60 skinkur í Norðdepli

Føroysku skinkuroyndirnar byrja nú at vekja ans uttanlands, og nú hevur eitt stórt mjólkarsamtak víst áhuga fyri at senda ostar til Føroya at turka

SKINKUR

Fyrsta royndin at turka skinkur í Føroyum eydnaðist sera væl.
Stigtakararnir eru nú farnir undir annað royndarárið.
Johan Mortensen sigur, at 60 skinkur hanga í Norðdepli í løtuni, og sum liður í royndini verður nú eisini farið undir at turka heil svínatjógv eftir spanskari fyrimynd.
- Tjógvini viga 12 kilo hvørt. Tey liggja í salti í 48 dagar, verða smurd inn í feitt og verða síðan hongd upp at turka.
Johan væntar, at tað fer tað at taka eini tvey ár at turka slíkt tjógv.

Vekja ans
Føroysku skinkuroyndirnar byrja annars at vekja ans uttanlands.
- Nú hevur eitt stórt mjólkarsamtak sett seg í samband við okkum um møguleikarnar at senda ostar til Føroyar at turka.
Johan Mortensen heldur, at hetta er ein sera áhugaverdur tanki, sum teir nú fara at arbeiða víðari við.