Soleiðis spara fólk pengar

Sosialurin spurdi fólk, um fóru til handils í gjár, hvat tey velja frá, nú vørurnar eru dýrkaðar so nógv

Margreta og Ólavur Clementsen,Hoyvík

Vit kenna væl á okkum, at alt er vorðið dýrari. Fyri umleið tveimum mánaðum fóru vit at baka alt breyði sjálvi, tí tað er so dýrt at keypa. Eisini royna vit at spara bensin við at koyra buss, har tað ber til.

 

Hallur og Randi Johannesen og 6 ára gamla Ada, Hoyvík

Vit hava sanniliga uppdagað, at alt verður nógv dýrari nú. Tí royna vit at spara allastaðni, millum annað verður góðgæti spart burtur. Men hóast vit royna at liva heilsugott, so er tað ikki so lætt, tí góðu vørurnar dýrka eisini. Tað átti at verið bíligari at liva sunt, til dømis átti soltið viðskera, frukt og sukurfríar vørur at verið bíligari. Men soleiðis er tíverri ikki.

 

Eyð Eidesgaard við børnunum Maria og Martin, Kollafirði

Jú, eg havi varnast at alt er dýrkað, men higartil hevur tað ikki broytt okkara innkeypsvanar. Havi altíð roynt at spara, til dømis við ikki at koyra mat í skrell, men at brúka allar restirnar.