, og sambært hagtølunum, so er tað meira Víkingur sum er omaná enn Rosenborg. Víkingur hevur havt fleiri skotroyndir enn Rosenborg í fyrra hálvleiki.
31 minuttir: Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi hevur sæð gult kort.
30 minuttir: Tað hevur gingið javnt fyri seg í Noregi tann fyrsta hálva tíman. Rosenborg hevði fyri løtu síðani ein góðan møguleika, sum eisini er tann einasti hendan fyrsta hálva tíman.
Víkinga leikararnir eru heldur ikki ófarligir. Finnur Justinussen var fyri løtu síðani eisini nær við.
15 minuttir: Sambært hagtølunum, so eru tað gestirnir úr Víkingi sum eru byrjaðir betur enn heimaliðið. Einasta skotroynd í dystinum higartil eigur Víkinga leikarin, Filip Djordjevic.
1 minuttir: Longu í fyrsta minutti hava Víkinga leikararnir bitið frá sær. Filip Djordjevic hevur roynt seg við góðari skotroynd, sum málverjin hjá Rosenborg bjargaði væl.
Víkinga liðið í kvøld: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar - Heðin Hansen, Filip Djordjevic, Finnur Justinussen - Andreas Lava Olsen