Fagnaðurin var stórur á og kring vøllin, tá ið Alex Troleis í gjár hevði bríkslað fyri síðstu ferð í fríska lotinum og regninum við Løkin. Meðan vónbrotnu B36 spælararnir smoygdu sær undir tak og ásannaðu, at kostnaðurin er stórur, tá ið skaðar gera um seg, og mótstøðumenninir eru væl upplagdir, so vildu heimamenninir ikki sleppa fagnaðarløtuni við teimum á áskoðaraplássunum.
Tað var lætt at skilja. Saman við trúføstu viðhaldsfjøldini hava ungu menninir kent seg illa sperdar, og tað hevur ikki verið frítt, at teir meiri enn eina ferð hava kent tað soleiðis, at tað í tættari uppgerð er koppað mótstsøðuliðnum til fyrimunar
Eitt stórt korter undan leikloki var tað málrevurin fram um teir flestu Klæmint A. Olsen, sum ósvikaliga trygt umsetti neyvt innlegg úr vinstru frá sera eyðsýnda Árna Frederiksberg til 2-1 heimaleiðslu.
So var einki annað at gera hjá Mikkjali Thomassen enn at spenna álopsbogan. Sammett við fína avrikið ímóti Víkingi í Gundadali næstsíðsta sunnudag, tá ið B36 fann aftur á meistaraspælið og sigraði 3-0, so gekk tað illa at fáa gongd á við Løkin. Beinanvegin eftir steðgin varð Atli Danielsen fluttur fram á miðvøllin fyri at vita, um hann saman við Róaldi Jacobsen kundi fáa betri tak á spælinum, og Klæmint Matras varð fluttur aftur í miðverjuna.
Síðstu minuttirnar sleptu teir hvítklæddu uppaftur meiri í verjupartinum. Símun Joensen varð fluttur í fremstu røð, og tað var um reppið, at hann javnaði, men eftir frísparksinnlegg stýrdi hann bóltinum dygst skeivu megin stólpan aftanfyri Kristian Joensen.
Heimafólkið stóð við hjartanum í hálsinum og mintist aftur á tær ferðirnar fyrr í ár, tá ið leiðslan er gloppin teimum av hondum í síðstu minuttunum. Hesa ferð tørnaði tað ikki soleiðis út. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, fangaði innskifti Andiras á Líknagøtu bóltin frammarlaga, spældi upp á tvørs, og í brotsteiginum og mitt fyri var Árni Frederiksberg púra leysur, tá ið hann trygt setti bóltin í B36 málið.
So lætnaði, og Bjarki Danielsen, sum var millum skiftisleikararnar og harvið átti at halda seg uttanfyri vøllin, gloymdi, hvat reglarnir siga. Hann leyp upp í rúgvuna av gulum og svørtum inni á vøllinum, og hann og teir mundu leggja lítið í gula kortið, sum dómarin sambært ásetingunum gav honum!
Særdir meistarar
NSÍ hevði fríska lotið undan í 1. hálvleiki. Fyrstu løtuna var heimaliðið rættuliga verjukent, uttan at B36 megnaði at taka fyri seg. Jákup á Borg sat skaddur uttanfyri, og tað tyktist vera ógvuliga svárur missur bæði so og so. Heini í Skorini og Meinhardt Joensen vóru heldur ikki við orsaka av skaðum, og tá ið tríggir ella fýra meiri ella minni kendust sum blindir passaserar, so merkist tað av álvara.
Eftir at heimamenninir vóru komnir eftir, at tað var einki at vera bangin fyri og tískil fóru longri fram á vøllin at bjóða av, so vóru teir omaná.
Óli Arge gerst alt týdningarmiklari sentralur miðvallari, Pál Mohr Joensen og Jens Joensen finna væl saman í miðverjuni, og í framrættaða partinum vóru tað serliga Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg, sum gjørdu um seg.
Árni Frederiksberg átti sín lut í øllum málunum. Átta minuttir undan steðginum setti hann hol á. Magnus Olsen vann í høgru bóltin eftir skeiva sending av B36 miðvøllinum. Hann sendi inn ímillum Jonas Flindt Rasmussen, sum tóktist tungur og ikki helt klárur og varð útskiftur við Herbert í Lon stutt undan steðginum, og Høgna Eysturoy, sum var við aftur eftir skaðasteðg og spældi í ein tíma. Árni Frederiksberg tamdi og royndi seg úr spískum, og bólturin fór í málið. Magnus Poulsen, sum vardi málið í staðin fyri skadda Meinhardt Joensen, var ikki heilt sakarleysur í hesum førinum.
Eftir stóran tíma var Klæmint A. Olsen óheppin at gera sjálvmál eftir hornasparksinnlegg. Men hesa ferð gekk tað ikki, sum tað so mangan áður hevur gjørt. NSÍ sýndi rættan hugburð, og við sjálvsáliti og nærlagni spældu og stríddu heimamenninir seg til 3-1 sigur.
Kári Reynheim og hansara menn settu meistararnar upp á pláss, og nú eru teir á veg úr botninum!
Hvussu Mikkjal Thomassen og hansara menn fara at takla hetta vónbrotið, fæst at síggja, tá ið B36 2. hvítusunnudag fer til Fuglafirðar.