Vestmenningar fáa nú frið fyri seyði

Kommunan er komin nakað áleiðis at friða bygdina fyri seyð

Gongst væl í hond, verður hetta seinasti veturin, at seyður gongur ímillum húsini í Vestmanna um veturin.

 

Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, sigur, at kommunan hevur arbeitt í eina tíð við at vetrarfriða bygdina fyri seyð.

 

Tað arbeiðið er komið nakað áleiðis og borgarstjórin sigur, at gongst heilt væl í hond, verður tað longu næsta vetur, at seyðurin verður avsagdur úr bygdini.

 

Hann sigur, at kommunan hevur gjørt avtalu við ein haga, so nú eru tveir hagar eftir at gera avtalu við.

 

Hann væntar ikki at trupulleikar fara at stinga seg upp, tí hvørgin hagin hevur sett seg ímóti, at frásiga sær rættin til vetrarbit niðri í bygdini.

 

Men tað er ein dýr søga at vetrarfriða fyri seyð og borgarstjórin væntar, at tað fer at kosta kommununi einar fimm milliónir í endurgjaldi til hagarnar fyri at teir skulu frásiga sær rættin til vetrarbitið inni í bygdini.

 

Harafturat koma so rakstrarútreiðslur av at halda stik og garðar.