smurd inn í feitt og verða síðan hongd upp at turka. Johan væntar, at tað fer tað at taka eini tvey ár at turka slíkt tjógv. Føroysku skinkuroyndirnar byrja annars at vekja ans uttanlands. - Nú hevur eitt stórt [...] Føroysku skinkuroyndirnar byrja nú at vekja ans uttanlands, og nú hevur eitt stórt mjólkarsamtak eisini víst áhuga fyri at senda ostar til Føroya at turka. Fyrsta royndin at turka skinkur í Føroyum eydnaðist [...] seg í samband við okkum um møguleikarnar at senda ostar til Føroyar at turka. Johan Mortensen heldur, at hetta er ein sera áhugaverdur tanki, sum teir nú fara at arbeiða víðari við.
sigur, at gongst heilt væl í hond, verður tað longu næsta vetur, at seyðurin verður avsagdur úr bygdini. Hann sigur, at kommunan hevur gjørt avtalu við ein haga, so nú eru tveir hagar eftir at gera avtalu [...] við. Hann væntar ikki at trupulleikar fara at stinga seg upp, tí hvørgin hagin hevur sett seg ímóti, at frásiga sær rættin til vetrarbit niðri í bygdini. Men tað er ein dýr søga at vetrarfriða fyri seyð [...] væntar, at tað fer at kosta kommununi einar fimm milliónir í endurgjaldi til hagarnar fyri at teir skulu frásiga sær rættin til vetrarbitið inni í bygdini. Harafturat koma so rakstrarútreiðslur av at halda
ætlanir um at leggja skúlan undir kommunurnar. Annars sigur hann, at samgongan er farin at kanna um tað er rætt at lækka skúlaaldurin, so at børn skulu í skúla eitt ár fyrr enn nú. Hann sigur, at ætlanin [...] eru um at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar at verða umsitin. Tað staðfestir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú Gunvør Balle, tingkvinna, hevur spurt hann um hetta. Hann sigur, at samgongan [...] samgongan umrøddi at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar at umsitast. Men fortreytin fyri tí var at landið varð lagt saman í sjey-níggju kommunur. Men kommunusamanlegging datt niður fyri og sostatt eru heldur
einki nýtt, at tað sæst aftur á vektini, tá fólk leggja av at roykja, og í Harvard-kanningini vísti tað seg, at í meðal tyngnaðu fólk seks kilo tað fyrsta hálvárið eftir, at tey góvust at roykja. Men tað [...] komnir til ta niðurstøðu, at vandin fyri hjartasjúkum minkar munandi, um tú leggur av at roykja. Granskararnir siga, at vandin minkar ikki so nógv hjá fólki, sum hava sukursjúku, men at hann kortini minkar, [...] og tí loysir tað seg eisini hjá teimum at leggja av. Umleið 3.000 fólk vóru við í kanningunum, og úrslitið er, at hjá teimum, sum klára at halda seg frá royking í fýra ár, minkar vandin fyri hjartasjúkum
fíggjarmálum hava kunngjørt, at nú eiga vit at lýta frameftir og at meirnýtsla av hasum slagum eigur ikki koma fyri aftur. Anfinn Kallsberg sigur, at hann er sera vælnøgdur við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum [...] til Løgtingið at gera av, um málið um meirnýtsluna hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, skal takast upp og fáa avleiðingar, eftir at landssýrismálanevndin er komin til ta niðurstøðu, at landsstýrismaðurin [...] urin hevur brotið lógina við at hava brúkt pening til heilsuverkið, áðrenn Løgtingið hevði játtað teir. Men tað skilst á honum, at sjálvur er hann ikki serliga hugaður at reisa málið. - Eg haldi, sum bæði
Gleipnir-brævinum, at FSF fer at hyggja eftir teimum mannagongdum, sum hava verið nýttar. Hetta fyri at tryggja, at tilgongdin og málsupplýsingin verður á nøktandi støði. - Tað merkir væl, at vit ikki hava [...] víst á, at partarnir innan føroyskan fótbólt eiga at góðtaka og virða tann bygna, sum er gjørdur. Tað verður í hesum sambandi Kappingarnevndin, sum fer at gjøgnumganga allar kappingarreglur fyri at tryggja [...] nøgdir. Tað, sum tað í hesum sambandi snýr seg um, er at fólk kenna seg rættvíst viðfarin. Sum ovasti fótbóltsmyndugleiki er tað okkara uppgáva at tryggja, at eingin kennir síni rættindi trakðað, sigur Høgni
Vit kenna væl á okkum, at alt er vorðið dýrari. Fyri umleið tveimum mánaðum fóru vit at baka alt breyði sjálvi, tí tað er so dýrt at keypa. Eisini royna vit at spara bensin við at koyra buss, har tað ber [...] Kollafirði Jú, eg havi varnast at alt er dýrkað, men higartil hevur tað ikki broytt okkara innkeypsvanar. Havi altíð roynt at spara, til dømis við ikki at koyra mat í skrell, men at brúka allar restirnar. [...] Hoyvík Vit hava sanniliga uppdagað, at alt verður nógv dýrari nú. Tí royna vit at spara allastaðni, millum annað verður góðgæti spart burtur. Men hóast vit royna at liva heilsugott, so er tað ikki so lætt
ivist stórliga, um tað fer at tæna miðbýnum, at fólk verða noydd at rinda fyri at parkera har, metir hann. - Tað er stórur vandi fyri, at ongin fer at tíma oman í býin, sigur hann somuleiðis. Men Jan C [...] r í Tórshavnar býráð, heldur, at ætlanini at krevja gjald fyri parkering, kann geva eitt stórt bakkast. - Miðbýurin er longu næstan deyður, og tað plagar at vera lætt at finna parkeringspláss, so eg ivist [...] stórliga, um tað er eitt gott hugskot at krevja gjald fyri parkering í býnum Sosialurin skrivaði í gjár um ætlanirnar hjá Tórshavnar kommunu, at fólk skulu rinda fyri at seta bilin á ávísum stórum parkeri
avleiðig, at tannlæknavitjanirnar eru ein stórur útreiðslupostur, og at tey, ið bert havasína fólkapensjón at líta á, illa megna at røkja sínar tenn. Tí eigur býráðið sjálvt at taka stig til at hjálpa hesum [...] kommununi Eldraráðið heldur, at eyðsæð er, at nógv av teimum eldur kundu hugsað sær at sloppið av við húsini og búð í minni íbúð. - Býráðið eigur at ganga hesum ynski á møti, antin sjálv at skipa fyri sokallaðum [...] taka initiativ til, at hesin møguleikin verður tikin við í byggiætlanir kommunurnar, hetta til fyrimunar bæði hjá borgarum, kommunu og heilsuverki, sigur Eldraráðið. Viðari sigur ráðið, at tá vit síggja, hvussu
sleppa at síggja. Tá fekk hon eisini at vita frá russisku myndugleikunum, at teir vilja hava, at Aleksej Navalnyj verður jarðaður í loyndum og uttan nakra almenna jarðarferð. Tá hon slapp at síggja sonin [...] fangalegu, segði fyrr í dag, at hon hevur fingið eitt ultimatum frá russisku myndugleikunum. Ljudmila Navalnaja, sum er navnið á mammuni, sigur, at hon noyðist at góðtaka, at jarðarferðin hjá soninum verður [...] fyri at góðtaka hetta og sigur, at hetta ikki er samsvarandi lógum landsins. Í gjárkvøldið váttaði Ljudmila Navalnaja, at hon hevur sæð líkið av soni sínum, sum hon í fleiri dagar stríddist fyri at sleppa