Tað eru fleiri vikur síðani, at tað var greitt, at B36 ikki verður umboðað í næstbestu deildini næsta ár.
Í kvøld takkaði næstbesta B36 liðið fyri seg í fyrstu deild. Dysturin í síðsta umfari ímóti NSÍ var framskundaður til í kvøld.
NSÍ fór úr Gundadali við 4-2 sigri eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. Aron Knudsen var tvífaldur málskjútti. Hann legði NSÍ framum longu í fimta minutti, og hann staðfesti sigurin í næstsíðsta minutti. Í fyrra hálvleiki økti Mórits Heini Mortensen til 2-0 til NSÍ, og tíggju minuttir eftir hvíldina var tað Steffan A. Løkin, sum skoraði til 3-0.
B36 svaraði aftur, tá ið Gilli Samuelsen minkaði um munin í 61. og aftur í 68. minutti. So varð heilt spennandi, men tað vóru gestirnir, sum fóru úr Gundadali við øllum, tá ið Aron Knudsen skoraði til 4-2 til NSÍ.